Hanus Thorleifsson hjá B36 var ikki í iva, tá vit fríggjamorgunin fingu orðið á hann, tá B36-ferðalagið hevði millumlent í Wien.
- Hatta var ein heilt fantastisk uppliving. Hon kann snøgt sagt ikki beskrivast. Áskoðararnir larmaður heilt øgiligt, og tað var ikki líkt nøkrum, sum eg áður havi upplivað.
Gjørdust tit ikki nervøsir, tá gangurin var so øgiligur?
- Jú. Serliga, tá vit komu út undan dystinum. Vit høvdu verið á vøllinum áðrenn, men tá vóru ikki so nógv fólk. Tá var tað heilt øðrvísi, tá dysturin byrjaði. Ikki minst, tá Anelka fekk hatta gula kortið. Tú fekk ilt í oyruni, sum tey ýldu.
Í morgun vóru spælararnir meira hvíldir, enn teir vóru eftir dystin í gjárkvøldi, og Hanus staðfesti eisini, at teir nú eru meira nøgdir, enn teir vóru í gjár.
- Vit vóru vónbrotnir, tá hatta seinasta málið fór inn, tí 3-0 hevði verið nógv vakrari. Hinvegin haldi eg, at vit í dag í nógv størri mun síggja hetta sum eina ótrúliga uppliving. At tapa fyri einum slíkum liði er als eingin skomm, men høvdu vit størri dirvi, so kundu vit kanska spælt enn meira við. Teir tóktust í øllum førum ikki vilja nýta ov nógvar kreftir, tá vit høvdu bóltin, og tí kundu vit kanska verið tolnari. Hinvegin sóu vit eisini, hvussu ótrúliga sterkt hatta liðið er. Tá vit fáa fatur í verjupartinum, byrja teir bara at hótta við skotroyndum, og tá fáa teir so tey bæði fyrstu málini. Men tað er kanska enn eitt tekin um munin á liðunum, tá tú kemur upp í handan flokkin.
Nú er so retur-dysturin eftir á Tórsvølli, og Hanus er skjótur at staðfesta, at eisini hetta verður tikið sum ein uppliving fyri B36.
- Sjálvandi vóna vit at vinna, men satt at siga, so veit eg ikki, um tað yvir høvur ber til móti slíkum liði. Men vit fara so avgjørt at gera okkara besta, og so er bara at vóna, at vit eisini kunnu røkka einum betri úrslitið, staðfesti hann.