Neyðugt er at flúgva. Soleiðis kunnu vit í dag helst umskriva gamla latínska orðatakið, um at neyðugt er at sigla. Øll eru samd um, at tað hevur avgerandi týdning fyri framburð, vitanarstøði og framhaldandi búseting í Føroyum, at vit hava eitt gott, regluligt og bíligt flogsamband við umheimin.??Neyðugt er at sigla. Tað eru vit eisini samd um. Tí stendur eitt samt ting aftan fyri, at landið millum annað røkir siglingina millum Suðuroynna og Havnina við stásiligum nýggjum skipi og góðtekur, at farleiðin gevur rættiliga stórt undirskot. Ferðaseðlaprísurin er ikki ásettur eftir marknaðartreytum, men fastsettur út frá, hvat hildið verður rímiligt. Restina rindar landið.??Men hvussu er við flogleiðini? Har er prísurin ásettur soleiðis, at leiðin skal geva yvirskot. Tí er kostnaðarmikið at flúgva. Og av somu orsøk er flytførið ella mobiliteturin ikki nóg góður.??Menningarvisjón
Okkurt skurrar, tá eitt alment flogfelag spælir privat og letur sum um tað er kapping á økinum. Almenn feløg eru almenn, tí tey hava nøkur mál, sum hava størri týdning enn at skapa vinning. Tað eru nøkur samfelgaslig mál, ið viga tyngri enn málini hjá vanligum privatum fyritøkum.
?Vit eiga at seta hesi mál upp og kanna, um tey vera uppfylt við hesum almenna felagnum. Vit hava eitt gott flogfelag, eingin ivi um tað. Men vit hava ikki megnað at gera almenna flogfelagið til eitt felag, sum í nóg stóran mun er við til at menna føroyska samfelagið. Við at givið fleiri føroyingum høvi at ferðast aftur og fram, høvdu Føroyar kunnað ment seg á fleiri økjum. Føroyar høvdu flutt seg frá at vera útjaðari til at vera eitt høgligt pláss at arbeiða í, at útbúgva seg í, at granska í og allir okkara útisetar høvdu kunnað havt nærri og náttúrligari samband hendan vegin. Hetta er ein almenn uppgáva, sum er týdningarmiklari enn at vísa á vinning á niðastu reglu.?
Hvør rindar í dag??Ein annar spurningur er, hvør í veruleikanum rindar fyri flogleiðina sum er. Tað er ongin ivi um, at brúkarin rindar alt ov nógv. Men eg havi eisini varhugan av, at landið rindar rættiliga nógv av rakstrinum. Í øllum førum væl oman fyri 50 milliónir um árið ella meira. Bert Heilsuverkið einsamalt rindar árliga oman fyri 20 milliónir krónur fyri flutning av sjúklingum.
Tí er spurningurin, um tað ikki hevði verið ein rímiligur tanki at hugsa, at flogleiðin kundi verið røkt á sama hátt sum Strandferðslan. Tað vil siga, at man tók undir við hugsanini, um at neyðugt er at flúgva og síðani ásetti ein fastan lágan ferðaseðlaprís. Hetta hevði merkt, at landið rindaði undirskotið av rakstrinum.
Ongin ivi er um, at hetta hevði økt munandi um flytførið, og vit høvdu fingið eitt veruligt ferðslulop. Fjarstøðan ímillum Føroyar mitt í Norðuratlantshavi og meginlandið hevði horvið og harvið hevði verið lættari at gjørt Føroyar til miðdepil á so nógvum økjum. Tí er spurningurin, um vit yvirhøvur kunnu brúka orðið "undirskot" í hesum samanhangi. Tí tann peningurin, ið varð latin út, hevði í ríkiligt mát komið inn aftur á øðrum økjum. Júst hetta er eisini meginorsøkin til, at vit hava bundið landið saman við vegum, tunlum og ferjum og góðtaka at rinda raksturin av hesum.??Byrja greiningina
Í hesum sambandi havi eg í fyrstu atløgu biðið Fíggjarmálaráðið lýsa og gera upp, hvussu nógvur peningur árliga verður førdur úr landskassanum til PF Atlantic Airways sum stuðul, gjald fyri tænastur, gjald fyri ferðaseðlar og sum aðrar peningarflytingar og síðani flokka tølini eftir slagi av tænastum.??Tá svar er komið frá Fíggjarmálaráðnum, ætli eg mær at brúka tað sum grundarlag fyri einum skrivligum fyrispurningi til landsstýrismannin í samferðslumálum, soleiðis at tingið á kvalifiseraðum grundarlag kann fáa høvi at viðgera meginhugsanina kring møguleikan fyri einari samhaldsfast fíggjaðari loftbrúgv ímillum Føroyar og meginlandið.
Eg ímyndi mær, at slík skipan kundi verið galdandi á flogleiðini ímillum Føroyar og Keypmannahavn, har flestu føroyingar hava sambond í dag og haðani føroyingar hava siðvenju at flúgva víðari út í heim.
Nú tá tað almenna hevur bjargað øllum bankakervinum í vesturevropa, sum skuldi eitast at arbeiða eftir marknaðarkreftum, er tað kanska ikki so løgið at nevna tað almenna sum ein hollan viðleikara, tá landið skal mennast við betri altjóða ferðamøguleikum. ?









