Teddy Kollek 100 ár: Borgmeistarin í Jerusalem sam­skifti við Eichmann og Johan í Hesti

Fríggjadagin 27. mai eru liðin 100 ár síðan fyrrverandi borgmeistarin í Jerusalem Teddy Kollek varð føddur. Hann hevði eisini samband til Føroyar. Tí fara vit hesa ferð at greiða frá Kollek og konu hansara Tamar

Eg kendi Teddy Kollek eitt sindur. Kennskapurin byrjaði í 2002, tá ið Johan Niclasen doyði. Hann var bygdaráðsformaður í Hesti í heili 28 ár og var ísraelsvinur um ein háls.
Johan hevði samband við Teddy Kollek, sum eisini hjálpti honum at fáa læknaviðgerð í Ísrael.
FF-blaðið boðaði Teddy Kollek frá, tá Johan Niclasen var deyður. Hetta skapti samskifti við Teddy. Hann fekk javnan tilfar og eisini gávur úr Føroyum, sum hann virðis­metti. Í hesum brævaskifti segði hann seg fegnan vilja vitja Føroyar, men at aldurin forðaði hesum.
Í samband við eina vitjan í Ísrael í oktober 2006 var eg eisini inni á gólvinum hjá Kollek. Hetta var ein serstakur heiður. Men tá var hann veikur og doyði longu í januar 2007. Hann fekk tá eina statsjarðarferð.

Eysturríkari føddur í Budapest
Teddy Kollek var føddur tann 27. mai 1911 nærindis Budapest í Ungarn. Foreldrini vóru úr Eysturríki, men pápin starvaðist eitt skifti í Ungarn. Seinni flutti familjan aftur til Wien, har Kollek seinni gjørdist heiðurs­borgari.
Teddy gjørdist á ungum árum zion­ist­ur um ein háls. Eisini var hann íðin sosialistur, eins og nógvir av ísraelsku undan­gongu­monn­un­um..
Hvussu snúðin Teddy var, vísti hann longu í 1934. Tá sníkti hann seg inn í nasistiska Týskland og fekk hann bjargað úr landinum eitt barn hjá eini jødiskari familju, sum hevði verið noydd at rýma úr Týsklandi til Eysturríki uttan at fáa barnið við sær.
Í tríatiárunum merktist ein økjandi antisemitisma í Miðeuropa, og Teddy gjørdi av at búseta seg í Palestina
Í 1934 flutti Teddy Kollek til Palestina, har hann var við til at stovna eina kibbutz við Genesa­ret­vatnið. Tamar kom aftan á honum, og tey giftust í 1937.

Fekk Eichmann at bjarga jødum
Longu í 1938 varð Teddy sendur til Europa at arbeiða fyri jødiskum áhugamálum. Tá kundu jødar fram­vegis fáa loyvi at fara úr økjum, har nasistarnir høvdu valdið.
Í sínum royndum í 1938 at fáa jødar út úr tí tá nasistiska Eystu­r­ríki, fundaðist Teddy eisini við Adolf Eichmann um at loyva ung­dómum at flyta av landinum. Teddy segði Eichmann at vera høvisk­an, og tað gekk ikki long tíð til Eichmann gav hetta loyvi.
Mett verður, at Teddy var við til at bjarga 3.000 jødum frá nærum tí vissa deyða.
Teirra næsta samband var, at í 1961 hevði Teddy sum aðalstjóri hjá Ben Gurion ábyrgdina av at skipa fyri rættarmálinum ímóti Eich­mann í Jerusalem. Hetta endaði við, at Eichmann varð deyðadømdur.
Tað var ikki fyrr enn í 1942, at Teddy Kollek í jødiskum ørindum í Turkalandi á fyrsta sinni frætti um hóptýningina av jødum. Hetta var sjálvsagt ein hvøkkur, og Teddy skilti ikki, at teir sameindu ikki bumbaðu jarnbreytalinjurnar til týningarlegurnar.
Hetta styrkti Teddy í ásannanina av, at jødar máttu fáa teirra egna heimland, har teir kundu liva í friði og náðum.
Í 1943 kemur Teddy heim aftur til Palestina. Beint eftir, at kríggið var av, fór hann aftur til Europa, har framtíðin hjá jødunum skuldi skipast. Tá var tað, at "ólógliga" innflytingin av jødum til Palestina tók dik á seg.
Staturin Ísrael verður fyrireikaður
Í 1947 verður Teddy av Ben Gurion sendur til USA, og her upplivir hann, at ST í 1947 samtykkir, at ein jødiskur statur skal setast á stovn.
Hetta setti ikki smávegis krøv til nýggju leiðsluna, sum skuldi taka yvir. Eitt tað týdningarmesta var at fáa vápn, so nýggja landið kundi verja seg. Teir vistu, at hesum kom at verða tørvur á.
Teddy fekk hetta sum eina uppgávu. Vápnini skuldu ikki bert keypast, tey skuldu eisini gjaldast. Her var tað uppgávan hjá Teddy at seta seg í samband við jødiskar pengamenn at fáa stuðul. Við teim­um evnum, sum Teddy hevði, eydn­aðist hetta eisini. Síðani skuldu vápnini fáast upp á pláss til tíðina heima í Ísrael.
Staturin Ísrael varð stovnaður 14. mai 1948, og dagin eftir løgdu arabarar á. Men so væl varð fyri­skipað, at Ísrael kundi verja borg.

