tølunum. –Bjørn á Heygum, advokatur, er tað rætt, at ein kommuna má halda sína fíggjarætlan? – Jú. Men Brandur Sandoy vil ikki, at hetta skulu vera seinastu orðini. – Men er tað ikki eisini rætt, at kommunustýrið [...] leiðara fyri barnavernadartænastuna. Advokaturin er byrjaður at greina fyrra spurningin, sum er ein generellur spurningur um gegni. Um nær ein kommunustýrislimur er ógegnigur, tá játtan skal setast til stovnar [...] ger fráfarni borgarstjórin ikki, og úr túninum hoyrist málageipan. Ónøgdin er stór við hendingarnar. Talvið er av, men nýtt talv er longu byrjað. Fyrrverandi borgarstjórin situr einsamallur við umleið einum
gleði av. Var staddur undir Langanesi henda dagin Henda frásøgnin er úr Suðuroyatíðindi 22. august 1982. Poul Johannes Stenberg, Poul undir Hamri, í Sumba segði frá, at hann var staddur undir Langanesi [...] teirra jarðaðir her. Minningarhaldið var 30. september, júst 82 ára dagin fyri, at líkini komu til Seyðisfjarðar at verða jarðað. Greitt er longu frá hesum hátíðarhaldi í Sosialinum. Her skal henda [...] við sær sjálvum: “Eg dugi ikki at svimja og sleppi eg takinum, so er deyðin mær vísur. Eg velji heldur at halda mær, meðan eg kann, og er tað meira lívsvón í tí. Eg eri hjálparleysur, hvar eg eri - verði
Fótbóltur - Hatta eru nógvir pengar. Tað er einki at ivast í. Orðini eigur Jákup Mikkelsen, sum nú fær ein ordans bonus við sær á vegnum út gjøgnum landsliðsdyrnar. Sum liðskipari hevur Jákup sjálvur verið [...] ikki, at hann í dag er eitt sindur bilsin, at hesin skuldi tørna somikið væl út. - Vit høvdu sjálvandi ikki droymt um, at vit skuldu gera eitt slíkt lop á styrkislistanum, so sjálvandi er hetta ein øgilig [...] upphæddin skal roknast. Men hóast tølini eru stór, so heldur kortini ikki, at talan er um heilt órímilig tøl. - Hetta er í øllum førum hugaligt at fáa sum takk fyri tað, sum mann hevur givið. Hóast land
ótrúliga stuttlig. Tað er eisini mangan stuttligt, at búgva í Føroyum. Um eg hugsi um tað, so er Føroyar eitt ótrúliga stuttligt land. Øll kenna øll – øll multitaska. Til dømis er Løgmaður onkuntíð Løgmaður [...] eg kann læra av. Tað, at eg gjøgnumføri eitt show, er eins týdningarmikið og at fólk dáma tað. 6. Er tað stuttligt at vera stuttligur? Hahaha, hatta var ein keðiligur spurning, og tað kanst tú gott sitera [...] undrast á, at lívið yvirhøvur er til. Eftirsum tað nú einaferð er til, so má man taka tað besta burturúr tí, og fáa so nógv og stuttligt burturúr sum møguligt. 10. Hvat er títt motto? Tú spyr handan spurningin
Hetta er jú púra burturvið, sigur Poul Michelsen. Tingmaðurin úr Havn heldur ikki, at tunlarnir norður um Fjall nýtast at fáa pengar beint nú. Men hann heldur, at retorikkurin hjá Eidesgaard er ein populistisk [...] tunlarnar norður um Fjall, sum er vorðin ein høvuðsósemja í samgonguni. Ella rættari millum Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, og Anfinn Kallsberg, formann í Fíggjarnevndini. Tað er greitt, eftir at Sosialurin [...] - At tosa um antin tunlar ella vælferð er reinur valretorikkur. Sjálvandi skal samferðslukervið útbyggjast, men vit kunnu hava ymsar meiningar um, nær best er at seta hol á tey ymisku prosjektini, sum
