Sundalagsstevnuna í Hósvík er klaksvíkingurin, Adolf Johannesen. Hann hevur búð í bygdini tey seinastu fimm árini. Og hann hevur lagt merki til, hvussu ótrúliga nógv motivir finnast í hesi lítlu, vøkru [...] Norðoyastevnu í heimbýnum Klaksvík. Hetta hevur hann hildið fram við líka síðani, og nú hann og familjan búsettust í Hósvík hevur hann ikki lagt pensilin á hyllina. Heldur tvørturímóti. - Her í Hósvík eru [...] Hugsa bara um ánna, fossin og alt hitt. Jú, hetta er eitt gott stað fyri ein listamálara, sigur Adolf. Í Klaksvík var hann rættiliga ofta úti í Borðoyavík og málaði. - Eg havi verið so nógv harúti og málað
vorðin liðugur, sum formaðurin í Brúkarasamtakinum hevur málborðið seg. Frá Bjørn Harlou á veterinærdeildini í Vinnumálaráðnum frætta vit, at ein dagføring av lógini er í umbúna, men at arbeiðið enn bert [...] at lesa á honum, at í 100 ml av mjólk eru 0,5 g av fiti. Leitar tú eftir innihaldinum av kolvætu, finnur tú eisini tað, umfram protein- og kaloriuinnihald. Og á eini kjøtpylsu standa í onkrum førum nøkur [...] og orkubýti í matinum Sjálvboðin upplýsing Hesir upplýsingar eru ein sjálvboðin tænasta, summir føroyskir framleiðarar eru so beinasamir at geva brúkarnum. Um ein framleiðari vil, kann hann, í morgin um
fyri at leita sær í aðrar bankar. Tann møguleikin finst gott nokk í Føroyum, men so at siga bert á pappírinum. Havandi í huga at rentustøðið í Føroyum frammanundan er munandi hægri enn í Danmark, virka hesar [...] leiðslan í Bank Nordik tekur í egnan barm og lækkar ómaksgjøldini aftur og gjarna eisini renturnar. Kundarnir eiga lívið í einum banka, og tað líkist ongum, at ein ávísur partur av kundunum – í hesum føri [...] --------- Fyrr var tað líka so givið sum amen í kirkjuni, at tá ein av størru peningastovnunum í Føroyum hækkaði rentur og ómaksgjøld, so fylgdu hinir í hølunum innan fáar dagar ella vikur. Soleiðis var
sjúkrahúsið bæði í Føroyum og í Danmark, tí longu sum hálvtannað ára gomul fekk hon fyrstu ferð krabbamein. Síðani er hon í fleiri umførum blivin frísk, men er so vorðin sjúk aftur. - Vit búðu í Havn, tá hon [...] verið til uppvenjingar á serdeidini í tveir mánaðir kundi Tóra saman við foreldrunum í november í fjør fara til Føroya, har hon skuldi halda fram við uppvenjing. - Hon fór í skúla rættiliga skjótt, eftir at [...] gomul hevur hon drigist við krabbamein í heilanum í fleiri umførum. Ein sjúka, sum upp á mangar mátar, hevur ávirkað og broytt lívið hjá familjuni á Fosságøtu 20 í Klaksvík. - Vit royna at liva soleiðis
fólk í ferðsluni um árið í Danmark, sum svarar til 4-5 fólk um árið í Føroyum (her liggur rætta talið eisini hægri í Føroyum). Høvd og hjarta mugu fylgjast Hugsa sær til, um nú 14.000 fólk doyðu í Danmark [...] seriøst í miðlunum. Hvat leggja føroyskir fjølmiðlar mestan dent á? Fert tú at útgreina evnisvalið í føroyskum fjølmiðlum, sæst skjótt, at tað snýr seg mest um fíggjarlig/búskaparlig viðurskifti í samfelagnum [...] ella seriøsur journalistikkur - mest sum dagdvølja, sum hoyrir heima í vikuskiftisundirhaldi ella í dámubløðum (og hvør tekur tey í álvara?). Viðkomandi journalistikkur Miðlafólk áttu at sett sær spurningin
