Báðir partar hava í valstríðnum spælt nógv upp á óttan. Óttan fyri hvat hendir, tá ið meirilutin sigur annaðhvørt "ja" ella "nei". Nei-síðan ber ótta fyri, at Danmark dettur burturímillum í evropeiska samstarvinum, og ja-síðan ber fyri so vítt ótta fyri júst tí sama. At Danmark verður eitt isolerað land og skúgvað til viks, tí landið ikki av heilum huga vil luttaka á jøvnum føti við hini ES-londini.
Eisini tær búskaparligu avleiðingarnar hava fylt nógv í valstríðnum. Høvuðsjónarmiðið hjá nei-síðuni er, at tað ikki er neyðugt hjá Danmark at fara uppí evru-samstarvið saman við hinum 11-limalondunum.
Búskapurin í Danmark hevur tað so gott sum ongantíð áður, arbeiðsloysið er lítið og einki, og framgongd er á at kalla øllum økjum. Hesin framburður er skaptur við donsku krónuni, og tí er ikki neyðugt at fara upp í Búskapar- og gjaldoyrasamgonguna.
Nei-síðan vísir eisini á Bretland og Svøríki, sum somuleiðis standa uttan fyri samstarvið. Har gongur tað eisini so væl sum sjáldan áður, og tey bæði londini hava ikki sett nakra tíðarætlan fyri, nær ella um tey ætlað sær upp í evrusamstarvið. Og sum eitt annað av høvuðssjónarmiðunum vísir nei-síðan á, at evran er fallin í virði við risalopum í mun til dollaran, líka síðani hon kom í verðina 1. januar 1999.
Hesi sjónarmiðini eru grógvin so fast í sinnini á donskum veljarum, at nei-síðan hevur havt viðrák og meirilutan við sær í meiningakanningunum uttan íhald í fleiri mánaðir. Tann sannroynd, at ein stórur meiriluti av limunum í Fólkatinginum mælir dønum til at atkvøða ja, hevur ikki enn megnað at broytt henda veruleika.
ES-skeptiska danska veljarafjøldin lurtar ikki eftir politikkarunum, tá ið um ES ræður. Tá atkvøður veljarin við hjartanum, og eru fyrimunirnir við einari broyting ikki nóg eyðsýniligir ? ja, so er ikki neyðugt við broytingum, tykist veljarin at hugsa.
Teir fimm flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Vinstra, Konservativi Fólkaflokkurin, Radikala Vinstra og CD stúra hinvegin fyri gongdini, um danir veruliga siga nei. Sjáldan - um nakrantíð, hava teir staðið so væl saman sum í hesum valstríðnum. Og boðskapurin er greiður: Danmark verður b-limur í ES, um veljararnir siga nei. Rentan fer at hækka, um krónan framvegis skal standa einamøll, arbeiðsloysið økist, minni verður til privata nýtslu, og trupult verður at lokka fyritøkur til Danmarkar ella at verða verandi í Danmark. Og ikki er óhugsandi, at neyðugt verður við búskaparligum inntrivum, um danir siga nei, hevur danska stjórnin hótt við.
Men danir hava tað gott, sum er, og tað er helst orsøkin til, at hóttanirnar hjá ja-síðuni ikki rína við í so stóran mun, sum ja-síðan kundi hugsað sær.
Men lærdir av undanfarnum valstríðum vita bæði ja- og nei-síðan, at sluttspurturin er avgerandi fyri, hvør vinnur valið. Tí verða allar góðar kreftir settar í verk í dag og í morgin.
Eitt er so greitt, og tað er, at hóast føroyingar helst taka við evruni, um danir gera tað, so verða tað ikki føroyingar, sum koma at avgera valið heaferð eins og á seinasta Fólkatingsvali.










