”Eg haldi ikki at eg eri serstakliga stuttligur maður”

1. Hvat er góður humor?
Tað er góður humor, at hava tað stuttligt, saman við góðum vinfólki.

2. Er tað stuttligt "at liggja við Kaj"?
Hehe, ja, øgiliga stuttligt....

3. Hvat/hvør fær teg at flenna?

Eg havi nógv góð vinfólk, sum eisini eru ótrúliga stuttlig. Tað er eisini mangan stuttligt, at búgva í Føroyum. Um eg hugsi um tað, so er Føroyar eitt ótrúliga stuttligt land. Øll kenna øll – øll multitaska. Til dømis er Løgmaður onkuntíð Løgmaður, og onkuntíð fótbóltsspælari. Og vit hava løgtingslimir ella fólkatingslimir, sum eisini eru við í kabarettini.. Altso tað er gott nokk stuttligt.



4. Hevur tú nakrantíði upplivað, at fólk ikki hava flent, tá tey skuldu flenna?

Ja, tað havi eg mangan. Vit hava ikki altíð eins humor, og grína ikki altíð eftir somu tingunum. Eingin er líka, og eg haldi ikki altíð tað sama er stuttligt, sum onnur halda verða stuttligt. Men tá eg framføri, royni eg onkursvegna at leggja upp til tær stuttligu løturnar, soleiðis, at fólk vita nær tey skulu flenna, og nær tað er stuttligt.


5. Tá tú velur at gera eitt show, hvat vilt tú uppnáa?

Ehm, tað er kanska eitt sindur í tveimum. 1. Eg havi ikki nakað ímóti, at eitt show hjá mær verður væl dámt. 2. Eg vil eisini uppnáa, at geva mær sjálvum eina avbjóðing, sum eg kann læra av. Tað, at eg gjøgnumføri eitt show, er eins týdningarmikið og at fólk dáma tað.



6. Er tað stuttligt at vera stuttligur?

Hahaha, hatta var ein keðiligur spurning, og tað kanst tú gott sitera meg fyri. Ehm, tað veit eg ikki. Eg kenni nógv fólk, sum eru nógv stuttligari enn eg. Munurin er bara tann, at eg framføri við tí. Eg haldi annars ikki, at eg eri serstakliga stuttligur maður.



7. Hvat er títt besta ráð til Kaj Leo Johannesen?

Altso, eg veit ikki, hvat eg kann ráða sjálvum Løgmanni til. Men eg fari so í øllum førum ikki, at biðja hann leggja frá sær..........



8. Hvør dreymur ella hvat ynski skal realiserast í nærmastu framtíð?

Eg skal flyta inn í míni nýliga umvældu hús, og tað skal verða áðrenn jól. Vit hava búð í pappeskjum í tvey ár,og tað hevur verið ótrúliga keðiligt og strævið, men nú verður tað, at vit flyta. Tað gleði eg meg til.


9. Hvat hevur lívið lært teg?

Tja.. Ein kann undrast á, at lívið yvirhøvur er til. Eftirsum tað nú einaferð er til, so má man taka tað besta burturúr tí, og fáa so nógv og stuttligt burturúr sum møguligt.


10. Hvat er títt motto?

Tú spyr handan spurningin, sum um eg faktist havi eitt motto !?


11. Hvat er tað besta við at fara upp um morgunin?

Sært tú, eg eri, undir vanligum umstøðum, ein ógvuliga óorganiseraður persónur.. Eg eri limur í B-samfund felagsskapinum, ið er fyri fólk, sum ikki orka upp í morgunin. Fái onkuntíð teldupost frá B-Samfundet, men orki sjálvdan at lesa hann. So eg veit faktist ikki, hvat er tað besta við at fara upp um morgunin, tí eg eri ongantíð vakin tá..


12. Hvør er tín størsti veikleiki?

Tað er nakað tað sama. Eg eri ógvuliga óstruktureraður. Ella man kann siga, at eg mangli líka tað seinasta fakið í organisatoriskari útbúgvingini, fyri at fáa tað heila uppá pláss, so eg eri nokso rótutur.


13. Hvør er tín størsta styrki?

Eg haldi, at mín størsta styrki er, at eg tori at stóla uppá mína egnu undirbevístheit, ella mínar kenslur. Tað er ikki so býtt at lurta eftir tí, sum tú følir, tað kann jú verða, at tað ikki er so býtt.


14. Hvat hevði tú gjørt, um tú slapp at vera ósjónligur í ein dag (og hví)?

Altso eg var ikki fyrireikaður uppá handan spurningin, so eg veit ikki rættiliga hvat eg hevði gjørt. Men eg hevði so í øllum førum IKKI farið inn í skiftirúmið hjá gentunum í svimjuhøllini ella gingið nakin og malt...



15. Hvat er absolutt størsti brølarin, sum tú nakrantíð hevur gjørt?

Eg kann gott angra, at eg einaferð var í ball í Odense, tað var ein føroyingavetislu tað kvøldið og hon var samstundis við, at rústúrurin ha flokkinum hjá mær var. Eg valdi heldur, at fara í føroyingaveitsluna, og eg haldi, at tað gjørdi, at eg ongantíð bleiv intigreraður í flokkinum. Og tað skal eisini verða mítt ráð til onnur. Minnist til, at gera enn innsast fyri at intigrera tykkum millum onnur enn føroyingar, um tit flyta av landinum. Tað er nokso typiskt fyri føroyingar, at vit halda saman, og tí ikki læra aðra mentan at kenna.


16. Hvat er absolutt størsti brølarin, sum nakrantíð er gjørdur í Føroyum?

Ja altso, nú veit eg ikki, um man kann siga, at tað er størsti brølarin í Føroya søgu nakrantíð, men eg haldi so, at Kringvarpið hevur gjørt ein brølara, við ikki at satsa uppá at gera føroyskar filmar og fiktiónssendingar. Vit høvdu havt nógv at vísa á í dag, um Kringvarpið hevði satsa uppá hetta frá byrjan tíð.