Hálvaaðru milliard fyri

Aftur fyri at Jóannes Eidesgard, fólkatingslimur, stuðlaði donsku stjórnini, vísti stjórnin so stórt gávumildni, at føroyingar fingu hálvaaðru milliard sum gávu frá dønum, metir Richard Mikkelsen, fyrrverandi formaður í Fíggingargrunninum frá 1992

 

Samrøða


Danska stjórnin vísti sítt takksemi mótvegis Jóannesi Eidesgaard, táverandi fólkatingslimi, við at lata føroyingum eina gávu upp á hálvaaðru milliard krónur í juni 1998, heldur Richard Mikkelsen.

Hetta gávumildni stóðst, eftir hansara meting, av, at Jóannes Eidesgaard við ikki at atkvøða í móti stjórnini, tryggjaði henni politiska valdið í Danmark valskeiðið út.

Alt hetta fingu føroyingar umframt tað, sum bankaavtalan, eftir meting Richard Mikkelsens, gav teimum.

»Oven i hatten«, sum hann tekur til.

Og Richard Mikkelsen hevur eisini aðrar metingar um, hvussu alt málið við føroysku fíggjarkreppuni fór fram.

Føroyingar skaptu sjálvir kreppuna við egnum politiskum ódugnaskapi. Stýringin av fiskivinnuni var sera veik, fyri ikki at siga eingin. Tað bar ikki til at siga, um tað vóru politikararnir, sum stýrdu vinnuni, ella tað var øvugt. Tí alt var so samansjóðað, at ikki fekst skil á, hvør var hvar. Politikari ella vinnulívsmaður, sigur hann.

Eisini heldur hann, at føroyingar vóru smásárir og viðgjørdu smámál heldur enn at taka sær av tí, sum veruliga hevði nakað upp á seg í kreppuni.

Eitt nú at heingja seg í partabrævabýtið í bankanum, sum kanska snúði seg um einar 200-300 milliónir, meðan virði fyri milliardir høvdu farið fyri einki, um Føroya Banki fór á Húsagang.

Hetta dugdu, ella vildu, føroyingar ikki skilja, sigur Richard Mikkelsen. Men teir gjørdust firtnir og kendu, at valdið varð tikkið frá teimum, tá fólk kom uttan eftir og gjørdi vart við veruligu støðuna.


Pensionistur í glasborg

Tað stendur ein stórur, nýmótans glas- og betongbygningur innanvert kanalina við síðuna av Holmens Kirke í København. Hinumegin rennuna liggur Børsen og eitt sindur longri inni er Christiansborg.

Her í hesum glashúsinum húsast Danmarks Nationalbank. Og har hevur tann í Føroyum so navnframi fyrrverandi bankastjórin, Richard Mikkelsen, enn sína dagligu gongd, hóast nú mestsum bert av gomlum vana.

Tú noyðist at steðga uttan fyri tjúkku glashurðina, til vaktarmaðurin innan fyri hevur latið upp. Síðan verður komið inn í eitt rúm, har ein onnur tjúkk glashurð er fyri. Tá tann ytra er farin aftur, verður tann innara latin upp, og tú kemur inn í stóru grótforhøllina.

Farið verður yvir til mannin við móttøkuna, og sagt verður, hvørji ørindini eru. Skal hitta Richard Mikkelsen.

Jú, eg fái eitt navnaspjaldur at heingja upp á meg og verði biðin um at bíða eina løtu.

Hurðin til lyftuna fer upp, og ein eldri maður í ljósabláari skjúrtu við myrkum slipsi kemur út. Eitt sindur sligin í herðunum og gongur seigliga. Fet fyri fet kemur hann beina leið yvir hagar, eg siti og heilsar.

»Velkommen Joensen. Mit navn er Mikkelsen. Skal vi ....?« Hann vísir við arminum yvir móti lyftuni.

Á aðru hædd fara vit út. Ganga eftir eini gongd og sneiða so um hornið inn á eina heldur smala gongd, har huðrar eru báðumegin.