eina føroyska bygd. Hon er sum útdeyð. Hittir tú ein pilt í túninum og spyrt hann eftir pápanum verður aftursvarið: ”Pápi er í Grønlandi”, og verður spurt: ”Hvar er mamma tín?” er svarið ”í fiski” ella ”burtur [...] rímuligt er illa við. Men han letur sum einki. Men tað bankar harðari og harðari. Eina ferð rópar Hans: ”Hvør í Guds garði er hetta.” ”Hetta er Ívar,” svarar ein rødd. Hans kendi ongan Ívar, og tað er kanska [...] vera út á ferðmannaskipið Dronning Alexndrine, sum tá ikki fekk lagt at í Havn. Spurningurin er um nakar annar er á lívi, sum hevur upplivað hesa sigling, sum endaði, tá ið tað kom ein rættulig havn í Havn
prenti. Verður farið longur aftur í tíðini, so er tað í ár 90 ár síðan tann ”stóra skaðadagin” í Hesti. Og so heppið er tað eisini í hesum føri, at enn er eitt av børnunum, sum misti pápan tá, á lívi og [...] hending skrivar Dimmalætting: Hvorledes Ulykken er foregaaet, er der naturligvis umuligt at sige med bestemthed, men Sandsynligheden taler for, at Ottemandsfareren er forulykket ved at ro paa et af de farlige [...] sit Præg paa Bygden for lange Tider. Dimmalætting skrivar 8-mannafør. Tað er rætta er 6-mannafør. Teir sum fórust Tað vóru jú tvær manningar sum fórust. Her skal fyrst verða greitt eitt sindur frá teimum
og alt hatta har, so tað var ótrúliga deiligt at fáa tað yvirstaðið, segði Poul Thomas. – Men eg má viðganga, at eg var eitt sindur nervøsur síðsta korterið. Tað helt allíkavæl hjá okkum, og tað er ein ordiliga [...] Eg var eisini við til at vinna meistaraheitið í 2006, men hetta er fyrsta árið, eg eri við allan vegin ígjøgnum og gerist meistari. Tað er heilt fantastiskt. [...] Poul Thomas Dam, ið millum annað legði upp til 2-0 málið hjá HB, var ovurfegin eftir dystin, tá vit fingu orðið á hann, so skjótt sum hann hevði fingið muss og klemm frá pápa sínum, Ova Dam. – Tað var
Føroysku málnevndina fyri at vissa okkum um, at orðið er kynsneutralt og also umfatar bæði kvinnur og menn. Eisini halda vit, at orðið er snøgt, og hartil er tað eisini lætt at brúka á til dømis heimasíðuni [...] Føroysku Málnevndini váttar formaðurin Jógvan í Lon, at orðið 'manntal' málfrøðiliga er kynsneutralt og í so máta er at líkna við orð sum mannamúgva, mannamunur, mannaføði og líknandi orð, har ein formur [...] eftir teirra tykki longu er ov dominerað av heitum og orðingum í kallkyni. Men í minsta lagi eiga vit, sum mynda samfelagið í dag, at leggja okkum eftir, at nýggj málnýtsla er kynsneutral. Hetta eiga allir
Síggi Marjus Dam. Eg veit, hann er lækni. Endiliga. 1 ella 4 – Hann hevur álvarsligan skaða í høvdinum. Hatta er antin ein eittari, sum skal upp í tyrluna beinanvegin, ella er tað ein fýrari, sum vit leggja [...] takið. Tað regnar. Meira vatn. Hatta er ikki regn. Tey spula uttanfyri, tað er nokk eldur í flogfarinum. Bara hann ikki rakar okkum. Á setrinum frammanfyri meg situr ein onnur ljóshærd kvinna. Hon flytur [...] hon seg ikki? Ein alarmur er farin í gongd. Hoyri røddina á flogskiparanum uttanfyri. – Fimm liggja eftir í hesum partinum. Ljóðið av sirenum kemur nærri og nærri. Kanska onkur er á veg eftir okkum. – Eg