Nú minni enn vika er eftir til løgtingsvalið, legði nýggi flokkurin, Framsókn, sína valskrá fram. Flokkurin dregur fram fýra punkt, sum er høvðusboðskapur floksins til hetta valið.
Framsókn leggur stóran dent á, at barnafamiljur skulu fáa fíggjarligan bata við einum barnakekki. Fyri fyrsta barnið skal kekkurin verða 700 krónur, tað næsta 875 krónur, triðja barnið gevur 1050 krónur og fyri tað fjórða 1225 krónur.
Fylgjandi børnini geva tað sama sum fyrsta, 700 krónur.
Sum flestu aðrir flokkar vil Framsókn eisini broyta skattapolitikkin.
- Vit vilja hava ein bruttoskatt, men realistiskt sæð fara nokk at ganga eini tvey ár, áðrenn tað letur seg gera. So vit býta uppskotið í tvey, har vit nýta verandi skattaskipan komandi tvey árini, so vit í 2014 koma fram til eina bruttoskattaskipan, sigur Poul Michelsen.
Hetta er ein skipan, sum byggir á 43% í skatti við einum botnfrádrátti á 70.000 krónur.
- Taka vit tvey tey fyrstu árini, koyra vit hendan barnakekkin út, sum kostar 55 milliónir, og tað merkir, at ein familja við fýra børnum fær 2.075 meira um mánaðin at ráða yvir, sigur Poul Michelsen.
Hetta verður bygt upp stigvíst við at fyrsta barnið fær 100%, næsta fær 125%, triðja barnið fær 150% og tað fjórða fær 175%. Fimta barnið og tey fylgjandi fáa aftur 100%.
Tilfeingisgjald
Hartil ætlar flokkurin at taka 200 milliónir at nýta har, sum mest tørvur er á.
- Tað eru familjur, sum velja at flyta av landinum undan skattatrýstinum, og tað er har, vit skulu nýta tær 200 milliónirnar at forða fyri fráflyting, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at tað er í hesum tíðum, at skattalætti skal latast.
- Tað er ikki rætt at lata skattalættar, tá búskapurin er stórur, tí tá fæst einki burtur úr honum. Úrslitið verður bara tað, at búskapurin bólgnar, og einki fæst burtur úr, sigur Poul Michelsen.
Skattalættin skal fíggjast við tilfeingisgjaldi, sum vit fáa av øktum rættindum.
- Vit taka inn 75 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi, men tað skal ikki í búskapargrunnin soleiðis, sum Tingið hevur samtykt, men skal heldur beinleiðis í raksturin, sigur Poul Michelsen.
Formaðurin í Framsókn metir, at tilfeingisgjaldið er nakað, sum er afturvendandi og sum vit hava rætt til.
- Tí skal tað inn í raksturin sum ein vanlig inntøka. Hartil skulu vit eisini spara 20 milliónir í rakstrinum komandi ár og árið eftir. Tá hava vit ein virkning av skattalættanum á 255 milliónir sum svarar til eina inntøku á 154 milliónir, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at hetta einki hevur at gera við fíggjarlógina sjálva, og at fáa javnvág á fíggjarlógina er eitt mál fyri seg.
Tálma nýtsluni
Í 2014 skal skattalógin leggjast um, og tá er barnakekkurin inni í skipanini.
- Tá skal skattalógin verða umskipað við einum skattalætta á 545 milliónir, sum skal fíggjast við tilfeingisgjaldi á 100 milliónir, sparingar í almenna sektorinum á 60 milliónir umframt eitt avleitt virksemi av skattalættanum á 351 milliónir. Restin verður fíggjað við at taka helvtina av sjómannaskattinum burtur umframt 10% av rentufrádráttinum, sigur Poul Michelsen.
Seinastu 34 milliónirnar verða so tiknar úr Búskapargrunninum.
- Sjómannafrádrátturin og rentustuðulin er nakað, sum fólk hava í dag, men við skattalættanum koma fólk tó ikki at gjalda meira enn tey gera í dag, sigur Poul Michelsen.
Framsókn ætlar eisini at hava eina fíggjarpolitiska lóg, sum skal forða fyri, at útreiðslurnar verða sleptar leysar.
- Hetta skal leggja eina forðan fyri, at forbrúkið verður slept leyst, og tað fer at gera tað, at útsvingini í samfelagnum ikki verða so stór, sigur Poul Michelsen.
Halda avtaluna
Framsókn sigur seg hava bundið seg til eina avtalu, sum er gjørd við Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.
- Hetta er ein avtala, sum vit hava gjørt, og sum vit ætla at fylgja. Men tað stendur eisini í avtaluni, at vit til heystar skulu endurskoða hana, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur tó, at tað kanska ikki var besta loysnin at lata makrelkvotuna upp til olympiskt fiskarí.
- Tað kemst kanska av, at vit ikki vóru heilt klárir til tær avbjóðingarnar. Olympiskt fiskarí er ein mótsøgn móti virðisøking, og tað mugu vit endurskoða, sigur Poul Michelsen.
Hetta eru so endurskoðanir, sum verða gjørdar til heystar.
- Í prinsippinum hava vit gjørt eina avtalu, sum byggir á burðardygga veiði komandi fimm árini, sigur Poul Michelsen.