Sum skilst hava fráfarnir stjórar sítt tilhald her. Á eini hurð stendur Richard Mikkelsen, og á hurðini við síðuna av stendur navnið Erik Hoffmeyer.

Rúmið er ikki stórt. Eitt skriviborð við eini teldu og einari lítlari roknimaskinu stendur í einum króki, og yvir av er eitt minni borð við eini skrivimaskinu. Mær verður boðin sessur, og Richard Mikkelsen setir seg handan skriviborðið.

Tað stendur ein reol aftan fyri hann. Leggi merki til at har eru millum annað Føroysk-donsk og Donsk-føroysk orðabók á hillini.

Richard Mikkelsen, sum í dag er 81 ára gamal, greiðir frá, at nú hevur hann góða tíð at hugsa um tað, sum farið er, og at hann hesa tíðina í frið og náðum hevur kunnað skrivað bókina, hann nú hevur givið út um viðurskifti í Føroyum undir kreppuni, sum var.


Angrar einki

Hóast Richard Mikkelsen helst er tann persónur, sum hevur verið ringast lýddur í Føroyum síðan Gabelarnar, sigur hann, at tað, sum gjørt varð, meðan hann var formaður í Fíggingargrunninum í nítiárunum, var rætt.

?Eg fekk eina uppgávu at røkja, og tað gjørdi eg. Eg helt alla tíðina, at eg gjørdi tað rætta, og tað hevur eftirtíðin eisini víst. Og eg angri í dag einki av tí, gjørt varð, sigur hann.

Trupulleikkin í Føroyum var, at tað vóru ikki pengar til at bjarga vinnulívinum, sum lá í andaleypi. Teir máttu fáast uttaneftir, og tað næsta var at fara til Danmarkar at fáa teir, greiðir Richard Mikkelsen frá.

Føroyska vinnulívið - og tá meinar hann í høvuðsheitinum við fiskivinnuna - var so skuldarbundið, at tað hevði ongan verðsins kjans at koma nøkunlunda snikkaleyst undan, sigur hann. Lánini vóru øgilig, og eginpeningurin lítil. So tað var púra greitt, at tað kundi bara enda galið.

Skuldin var kanska eitt sindur ring at plasera. Men hann ivast ikki í, at ein tann størsti trupulleikkin var vánalig politisk stýring. Politikararnir í Føroyum høvdu latið ov nógv gingið. Teir vóru ov veikkir, sigur hann, og teir lurtaðu ikki eftir teimum ávarðingum, sum alla tíðina komu.

?Tað vísti seg beinan veg, at peningurin, sum settur varð í Sjóvinnubankan var ikki nokk, til at bjarga føroysku vinnuni. Danske Bank setti pening í dótturbankan í Føroyum, Føroya Banka, men tað munti heldur ikki.

Bankin metti síðan, at tað mátti vera rættvís kapping, at hann eisini fekk pengar frá tí almenna at bjarga sínum banka fyri, tá tann føroyski kappingarneytin kundi fáa. Tí stóðst so alt málið um partabrævabýtið av, greiðir Richard Mikkelsen frá.


Hevði farið á heysin

Richard Mikkelsen metir ikki, at føroyingar veruliga skiltu - ella vildu skilja - tað, sum hendi, tá alt føroyska samfelagið, eftir hansara meting, varð bjarga undan eini veruligari vanlukku.

Hevði ikki verið gjørt, sum tað varð, hevði Danske Bank verið noyddur at lata Føroya Banka fara á húsagang, og síðan farið at kravt inn aftur tað, sum fáast kundi.

?Se, dét havde været en virkelig økonomisk tragedie af dimensioner, sigur Richard Mikkelsen.

Hann sær fyri sær, hvussu bankin hevði farið at selt burtur av vinnutólunum við tí úrsliti, at ikki e tt einasta skip, sum bankin átti pengar í, hevði verið eftir í Føroyum.

Flakavirkini vóru alt ov nógv og í somu støðu sum skipini. Øgilig lán og minimalt av eginpeningi. So har var mestsum alt á gravarbakkanum eisini.

