Muslimski føstumánaðurin, ramadan, byrjaði í gjár, og í fleiri londum stúra myndugleikarnir fyri, at yvirgangsbólkar fara at misbrúka føstuna til atsóknir.
Í Egyptalandi hevur løgreglan fingið boð um at standa tilbúgvin, sjálvt um myndugleikarnir royna at vissa útlendsk ferðafólk um, at teir hava ikki fingið nakra ábending um komandi atsóknir. Ísraelsku myndugleikarnir hava kortini mælt sínum ríkisborgarum frá at fara til tey væl umtóktu frítíðarstøðini í Sinai, skrivar AP.
Tey bæði seinastu árini hevur muslimski føstumánaðurin verið blóðugur. Ein orsøk er, at summir víðgongdir muslimar halda seg fáa eitt serliga gott umdømi, um teir lata lív í einari halgari søk í føstumánaðinum. Søgnin sigur eisini, at Muhammed og hansara menn vunnu fleiri sigrar á teimum vantrúgvandi í føstumánaðinum, sum er tann seinasti og tann mest halgi av teimum níggju mánaðunum í tí islamska árinum.










