Óttaðist fyri lívinum hjá russiskum íðkarum

Julia Rusanova er ein teirra, sum hevur avdúkað russisku dopingina í frælsum ítrótti

Í seks ár visti altjóða samgongan fyri frælsum ítrótti, at skipað doping fór fram innan frælsa ítróttin í Russlandi, stýrt av ovastu rók. Tað gerst greitt í skjølum, sum tíðindastovan AP, hevur fingið innlit í, og sum verða almannakunngjørd í morgin. Dopingin var so umfatandi, at lívið hjá russisku íðkarunum var í vanda.

Sambært skjølunum nýttu 42 prosent av russisku íðkarunum doping. Russland varð í fjør útihýst frá altjóða kappingum í frælsum ítrótti, men nú vísa skjøl altso, at IAAF visti um dopingnýtsluna heili seks ár framman undan, men valdi at goyma kunningina, eftir øllum at døma fyri ikki at oyðileggja OL í London í 2012.

- Málið um blóðtølini hjá russisku íðkarunum er nú so álvarsamt og gerst ikki betri (í veruleikanum møguliga verri), so ein umgangandi og týðandi avgerð má takast, skrivaði Pierre Weiss, sum tá var aðalskrivari í IAAF, í einum brævi dagfest 14. oktobur 2009.  Brævið var til Valentin Balakhnitsjev, táverandi forseta í russiska sambandinum fyri frælsan ítrótt. Balakhnitsjev er útihýstur frá frælsum ítrótti upp á lívstíð.

- Ikki einans snýta hesir íðkarar sínar kappingarneytar, men við slíkum tølum seta teir ennta sína heilsu og lív í álvarsaman vanda, skrivaði Weiss.

Sambært Pierre Weiss prógvaðu dopingroyndirnar tiknar undir HM í 2009, at Russland fekst við systematiska nýtslu av blóðdoping og EPO. Russland vann 13 heiðursmerki í HM í 2009.

Avdúkingin hjá AP kemur illa við hjá IAAF. So seint sum seinasta mikudag vísti núverandi aðalskrivari, Sebastian Coe, at samgongan hevði roynt at dult nakað.

- Allar positivar dopingroyndir vóru revsaðar. Einki varð dult, segði IAAF, og vil vera við, at serliga gott eyga varð hildið við teimum íðkarum, sum vóru favorittar at vinna heiðursmerki í OL í London.