Vinskapurin hjá teimum báðum stavar tó ikki frá Havnini, men úr California vestast í USA. Tær hava báðar eina áhugaverda søgu.
Mary er tann eldra av teimum. Hon er ættað av Nesi í Eysturoynni og giftist við Knút Olsen úr Havn. Hann var sonur Hedvig og Jóhannes Juul Olsen, sum búðu úti á Reyni í Havn. Her búðu Knút og Mary eisini fyrstu árini.
Knút var yvirmaður hjá Mærsk og var skipari í mong ár. Á veg heim til Føroya í september 1970 var hann í flogfarinum, sum datt niður í Mykinesi. Hann kom tó hampiliga væl burtur úr tí.
Í 1971 fær Knút til arbeiðis at vera ”portcaptain” hjá Mærsk í USA. Fyrst var hann eina tíð í New York, men flutti so yvir til San Francisco. Hansara arbeiði var at skipa fyri lossing og lasting, tá ið skipini hjá reiðarínum komu inn. Knút var roknaður av Mærsk fyri at vera sera dugnaligur í sínum arbeiði. Hetta gjørdi so tað, at Mary saman við yngsta soninum Johannes Juul flutti til USA, har hon kom at búgva í eini 30 ár.
Kom inn í Demokratiskt umhvørvi
Diddan er dóttir Onnu f. Samuelsen, ættað úr Lorvík, og Otto Brimheim í Havn.
Hon kom á fyrsta sinni til USA sum 20 ára gomul í 1965. Hon hevði fyrst verið í Onglandi, men fekk so eitt arbeiði sum aupair genta hjá eini familju í høvuðsstaðnum í USA, Washington D.C. Samstundis, sum hon passaði børn, gekk hon í skúla.
Maðurin í húsinum var løgfrøðingur. Eitt av hansara arbeiðum var at vera ráðgevi hjá Joe Tydings, sum var limur í senatinum fyri Maryland, sum er ein grannastatur hjá Washington. Hann umboðaði demokratiska flokkin, og tað sama gjørdi adoptivipápi hansara Millard Tydings undan honum. Hann var limur í umboðsmannatinginum 1923-27 og í Senatinum 1927-51. Sjálvur var Joe limur í senatinum 1965-71.
Hetta heim var tískil sera nógv merkt av politikki. Nógv var eisini tosað um politikk við hús. Diddan kom hesa tíðina at fáa eitt gott innlit í amerikanskan politikk. Hon fekk ”pass” til senatið og plagdi at síggja Kennedybrøðurnar Edvard og Robert og aðrar kendar politikkarar. Robert stílaði jú eftir at verða forseti men varð myrdur í 1968. Edvard er framvegis limur í Senatinum. Eisini fekk Diddan atgongd til hægstarætt og slapp tá eisini at síggja, hvussu amerikanska rættarskipanin virkaði.
Hetta skapti ein serligan áhuga fyri politikki hjá Didduni, og hon gjørdist ein sannførdur stuðul hjá Demokratiska flokkinum.
Hon plagdi eisini at vitja Smitsonian Institute, sum umboðar 19 søvn og 5 granskingarmiðdeplar bert í Washington umframt ein hóp av stovnum um alt USA. Hetta var eisini stak læruríkt.
Her kom Diddan fyrstu ferð at smakka burgara, og sá eisini fyrstu ferð eina teldu. Hon var tó so stór, at hon fylti eitt heilt rúm!
Í Washington kom Diddan saman við eina føroyska gentu, Hildigarð úr Sumba. Hon arbeiddi sum húshjálp á donsku sendistovuni í Washington. Her arbeiddi eisini tá ein kendur føroyingur, nevniliga Einar Kallsberg, sum stórar vónir vóru settar til í Føroyum. Men tíverri doyði hann í besta aldri.
Hildigarð og Diddan avráða sínamillum, at tær skuldu søkja inn á sjúkrasystraskúlan í Føroyum, og tær verða báðar upptiknar.
