Fólkaflokkurin stendur als ikki saman um nógv umtalaðu tunlarnar norður um Fjall, sum er vorðin ein høvuðsósemja í samgonguni. Ella rættari millum Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, og Anfinn Kallsberg, formann í Fíggjarnevndini.
Tað er greitt, eftir at Sosialurin hevur spurt teir sjey tinglimirnar í Fólkaflokkinum.
Tríggir av teimum sjey stuðla ikki ynskinum um at fáa pening játtaðan til tunlarnar norður um Fjall á fíggjarlógini fyri 2010. Teir eru Bjarni Djurholm, Heðin Zachariassen og Poul Michelsen.
Óli Breckmann og Jógvan á Lakjuni siga seg hvørki vera fyri ella ímóti. Og eftir standa teir báðir tinglimirnir úr Norðoyggjum, Anfinn Kallsberg og Jákup Mikkelsen, sum hava verið heitir forsprákarar fyri at seta hol á hesa verkætlan komandi ár, líka síðani tað var greitt, at tunlarnir eru strikaðir í ársins fíggjarlógaruppskoti.
Við øðrum orðum er tað bara ein minniluti í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, sum positivt svarar játtandi, tá spurningurin verður settur, um tunlarnir norður um Fjall skulu hava pening á komandi fíggjarlóg.
Ymisk boð úr Tinganesi
Formaðurin í Fólkaflokkinum var annars avgjørdur, tá hann í seinastu viku tók frástøðu frá Jóannesi Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, og hansara “tunnils-time-out”. Samstundis ávaraði hann fíggjarmálaráðharran ímóti at kasta saman við andstøðuni fyri at fáa núverandi íløguraðfestingar ígjøgnum.
Ímeðan stóð eitt annað landsstýrisfólk úr Fólkaflokkinum, Annika Olsen, og vardi raðfestingarnar á íløgusíðuni. Innlendismálaráðharrin, sum enntá varðar av samferðslumálum, hevur fleiri ferðir sagt, at við verandi búskaparstøðu kunnu kostnaðarmiklir tunlar bíða.
Við øðrum orðum tykist Fólkaflokkurin at vera í tvíningum í spurninginum um tunlarnar. Bæði í landsstýrinum og í tingbólkinum.
Jóannes førir valstríð
Men hóast Fólkaflokkurin ikki dregur somu línu, so er manningin á lista A samd um eitt: At Jóannes Eidesgaard nýtir fíggjarlógina til at føra valstríð.
Við slagorðum sum “tunlar kontra vælferð” hevur fíggjarmálaráðharrin og javnaðarleiðarin verið óvanliga beinleiðis undir løgtingsviðgerðini av ársins fíggjarlógaruppskoti. Og klassiskur javnaðarretorikkur um samhaldsfesti og vælferð fyri tey veiku, nú fleiri vælferðartænastur standa fyri skerjingum, hevur verið sjónligur.
- Mín virðing fyri fíggjarmálaráðharranum hevur fingið eitt ógvusligt skot fyri bógvin. Maðurin roynir at hongja Fólkaflokkin út fyri at vera ein flokk, sum bara vil hava betong og ikki vælferð. Hetta er jú púra burturvið, sigur Poul Michelsen.
Tingmaðurin úr Havn heldur ikki, at tunlarnir norður um Fjall nýtast at fáa pengar beint nú. Men hann heldur, at retorikkurin hjá Eidesgaard er ein populistisk roynd at styrkja ein Javnaðarflokk í ringum standi. Ein Javnaðarflokk, sum einans fekk 14 prosent í seinastu veljarakanning.
Jógvan á Lakjuni, sum noktar at geva eitt kategoriskt svar til spurningin um tunlarnar, metir, at framferðarhátturin hjá Jóannesi luktar av politiskari desperatión.
- At tosa um antin tunlar ella vælferð er reinur valretorikkur. Sjálvandi skal samferðslukervið útbyggjast, men vit kunnu hava ymsar meiningar um, nær best er at seta hol á tey ymisku prosjektini, sum eru samtykt í løgtinginum, metir Jógvan á Lakjuni.
Samgongan heldur
Heðin Zachariassen metir, at vit mugu venja okkum við ein nýggjan búskaparligan veruleika, eftir at globala fíggjarkreppan sló ígjøgnum. Tí er løtan ikki komin til íløgur í dýr tunnilsprosjekt. Og tað metir Bjarni Djurholm eisini.
Djurholm ásannar, at breitt samgongusamstarv í ringum tíðum er slítandi. Og hóast hann ikki sær nakran bráðan vanda, metir hann, at samgongan kann fara at ridla, um ósemjur sum hesar sleppa at eskalera.
Óli Breckmann heldur als ikki, at tunlarnir norður um Fjall eiga at fáa ta rúmd, teir hava fingið.
- Tunlarnir eru bert ein av mongum øðrum ósemjum. Og spurningurin er als ikki um “knald eller fald” fyri samgonguna, soleiðis sum summir fjølmiðlar royna at gera tað til. Flestu samgongulimirnir vita, at uppgávan nú er at fáa eina fíggjarlóg samtykta, við ella uttan hasar tunlarnar, sigur Óli Breckmann.