Meðan eg var í lestrarørindum í Danmark fyrst í 80'unum, tá byrjaði alt kjakið í Danmark um útlendingar av álvara. Eg minnist serliga eina politiska plakat, har yvirskriftin var "lat okkum byrja í erva." Ú [...] Danmarkar og Týsklands, sigur Jógvan Mørkøre. Vit hava í fleiri umførum í meira enn eina øld havt mong túsund av okkara lansmonnum búsitandi og arbeiðandi í fremmandum londum. Nógv teirra búgva har enn og hava [...] ongum, og at stevið í samgonguni hevði verið hareftir. Blakið Heindrið prins úr landinum Tað kann hugsast at hava hjálpt upp á politisku støðuna, at drotningin við húski er á vitjan í hesum døgum. Fjølmiðlarnir
um tey ætlað sær upp í evrusamstarvið. Og sum eitt annað av høvuðssjónarmiðunum vísir nei-síðan á, at evran er fallin í virði við risalopum í mun til dollaran, líka síðani hon kom í verðina 1. januar 1999 [...] so fast í sinnini á donskum veljarum, at nei-síðan hevur havt viðrák og meirilutan við sær í meiningakanningunum uttan íhald í fleiri mánaðir. Tann sannroynd, at ein stórur meiriluti av limunum í Fólkatinginum [...] fylt nógv í valstríðnum. Høvuðsjónarmiðið hjá nei-síðuni er, at tað ikki er neyðugt hjá Danmark at fara uppí evru-samstarvið saman við hinum 11-limalondunum. Búskapurin í Danmark hevur tað so gott sum ongantíð
Í seks ár visti altjóða samgongan fyri frælsum ítrótti, at skipað doping fór fram innan frælsa ítróttin í Russlandi, stýrt av ovastu rók. Tað gerst greitt í skjølum, sum tíðindastovan AP, hevur fingið [...] fingið innlit í, og sum verða almannakunngjørd í morgin. Dopingin var so umfatandi, at lívið hjá russisku íðkarunum var í vanda. Sambært skjølunum nýttu 42 prosent av russisku íðkarunum doping. Russland varð [...] ikki at oyðileggja OL í London í 2012. - Málið um blóðtølini hjá russisku íðkarunum er nú so álvarsamt og gerst ikki betri (í veruleikanum møguliga verri), so ein umgangandi og týðandi avgerð má takast
var hann við gott mót. Røntgenmyndirnar vístu einki brot, men okkurt kundi bent á, at nøkur liðbond vóru toygd. - Onki er brotið, men eg havi fingið boð um at verða fullkomiliga í frið í eina viku. Eg [...] a væl, fær verið við í steypafinaluni komandi hósdag. - Tað sær einki serligt út við møguleikanum fyri tí í løtuni, men eg fari so at gera alt hugsandi fyri, at eg fái spælt við í finaluni, sigur Jákup [...] inn í umklæðingarrúmið, og síðani bleiv hann fluttur á Landssjúkrahúsið, har røntgenmyndir blivu tiknar av meidda fótinum. Avskrivar ikki steypafinaluna Tá ið vit hósmorgunin høvdu Jákup á Borg í telefonini
Muslimski føstumánaðurin, ramadan, byrjaði í gjár, og í fleiri londum stúra myndugleikarnir fyri, at yvirgangsbólkar fara at misbrúka føstuna til atsóknir. Í Egyptalandi hevur løgreglan fingið boð um at [...] ni í Sinai, skrivar AP. Tey bæði seinastu árini hevur muslimski føstumánaðurin verið blóðugur. Ein orsøk er, at summir víðgongdir muslimar halda seg fáa eitt serliga gott umdømi, um teir lata lív í einari [...] einari halgari søk í føstumánaðinum. Søgnin sigur eisini, at Muhammed og hansara menn vunnu fleiri sigrar á teimum vantrúgvandi í føstumánaðinum, sum er tann seinasti og tann mest halgi av teimum níggju