Fær samband við Mary
Tær koma so heim aftur til Føroyar. Her møtir Diddan ein ungan amerikanara, sum hevur sivilt arbeiði í Mjørkadali. Tey giftast í Føroyum.
Tey fluttu fyrst til Skotlands, har tey búsettu seg norðanfyri Aberdeen, og vóru har í hálvtriðja ár. Í Skotlandi fingu tey síni fyrstu børn, Scott og Anna.
Í november 1972 flyta tey til USA. Í fyrsta umfari búsetast tey í Kansas City, haðani maðurin var ættaður.
Tey flyta til California í 1974, og tá er tað, at tey fáa samband við Knút og Mary. Diddan hevði hoyrt um tey í Føroyum og hevði fingið teirra telefonnummar. Tey vóru eisini nærum grannar. Tað kann tað kallast í Amerika, tá ið tað bert eru 45 minuttir at koyra.
Diddan ringir so til Mary, sum bjóðar teimum at koma inn á gólvið. Hetta var byrjanin til teirra lívslanga vinarlag, sum millum annað hevur merkt, at Diddan hevur búð hjá Mary, nú hon hevur verið heima í Føroyum.
Stutt eftir fekk Diddan annars vitjan av Karen Wellejus. Hon er dóttir tann kenda danska radiohandlaran Fritjof Wellejus, sum var tann fyrsti, sum seldi radio í Føroyum. Hon var farin til Danmarkar undan krígnum, men var ein av teimum, sum ikki slapp heim aftur. Hon hevði kent Súsannu, systir Knút, og tann vegin komu tær at kennast. Karen var so eisini gift við amerikanara og búsett í Kansas City. Hon verður 85 ár í næstum.
Diddan kom nógv saman við Mary og Knút, og tey eru eisini faddrar hjá yngstu dóttir hennara, Miu Kristinu.
Demokratiski flokkurin
Framvegis var Diddan ein íðin stuðul hjá demokratiska flokkinum. Men her var hon sera ósamd við Knút, sum sá stórt bæði í Nixon og Reagan, men tey vóru líka góðir vinir fyri tað.
Diddan er ikki amerikanskur ríkisborgari og sleppir tí ikki sjálv at velja. Men hon kann sannføra onnur. Í fyrsta umfari hevur tað verið hennara egnu børn, sum eisini taka undir við hennara flokki.
Her skal fyrst sigast, at valið í USA er ikki bert eitt forsetaval. Tað er ein rúgva av umboðum, sum skulu veljast til ymiskar stovnar umframt til tingið, sum hevur sæti í Capitol í Washington. Millum annað eisini dómarar, sheriffar, so tað er nóg mikið at seta seg inn í og at taka støðu til.
Diddan var annars eisini virkin til seinasta forsetaval, og er tað kanska enn meira nú.
Fyrsta stigið í einum slíkum vali er undanvalini, sum vit hava hoyrt so nógv um í vár. Fyri at sleppa at velja skal hvør veljari skrásetast. Hann kann velja at lata seg skráseta sum republikanskur, demokratiskur ella óheftur veljari. Til sjálvt forsetavalið bindir hetta kortini ikki. Mannagongdin er tann, at fyrst skal roynast at fáa flest møguligar veljarar at skráseta seg, helst hjá sínum egnu flokkum.
Til undanvalini kunnu veljarar so bert velja valevni fyri tann flokk, har teir eru skrásettir.
Stuðlaði fyrst Hillary….
Síðan er tað avgerandi hjá einum virknum floksstuðli at fáa valt sítt valevni í flokkinum. Til hetta forsetavalið var Diddan í fysta umfari stuðul hjá Hillary Clinton, sum upprunaliga var greiður favorittur at gerast demokratiskt forsetavaleni.
