Tá íð ein skal lýsa farna árið hjá nótaskipunum, renna kendu orðini um, at tað verður meira og meira torført at varðveita pessimismuna, fram fyri ein og tað er gott.
Trý av teimum seinastu fýra árunum hava verið hampuliga góð fyri henda partin av flotanum, men áðrenn tað tíð lógu eini 12 - 15 rakár, har skipini tardu eginognirnar frá fyrst í 80unum og tey flestu av teimum fóru á húsagang, hóast nógvar royndir vóru gjørdar at skaffa kreppuhjálp og at føra nýggjan kapital inn í feløgini.
Hesi árini minkaði flotin frá uml. 23 skipum og niður í 6. Undir kreppuni fyrst í 90unum var nýggjasta skipið av teimum gomlu uml. 20 ára gamalt og eingin peningur var at endurnýggja seg fyri. Tað sindri, sum kom inn fór til at vinda hesi 6 skipini í gongd aftur.
Hesi seinastu árini hava so givið monnum dirvi aftur til at royna at endurnýggja flotan, men tá skulu meira enn eitt ella tvey góð ár til ? bæði fyri at kunna skaffa ein neyðugan eginpening, men eisini fyri at hava nakað at standa ímóti við fyri at fáa eina góða byrjan. Í summum av okkara grannalondum sum t.d. í Noreg er kravið til eginpening 50 % av keyps- ella byggiprísinum og tá íð eitt nýtt far kostar millum 100 og 200 mió. kr. skilst, at nakað væl av inntøkum skulu til fyri at fáa hetta til síðis og tað er heldur ikki eydnast øllum flotanum enn at endurnýggja seg.
Nótaflotin kann sigast at hava fýra bein at standa á: sild, makrelur, lodna og svartkjaftur. Øll skipini hava stórt sæð havt somu møguleikar tá íð tað snýr seg um sild, makrel og lodnu, meðni svartkjafturin hevur skilt tey størru skipini burtur úr.
Fiskaprísirnir hava verið góðir á øllum matfiskasløgum og uppgangandi fyri ídnaðarfiskin. Hetta saman við góðum fiskiskapi hevur lagt støði undir eitt gott ár.
Um vit skulu gera eina meting av framtíðini fyri nótaflotan, so sær hon helst ógvuliga ymisk út fyri hvørt av teimum nevndu fýra beinunum.
Øll kenna tosið um svartkjaftin og trupulleikarnar við at fáa eitt býti í lag. Men eitt er givið og tað er, at tá íð býti er gjørt, verður minni í part til hvørt av strandalondunum og harvið minni í part til hvørt skipið sær.
Allar samráðingar við onnur lond um kvotur í 2002 hava gingið sera strilti. Hetta hevur í nógvum førum havt nakað við svartkjaftatrupuleikarnar at gera, men eitt annað og kanska meira keðiligt fyribrigdi hevur eisini gjørt seg galdandi. Tað er, at okkurt av teimum størru strandalondunum vilja hava eitt nýtt býti av serliga sildini, men kanska makrelinum eisini. Tað eydnaðist at fáa avtalur um óbroyttar kvotur á hesum økjum fyri 2002, men tað verður ein uppaftur størri ágangur til komandi samráðingar. Og fer sildaavtalan á glið, so er kanska vandi fyri nakað av lodnuavtalini eisini.
Sæð í ljósinum av hesum er tað tí umráðandi, at okkara fiskivinnumyndugleikar lata minst møguligt av okkara svartkjafti og makreli í samráðingum við onnur lond. Um nevndi ágangur á hinar avtalurnar gerst veruleiki, kann tað skjótt broyta okkara tilverugrundarlag. Vit máttu soleiðis í avtalunum við Noreg fyri 2002 lata 2500 tons av makreli fyri at fáa javnvág í virðið av avtalunum.
Prísirnir hava sum sagt verið góðir á flestu økjum, men tað er neyvan nakað útlit til, at hann skal fara longur upp. Eystureuropa hevur hesi seinnu árini verið avgerandi marknaðurin fyri sild og makrel. Hann hevur ment seg aftur og tað er hann, sum hevur stóran týdning fyri høga støði í dag. Nú ljóðar, at hann er komin í hæddina.
Ein gleðilig nýskapan á landi fyri pelagiska flotan er nýggja uppisjóarvirkið í Kollafirði. Her verður sjálvandi møguleiki fyri at selja øll fiskasløg, men serliga spennandi ljóðar hetta fyri svartkjaftin. Um nøgdirnar verða skornar so nógv, sum alt bendir á, er her ein møguleiki fyri at fáa nakað innaftur við at avreiða til matna.
Annars er um stovnarnar at siga, at makrelurin sær út til at vera hampuliga væl fyri og væl reguleraður. Tað sama við sildini eftir at fiskiskapurin í 2000 varð skorðin niður við 32 % til 850000 tons um árið. Óvissan um svartkjaftastovnin tykist at vera stór. Fiskiskapurin hevur verið væl størri en fiskifrøðingarnir hava hildið vera ráðiligt. Hinvegin tykjast onkrir av teimum seinnu árgangunum at hava gjørt meira um seg enn upprunaliga roknað við, so tað bøtir eitt sindur um, men allir eru á einum máli um, at ein regulering av heildarfiskiskapinum má koma skjótt eins og eitt býti millum londini.
At enda fari eg at ynskja øllum okkara reiðaríum, manningum, fiskivinnumyndugleikum, fiskakeyparum, tænastuveitarum og fjølmiðlum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýttár.