spælt ein dyst færri enn hini trý liðini í toppinum. Hálvleiksstøðan var 3-0, og ein rúgva av málum stóðust av vánaligum verjuspæli og stórum gávum. Tað vóru tvey sjálvmál, eitt brotsspark og eitt øgiligt [...] skoraði. Tað var óvanliga jánkasligt hjá B36, sum gjørdi eina rúgvu av mistøkum, ið vórðu eirindarleyst sektaði. Tað var stórt mistak av NSÍ málverjanum, sum bar við sær, at B36 minkaði um munin til 4-1 [...] Petur bóltin uppum manngarðin og dygst inn undir samankomingina. At NSÍ vann hetta frísparkið komst av lítið sannførandi avrikið hjá B36 aftarlaga á vøllinum, og tá ið heimaliðið lítla løtu seinni økti
ein samd fíggjarnevnd gjørdi av, at heilar 7 mió. kr og ikki tær 10 mió. kr., sum søkt var um, skuldu játtast Landssjúkrahúsinum. Hesin stovnur, sum er okkara fremsta ímynd av sjálvum heilsuverkinum. Men [...] hoyra um kanningar av einum framtíðartunli til Suðuroyar, og nú henda dagin var alt, sum kundi krúpa, farið til Sandoyar at vera við, nú fyrsta skotið til Sandoyartunnilin var latið av; langt áðrenn hesin [...] Tunnilsøðin herjar aftur av nýggjum, tað mugu vit sum áskoðarar og áhoyrarar bara ásanna. Einki annað politiskt mál fær so nógva rúmd í politiska kjakinum og í miðlunum, sum málið um, hvussu vit fáa f
koma einum fátali av gomlu limunum í sjúkrakassanum til góðar og sostatt kemur fjøldin av limunum at missa pengarnar. - Eg trúgvi nevniliga ikki upp á, at tað verður tann stóra fjøldin av føroyingum, sum [...] Tí er stórur vandi fyri, at hetta verður ein skipan, sum einans verður fyri tey vælbjargaðu. Aksel V. Johannesen sigur, sostatt verður tað eitt lítið fátal av limunum í sjúkrakassanum, sum fara at fáa nakra [...] limunum, tá ið sjúkrakassin verður avtikin. Av heimsins bestu Annars staðfestir landsstýrismaðurin í Heilsumálum, at tann almenna heilsutrygdin verður ein av heimsins bestu sjúkratryggingum. - Tí verður
Hallbera Fríða West. Sum skilst, tykist fatanin vera, at kynskvotur eru ein berandi partur av verandi skipan, men einki er meiri burturvið enn tað sama. Hildið verður, at nýfingna framgongdin í kvinnuumboðan [...] fáu, sum skipaðu listarnar kring landið, gjørdu tá av, at tann sum tey settu ovast, fekk sessin. Hesi ódemokratisku kvotuskipan, har nøkur fá gjørdu av, hvørji tey nógvu sluppu at velja, sleptu vit fyri [...] einki nýtt, hvørki kvinnu- ella mansandlit, aftur á tingi úr ytru pørtunum av landinum. Tingið fer sum frá líður at verða mannað av fólki, sum búgva har atkvøðurnar eru, har miðlarnir virkað, har tær flestu
Teir starvast einsamallir í afturlatnari skúlastovu uttan møguleika fyri fakligari respons av arbeiðnum. Orsakað av hesum gerst teimum lætt at sleppa sær undan at menna og modernisera sínar arbeiðshættir [...] hornasteinurin í føroyska samfelagnum. Vit meta, at størsta menningin í einum samfelagi liggur í menningini av tí einstøku menniskjuni. Vit meta tí, at tað er sera týdningarmikið, at eingin búskaparlig forðing [...] slurnar bara við lestrarstuðulinum. Skúlaskipanin virkar í dag meira ella minni sum ein top-down skipan. Hon verður stýrd frá toppinum meira ella minni uttan ávirkan frá næmingum og foreldrum teirra. Vit
Tað er ongin ivi um, at brúkarin rindar alt ov nógv. Men eg havi eisini varhugan av, at landið rindar rættiliga nógv av rakstrinum. Í øllum førum væl oman fyri 50 milliónir um árið ella meira. Bert He [...] Har er prísurin ásettur soleiðis, at leiðin skal geva yvirskot. Tí er kostnaðarmikið at flúgva. Og av somu orsøk er flytførið ella mobiliteturin ikki nóg góður.??Menningarvisjón Okkurt skurrar, tá eitt [...] Heilsuverkið einsamalt rindar árliga oman fyri 20 milliónir krónur fyri flutning av sjúklingum. Tí er spurningurin, um tað ikki hevði verið ein rímiligur tanki at hugsa, at flogleiðin kundi verið røkt
milliónir umframt eitt avleitt virksemi av skattalættanum á 351 milliónir. Restin verður fíggjað við at taka helvtina av sjómannaskattinum burtur umframt 10% av rentufrádráttinum, sigur Poul Michelsen [...] tvey árini, so vit í 2014 koma fram til eina bruttoskattaskipan, sigur Poul Michelsen. Hetta er ein skipan, sum byggir á 43% í skatti við einum botnfrádrátti á 70.000 krónur. - Taka vit tvey tey fyrstu árini [...] flokkurin at taka 200 milliónir at nýta har, sum mest tørvur er á. - Tað eru familjur, sum velja at flyta av landinum undan skattatrýstinum, og tað er har, vit skulu nýta tær 200 milliónirnar at forða fyri fráflyting
einans tí at tað fer at verða eitt undirskot av arbeiðsfólki. Tann ræðandi veruleika, ið goymir seg aftan fyri hesi tøl er, at um man mótroknar talið av fosturtøkum mótvegis miðaltalinum avdúkar tað, [...] tann lætta loysnin. Heldur enn at okkara politikarar loysa hendan alsamt veksandi trupuleika, ið kemst av vantandi føroyska lóggávu, tykist tað sum tey venda teirra blindu eygu og deyvu oyru til og latast [...] Men hvørjar møguleikar hevur læknin at bjóða mammuni tá hon stendur í viðtalurúminum. Við ongari skipan, ið kann hjálpa mammu og familjum við teimu, sosialu, fíggjarligu og øðru avbjóðingum, ið árliga
Búskaparráðið ger sínar metingar av føroyska buskapinum tvær ferðir um árið, einaferð um várið, og einaferð um heystið. Í gjáramorgunin legði so formaðurin í Búskaparráðnum heystfrágreiðingina fram. Men [...] á blað, hvussu ætlanin er at stýra fiskivinnuni, verður gjørt og sett í verk, sigur Thoms Dam. Eitt av tilmælunum hjá ráðnum er, at seta ein skipaðan marknað í verk. - Tað er nakað, sum vit hava mælt til [...] selja hesi loyvir. Nú er hendan skipanin eisini roynd í Føroyum við tað, at tað vórðu seld 20.000 tons av makreli í summar við rættiliga góðum úrsliti. Vit vita sum er, at tað ber til at selja veiðirættindi
ið sjálvandi ikki hava nakran tídning. Aling av ælabogasílum ella alilaksi hevur eina sera svarta vangamynd og uttan at hvørki burðardygd ella tryggjan av lívfrøðiliga margfeldni í høvunum er í nánd. So [...] hótt at verða avoydd vegna ovurstóra dálking, sjúku, uppíbland fra alilaksi og so ovurstóru nøgdirnar av mótstøðuførum laksalus, ið gerast støðugt meiri mótstøðuførar....just sum Covid-19 smittan, ið støðugt [...] tveimum støðum við deyðiligu IHN-fiskasjúkuni (infektiøs hematopoetisk nekrose). Sjúkan smittar øll sløg av sílum og laksi og annan fisk við. Sjúkan er eisini staðfest í Finnlandi og er Noreg frammi í skógnum