Næsti maður hjá David Ben Gurion
Í 1952 verður Teddy, sum tá var sendimaður í USA, boðsendur av David Ben Gurion, at koma heim at gerast aðalstjóri í ísraelska for­sætismálaráðnum. Hann sat í hes­um starvi inntil 1964. Hann bleiv tískil næsti maður hjá David Ben Gurion, sum var fyrsti for­sætis­málaráðharri Ísraels. Her var eisini brúk fyri teimum evnum, sum Teddy hevði at fáa umsitingina at virka til fulnar.
Í 1964 kemur split í arbeiðara­flokkin Mapai. Ben Gurion fer burt­ur úr flokkinum og stovnar saman við øðrum ein nýggjan ar­beiðara­flokk, sum kallaðist Rafi. (Flokkarnar løgdu saman aftur í 1966, tó uttan Ben Gurion.) Teddy fer saman við Ben Gurion upp í nýggja flokkin, og báðir fara úr forsætis­málaráðnum.

Verður borgmeistari í Jerusalem
Men í 1965 skuldi vera val til bæði tingið, Knesset, og til býráð kring landið. Teddy noktaði at stilla upp til Knesset, men hann eftirlíkaði, eftir fyrst at hava bor­ið seg und­an, at stilla upp sum borg­meistara­evni í Jerusalem. Hann roknaði kortini ikki við at verða valdur.
Men valið fall soleiðis út, at hann kundi skipa samgongu við høgraflokkarnar og soleiðis seta tann gamla arbeiðaraflokkin uttan­­fyri.
Eitt tað fyrsta hann gjørdi sum borgmeistari var at ógilda eina sam­tykt hjá undanfarna býráð-num um at byggja eini nýggj ráð­hús. Gamla ráðhúsið lá kloss í markið til Eystur-Jerusalem, sum tá var undir jordanskum ræði. Tað skuldi vera ov vandamikið fyri býráðið at vera so nær markinum til fíggindan. Kollek dugdi ikki at síggja nakra orsøk til, at býráðið skuldi søkja sær tryggari stað, sam­stundis sum fleiri túsund íbúgv­ar framvegis livdu í tí sama vand­anum, sum býráðið vildi sleppa sær burturúr.
Longu í 1967 varð Jerusalem sam­eindur sum býur aftan á seks­dagakríggið. Teddy legði frá fyrsta degi, eisini eftir sameiningina, stór­an dent á, at arabarar skuldi fram­­vegis kunna kenna seg sum heima í býnum.
Teddy segði, at “okkara uppgáva er at fáa fólk at liva saman. Her eru jødar frá 104 ymiskum bak-grundum, og vit hava 40 ymiskar kristnar rætningar. Tí ræður um at fáa hesi fólk at virða hvønn annan.” Hetta var eisini galdandi fyri muslimar

Fekk milliardir í privatum stuðli
Fíggjarætlanin hjá býnum var ikki nóg stór til at fíggja allar ætlanirnar hjá Kollek. Í 1966 setti hann á stovn Jerusalem Foundation, hvørs endamál var at savna pening til at fíggja parkir, sjúkrahús, læru­­stovnar, umhvørvisstovnar og annað. Tað eydnaðist hesum grunni at útvega 1 milliard dollarar í privat­um stuðli, sum hava fíggjað 1400 verk­ætlanir. Hetta sæst alt eisini aftur nógva staðni í býnum.
Kollek var formaður fyri Jerusa­­­lem Foundation, og her var hann virkin, til hann var 90 ára gam­al.
Sum borgmeistari var hann eitt arbeiðsjarn. Hann kundi fara upp kl. 4 á morgni fyri at heilsa skrelli­monnunum. “Teir hava eitt hart arbeiði. Onkur má vísa teimum, at teir eru virðismettir”.
Hansara telefonnummar stóð í telefon­bókini, so borgararnir kundu vita, hvar teir skuldu venda sær, um til dømis gøtuljósini ikki virkaðu.
Aðrar morgnar kundi hann síggjast við einum bandupptakara, har hann las alt tað inn, sum trongdi til ábøtur. Morgunin eftir kannaða hann, um tað var gjørt.
Sum borgmeistari var hann av mongum mettur at vera hóvligur, og arabiska fólkið í býnum hevði tí stórt álit á honum. Hann setti seg eisini ímóti at flyta stjórnarsætið úr Tel Aviv til Jerusalem, tí hann helt, at hetta kundi økja spenn­ingin millum arabar og jødar.
Í 1993 tapti Kollek borgmeistara­sessin til umboðið fyri Likud, Ehud Olmert, sum seinni gjørdist for­sætismálaráðharri í Ísrael. Men tá var Kollek eisini 82 ára gamal. Seinni mátti Olmert leggja frá sær sum forsætismálaráðharri vegna ákærur um mutur.
Framvegis minnist fólkið í Jerusalem Teddy Kollek. Okkara arabiski bussførari í 2006 fekk nærum stjørnur í eyguni, tá tosað varð um Kollek. Hann var ein "great man!"