arbeiða. Tá fer oynni kanska at vera lívi lagað, og kanska fer at verða gjørligt aftur at seta gongd í fólkavøksturin. Eg loyvi mær at ivast. Tað er víst, at tað ber til at pendla ímillum, tá ið henda [...] henda ferja verður veruleiki. Og tá verður ikki neyðugt hjá suðuroyingum at flyta til Havnar, um teir vilja hava tey feitu arbeiðini, ið har eru at fáa. Hetta er sum so eisini rætt, men tað er trupult at síggja [...] ivast í, at nógv eru, ið hava hug at nýta stóran part av degnum upp á at pendla yvir eitt longri tíðarskeið. Tað kann ganga ein mánað ella tveir, ella kanska eitt heilt ár. Tá vildi eg mett, at fólk fóru
Skotland, Baranda og Barjama, og kom fyritøkan tá at at hava alstóran týdning fyri vøruflutningin til Føroya. Hesum stóð Bob, sum hann var kallaður, á odda fyri, og tá var ofta arbeitt dag og nátt fyri at fáa [...] verið neyðugt allar tíðir at hava samband við onnur lond, serliga grannalond. Tí finnast nógvar slóðir eftir føroyingum í hesum londum eins og sjáldsama nógvir útlendingar hava gjørt seg galdandi í Føroyum [...] 2. januar 1846. Tá ið Katrina var ung, hevði hon fingið eyga á henda unga drong á Skálatoftum. Hetta dámdi als ikki foreldrunum. Hon var bóndadóttir í Miðstovuni, sum var eitt valahús, stórur bóndagarður
1974, og tá er tað, at tey fáa samband við Knút og Mary. Diddan hevði hoyrt um tey í Føroyum og hevði fingið teirra telefonnummar. Tey vóru eisini nærum grannar. Tað kann tað kallast í Amerika, tá ið tað [...] forsetaval, og er tað kanska enn meira nú. Fyrsta stigið í einum slíkum vali er undanvalini, sum vit hava hoyrt so nógv um í vár. Fyri at sleppa at velja skal hvør veljari skrásetast. Hann kann velja at [...] aftur til Føroyar Knút legði frá sær hjá Mærsk í 1991. Tá fluttu tey norður til Seattle-leiðina við markið til Canada, har tey fingu sær eini hús, sum lá út til sjógvin. Knút fekk sær bát, so hann kundi
hoyra um málið í rættinum, hava tólv skyldfólk valt at sita í Dómhúsinum og lurta. Foreldur, systkin og onnur. Tey vilja hava at vita, hvat er hent. Nógv stóð á hjá fleiri teirra, tá ið ákærin mánadagin greiddi [...] triðja og fjórða lagi hevur skuldsett hann fyri at hava medvirkað til manndráp, kanska saman við øðrum, at hava lagt á Pidda, sum doyði av tí og fyri at hava medvirkað til harðskapin og kanska saman við øðrum [...] í rættinum. Hon legði nevningunum eina við, hvat tey serliga skulu hava í huganum. Kanningarnar hava verið sera umfatandi. Tey hava kannað telefonir og teldur, gjørt umfatandi kanningar á bbústaðnum hjá
eisini inni á gólvinum hjá Kollek. Hetta var ein serstakur heiður. Men tá var hann veikur og doyði longu í januar 2007. Hann fekk tá eina statsjarðarferð. Eysturríkari føddur í Budapest Teddy Kollek var [...] arbeiða fyri jødiskum áhugamálum. Tá kundu jødar framvegis fáa loyvi at fara úr økjum, har nasistarnir høvdu valdið. Í sínum royndum í 1938 at fáa jødar út úr tí tá nasistiska Eysturríki, fundaðist [...] eina samtykt hjá undanfarna býráð-num um at byggja eini nýggj ráðhús. Gamla ráðhúsið lá kloss í markið til Eystur-Jerusalem, sum tá var undir jordanskum ræði. Tað skuldi vera ov vandamikið fyri býráðið