Tað er eingin ivi um, sigur Richard Mikkelsen, at varð vinnan koyrd á húsagang, høvdu Føroyar nevyan risið undan vanlukkuni aftur.

?Føroyingar vístu á, at vánaliga støðan komst av fiskaloysi, sum náttúran hevði ábyrgdina av. Jú, tað hevði hon helst, men bara partvíst. Tann stóri feilurin lá eftir míni meting í ov linari stýring av fiskivinnuni. Tað tóktist gera tað sama, um kvotur ella aðrar avmarkingar ikki vórðu hildnar. Tað fekk ongar fylgjur kortini, tí vinnan og politiska valdið í Føroyum stóðu so tætt hvørjum øðrum, sigur Richard Mikkelsen.

Hevði Fiskavirkisloysnin ikki verið gjørd, var kanska einki fiskavirki eftir í Føroyum. Við teirri loysnini hóraðu hóast alt nøkur undan. Og í dag kunnu vit so gleðast um, at føroyingar eru komnir ótrúliga skjótt upp undan aftur, sigur maðurin, sum av mongum varð lagdur undir at avrætta alt føroyskt vinnulív.


Vildu ikki síggja

Atfinningarnar at Richardi Mikkelsen og teimum, sum stóðu fyri saneringini av føroyska vinnulívinum í nítiárunum, stóðust fyri ein part av, at føroyskir politikarar og onnur í Føroyum kendu tað soleiðis, at hesir fremmandu komu og tóku valdið úr hondum teirra, sigur Richard Mikkelsen.

?At tað vóru teir sjálvir, sum ikki megnaðu at gera nakað munagott, vildu teir ikki viðganga, sigur hann.

Hann sigur eisini, at samansjóðingin, sum var í vinnulívi og politikki í Føroyum, gjørdi tað sera trupult at koma ígjøgnum til veruligu kjarnuna í kreppuni.

Richard Mikkelsen metir tó, at tað eydnaðist rímiliga væl, og at úrslitið er bara gott.

?So mugu vit vóna, at føroyskir politikarar hava tikkið við læru av tí, sum hendi, sigur hann.

Richard Mikkelsen dylur ikki fyri, at hann heldur, at tað vóru ávísir bólkar, sum vildu fáa sær politiskan vinning av tí, sum hendi undir kreppuni. Serliga er tað sjálvstýrisrørsluna, hann sipar til.

?Fullveldið krevur, at eitt land hevur sjálvberandi búskap. Tað er greitt. Men tað krevur so sanniliga eisini, at landið viðurkennir tær fíggjarligu umstøðurnar, sum eru.

Tað, sum hendi í Føroyum undan og undir kreppuni, kann saktans henda aftur, ávarðar Richard Mikkelsen.


Rikin úr sæti

?Tankin um at gevast, kom onkuntíð upp at venda, Men eg plagi ikki at vera tann, sum stingi halan millum beinini. So eg helt fram, sigur Richard Mikkelsen.

Hann sigur eisini, at tað varð gjørt eitt ávíst politiskt arbeiði í Føroyum til tess at fáa hann frá sum formann í Fíggingargrunninum. Og tað eydnaðist eisini at enda, leggur hann afturat.

Tað tókstist politiskt rætt í Føroyum um ta tíðina,a t vera ímóti tí, sum Fíggingargrunnurin stóð fyri. Tað fór so vítt, at onkur var, sum beinleiðis fekk sær politiskan vinning burtur úr, sigur hann.

At hann nú hevur skrivað eina bók um málið, er mest fyri at royna at rætta eitt sindur upp á ta skeivu fatan, sera nógv fólk fingu av tí, sum veruliga hendi, sigur hann.

Við hjálp frá føroysku pressuni vóru ávísar áskoðanir gjørdar almennar. Og tær vórðu eftir tí, sum Richard Mikkelsen metir, ikki lýstar eins væl frá báðum síðum.

Føroyska pressan skeyt rættiliga ofta langt við síðuna av, tá málið varð viðgjørt. Tað vóru ov nógvar kenslur uppií, metir fyrrverandi danski tjóðbankastjórin.