Uppgávan er so at fara frá fólk til fólk og royna at sannføra tey um dygdina á júst sínum valevni. Við teldutøknini verður hetta eisini gjørt við at senda teldupost til tey ein kennur, og so at fáa tey at senda hann víðari til fólk, sum tey kenna.
Diddan hevur eisini verið á veljarafundi saman við Hillary og hevur heilsað upp á hana. Hon var eisini rættuliga imponerað av Hillary. Hon hevði eina framløgu upp á ein tíma uttan manuskript og uttan at hakka í tí. Aftaná vóru spurningar, og hon stóð ikki føst í nøkrum teirra. Diddan heldur, at hon kundi verðið ein góður forseti.
Tað var tó ymiskt, hvat børnini hjá Didduna arkvøddu, hóast tey øll valdu ein demokrat. Eitt teirra atkvøddu fyri Hillary Clinton, eitt fyri Barack Obama og eitt fyri John Edvards. John Edvards kom ikki langa leið í stríðnum, áðrenn hann gav upp. Hann hevur verið nevndur sum varaforsetaevni. Men eftir, at hann er tikin við ”buksunum niðri” saman við einum øðrum konufólki, samstundis sum hann hevur eina kreftsjúka konu, er hann úti av myndini!
Hillary vann í Californina og øðrum stórum statum, men hetta var ikki nóg mikið. Tað verður tosað um, hví Hillary hóast alt tapti. Hetta heldur Diddan vera jaulosi ella øvundsjúka. Tey eru nógv, sum ikki kunnu torga Hillary, summi enntá hata hana. Av einum konufólki at vera í poltikki er hon jú ógvuliga brasin. Øll møgulig ósaklig argument hava verið brúkt ímóti henni. Millum annað, at hon brúkar mannin Bill sum lopfjøl fyri at koma framat, hóast hon saktans kundi klára seg eins væl uttan hann. Her er snøgt sagt talan um ta sokallaðu jantulógina.
…..men stuðlar nú Obama
Nú stuðlar Diddan so Obama av heilum huga. Hann hevur eisini havt eina merkisverda karrieru. Pápin er úr Kenya, og Obama hevur búð mong ár í Indonesia, hagar mamman varð gift. Hon er deyð nú.
Hjá Didduni er tað sera umráðandi at fáa ein demokrat til forseta. USA hevur nú í átta ár eftir hennara tykki havt ein ódugnaligan forseta, hvørs høvuðsavrik hevur verið at bróta niður ta lóggávu, sum demokratarnir hava bygt upp í ártíggir. Tað er ein sannroynd, at demokratiski flokkurin hevur staðið fyri teimum nýskipanum til verju av borgarunum, sum eru framdar á lóggávuøkinum í USA tey nógvu seinastu árini, heilt aftur til Roosevelt í 1930-unum.
Kríggið í Irak hevur verið ein vanlukka, sum er bygd á ósannindi hjá Bush og hansara monnum. Hetta hevur eisini gjørt heimin nógv ótryggari. Álopið á Afganistan var hinvegin í lagi, tí tað var próvfast, at hiðani varð skipað fyri yvirganginum 11. september 2001.
Barack Obama verður uttan iva kosin forsetaevni á floksráðstevnuni seinast í august. Spurningurin er so, hvønn hann fer at velja sær sum varaforsetaevni. Tað er stórur spenningur um hetta, og nógvar gitingar eisini. Hillary hevur verið uppá tal, men tað verður neyvan hon. Diddan heldur, at Wesley Clark er tann best egnaði. Hann er generalur, og hevur verið ovasti fyri amerikansku deildirnar í Europa. Tí hevur hann eisini skil á uttanríkispolitikki, kanska meira enn Obama sjálvur.
Skitið valstríð
Eitt er at gerast valevni. Eitt annað er at verða valdur. Hetta verður eitt hart toyggj. Amerikansk valstríð eru kend fyri at vera sera skitin, og serliga er hetta galdandi fyri republikanska høgravongin, har einki vápn er ov groft.