rættskikkað, sum tað gongur. Harrans vegir eru tó ikki okkara, og vit hava onki annað val enn at trúgva tí, at hetta er Hansara vilji. Vit eru bara eitt lítið blunk í stóra tíðarhavinum og eiga ikki avgerðina [...] mær boðini um lívlát Sofusar í Selvindi. Sum smá- og skúladreingir fingust vit við alt fyrifallandi. Í sildatíðini lossaðu vit veiðuna upp úr sluppum og skonnartum úti á keiuni. Tað var eitt øgiligt baks [...] og ræðuleikar í váta elementinum, høvdu og hava kanska, ein dreym um at síggja synirnar í hesum sama bardaga. Helst ein merkilig staðfesting av ikki at hava livað til fánýtis. Táið verkurin tó ikki var
heilhjartaðum studentavini og idealistiskum partamanni farvæl fyri síðstu ferð. Vit hava kenst í næstan hálva øld ? vit hava prátað saman, skemtað, og ofta vitjað hvønnannan, hóast stóra geografiska distancu [...] ikki siga frá tí! Tíðliga fyrrapartin sjeynda februar tosaðu vit eina góða løtu í telefon, sum vit javnliga plagdu, og fyrst og fremst skiftu vit orð um tað brandaktuella fólkatingsvalið, sum skuldi vera [...] leingi høvdu havt reinan meiriluta á javnaðarborgini Hvidovre! Vit eru ein ovurstórur skari av fólki, sum hava sitið væl í Atlastovu og hava nógv hugnalig og stuttlig minnir frá mongum symposium í Hvidovre
um tey beklaðu eina tuflu. Her hava teir verið og rikið neyðars seyðin úr fjara haganum í tronga, leggja so á hann við knívum at meinsla. Vit børn verða hartað, bert vit slíta eitt bein av einum grindalokki [...] hæddina í byrjanini av »Endurminningum«. Tá ið umhvørvi og hendingar skiljast heilt bókstaviliga av einum smádrongi slepst ikki undan, at tey fáa ein skemtiliga dám. Og tá ið hann ikki fær nakra reiðiliga f [...] kom tað tó at hava stórar avleiðingar«. Fleiri ár eftir hetta ríður rulkurin honum sum marran, og ikki fyrr enn mamman sigur við hann, at rulkurin er ikki til, at tað bara er nakað, tey hava lokkað fyri
Felagsskapurin millum menn umborð á skipum – skipsmanningar – er ein slíkur, men vit, sum eru børn hjá monnum, ið hava verið nógv burturi, vita um annan felagsskap, sum kemur í ímillum konur teirra, ið [...] kommunur vórðu skipaðar, og Petur helt fram hetta valskeiðið og eftir at hava tikið eitt tørn afturat gavst hann við árskiftið 1974/75, tá hann ikki lat seg stilla uppaftur. Kendi onkran sum sat í forstanda [...] hendan skilagóða heiðamannin, sum ikki lat seg taka av bóli, líkamikið hvussu elementini rasaðu, tað veri seg í ódnarveðri á Hvarvinum ella aðrar staðir. Støðugt í javnvág, búgvin til at taka tær røttu a
gongufelag Spákingartúrurin á Viðareiði verður sunnudagin. Vit møtast við kirkjuna á Viðareiði kl. 12. Farið verður í kirkju og eftir guðstænastuna fáa vit eisini høvi at vitja prestagarðin, har m.a. sera áhugaverdir [...] Fimleikur, Greta Ellingsgaard. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kl. 11 Lesibólkurin: Vit lesa: ”Børnene” Ida Jessen. Hittast 29. okt. Vit halda til á bókasavninum. Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin. Kl. 14-15 Boccia [...] Fimleikur, Dánjal Húsgarð. Øll eru hjartaliga vælkomin. Opið hús. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Pensionistafelagið