Tað eru í hesum døgum komnar út tríggjar bøkur, hvørs endamál er útspilling av Obama. Ein av hesum er enntá komin á bestseljaralistan í USA. Hesar kreftir føra seg fram við tilvitandi ósannindum. Eitt av hesum er, at Obama er muslimur. Hetta verður sjálvsagt gjørt fyri at skaða hann. Fólk eru so óupplýst, at nógv trúgva tí, hóast Obama alment er kristin.
Við seinasta kongressval í USA fingu demokratarnir meirilutan. Hetta hevur verið eitt framstig, so Bush ikki kundi gera júst, sum tað passar honum. Vansin er tó, at forsetin kann nýta sýtingarrættin, um eitt uppskot ikki er samtykt av 2/3 av atkvøðunum. Hesa ferð skal alt umboðsmannatingið veljast av nýggjum og triðingur av senatinum. Valskeiðið hjá umboðmannatinginum er bert tvey ár, meðan tað er seks ár hjá senatslimum.
Schwarzenegger ikki so galin
Fyri nøkrum árum síðani var skilið í Californina so ringt, at demokratiski guvernørurin Gary Davis varð settur frá. Hetta endaði við, at sjónleikarin Arnold Schwarzenegger varð valdur til guvernør umboðandi republikanska flokkin. Tað mundu vera fleiri, sum ivaðust í førleikan hjá honum, og tey spurdu, um hann hevði annað enn musklar at vísa á. Hann var jú kendur sjónleikari sum ”supermaður.”
Tað hevur tó víst seg, at hann hevur ikki verið so galin. Hann hevur víst seg at vera hógligur og semjusøkjandi. Kanska hevur tað sína ávirkan, at kona hansara er úr sjálvum hjartanum í demokratiska flokkinum. Hon er nevniliga systirdóttir Kennedybrøðurnar. Hon hevur eisini boðað, at hon stuðlar Obama til forsetavalið.
Tað verður sagt um Schwarzenegger, at hann er ein demokratur í republikanskum klæðum.
Mary aftur til Føroyar
Knút legði frá sær hjá Mærsk í 1991. Tá fluttu tey norður til Seattle-leiðina við markið til Canada, har tey fingu sær eini hús, sum lá út til sjógvin. Knút fekk sær bát, so hann kundi fara á flot. Her fingu tey eisini vitjan av Didduni.
Hetta gekk eisini væl, til Knút gjørdist sjúkur. Tískil fluttu tey heim til Føroyar í 2001. Hjá Knúti gekk støðugt afturá, og hann doyði í 2003.
Mary býr nú í eini hugnaligari íbúð í Dalatún mitt í Havnini. Hon eigur trý børn, sum búgva í hvør sínum heraðshorni. Niclas býr í Føroyum, Hedvig í Danmark og Johannes Juul í Californina.
Diddan hevur verið heima í summar. Her hevur hon arbeitt sum sjúkrasystir og hevur búð hjá Mary. Tær hava rættuliga kunnað tosað saman um ta góðu tíðina, tær plagdu at koma saman í USA.
Men nú fer Diddan heim aftur. Hon býr uppi í fjøllunum í Californina í einum eftir amerikanskum viðurskiftum lítlum býi Truckee, har tað búgva 15.000 fólk. Hennara trý børn og tvey ommubørn búgva eftir amerikanskum viðurskiftum ikki langt burtur. Tey klára seg annars hampuliga á føroyskum.
Tey vóru fýra systkin hjá Didduni. Maud og Svenn eru deyð. Á vegnum heim fer hon fyrst at vitja systir sína Lis Mari, sum býr í Noregi. Síðan fer hon í Danmark eisini at vitja sína 100 ára gomlu bragdligu mostir Katrinu við Keldu.
Heima í California verður nóg mikið at gera hjá Didduni at fáa Obama valdan. Vit onnur kunnu bert vóna, at hetta fer at eydnast!










