Møguleiki fyri búskaparligum vøkstri

Búskaparráðið legði gjáramorgunin fram heystfrágreiðing sína, og hon legði nógv á tað borðið, sum fráreiðingin hjá Landsbankanum fyrr í summar vísti á. Thomas Dam, formaður heldur, at rúm er fyri batum innan fiskivinnuna, og at føroyski búskapurin ikki er so illa fyri, hóast niðurjustering av væntaða buskaparvøkstrinum.

Búskaparráðið ger sínar metingar av føroyska buskapinum tvær ferðir um árið, einaferð um várið, og einaferð um heystið.
Í gjáramorgunin legði so formaðurin í Búskaparráðnum heystfrágreiðingina fram. Men hvat hevur ráðið so lagt dent á í hesari fragreiðingini.
- Vit hava aftur hesaferð hugt eftir fiskivinnuni, eins og vit gjørdu í mars frágreiðingini, og vit vísa á, at tað ber til at fáa nógv betri lønsemi í fiskivinnuna, sigur Thomas Dam, búskaparfrøðingur og formaður í Búskaparráðnum.
Tað, sum skal til, er fyrst og fremst ein betri stovnsrøkt, og so skulu fiskiloyvini eisini seljast. Búskaparráðið sær heldur ikki bert góðar dygdir í fiskidagaskipanini.
- Eg vil ikki siga, at vit halda, fiskidagaskipanin hevur spælt fallit, men vit siga, at tað hava verið ávísar avbjðoðingar við henni. Fiskidagaskipanin er góð á mangan hátt, men avbjóðingarnar liggja eitt nú í art stilla fiskitrýstið rætt, kanska partvíst tí, at tað vóru ov nógvir í skipanini at byrja við, sigur Thomas Dam.
Búskaparráðið vísir tí á tað neyðuga í, at stovnsrøktin er væl skipað og skilagóð soleiðis, at trygd verður fyri einari burðardyggari veiði.
- Tí siga vit, at politiska arbeiðið við at gera arbeiðssetningar har felt verður á blað, hvussu ætlanin er at stýra fiskivinnuni, verður gjørt og sett í verk, sigur Thoms Dam.
Eitt av tilmælunum hjá ráðnum er, at seta ein skipaðan marknað í verk.
- Tað er nakað, sum vit hava mælt til í fleiri umførum. Vit eiga at fara frá at útluta fiskiloyvir uttan at taka nakað aftur fyri, og heldur i staðin selja hesi loyvir. Nú er hendan skipanin eisini roynd í Føroyum við tað, at tað vórðu seld 20.000 tons av makreli í summar við rættiliga góðum úrsliti. Vit vita sum er, at tað ber til at selja veiðirættindi á henda hátt, og vit vita, at tað finnast rættiliga stor virðir í at fáa loyvi at fiska, í hesum førinum makrel, sigur Thomas Dam.

Rætta vegin aftur
Búskaparráðið leggur tí upp til, at hendan royndarskipanin verður útbygd og letur hana umfata víðarisølu av rættindum eisini.
- Tá so nýggir veiðimøgileikar og nýggir veiðihættir uppstanda, verður tað sett inn í ein síkan marknað eisini. Hetta kundi so verið ein fyrireiking til, at vit ju skulu hava eina nýggja skipan í 2018, og tað hava vit eisini eitt uppskot til, sigur Thomas Dam.
Frágreiðingin nemur eisini við arbeiðsloysi, ið jú sum kunnugt gjørdi eitt rættiligt skarvslop uppeftir, tá Fiskavirking í fjør heyst fór av knóranum. Hetta er tó um at kvinka niður eftir aftur.
- Í 2009 hækkaði arbeiðsloysi nógv í sambandi við fíggjarkreppuna, ið tá tók seg upp, men stabiliseraði seg tó aftur. Men tá so Fiskavirking fór av knóranum seint í fjør, gjørdi arbeiðsloysið eitt lop upp eftir. Vit síggja so nú, at arbeisloysið lækkar aftur so hvørt sum hesi fólkini aftur fáa starv, og hetta hongur i stóran mun saman við, at fiskavirkis virksemi er komið í gongd aftur, sigur Thomas Dam.
Tað gongur tó heldur seinni, enn roknað var við, og tað er ein av orsøkunum til, at Búskaparráðið eins og Landsbankin hevur niðurjusterað væntaða búskaparvøksturin úr 5% í 2011 og 2012 niður í 3% bæði árini. Hetta samstundis sum sagt verður, at føroyski búskapurin ikki er illa fyri.

Minni vøkstur
- Hetta byggir jú á metingar og framskrivingar grundað á tað, sum roknað var við fór at henda í búskapinum. Roknað var jú við, at fiskivinnan fór at geva eitt íkast til búskaparvøksturin, sum hon eisini hevur gjørt, roknað var eisini við, at privata nýtslan fór at geva eitt íkast. Men fólk eru rættiliga varin við sína nýtslu nú, og roknað var við, at hetta fór at normalisera seg skjótari, enn tað hevur gjørt, sigur Thomas Dam.
So meðan roknað var við einum vøkstri hevur hann víst seg, ikki at vera eins stórur og roknað var við. Tó sær ikki so galið út fyri føroyska búskapin
- Nei, tað haldi eg ikki. Føroyski búskapurin hevur sjálvandi verið gjøgnum eina kreppu og er á veg upp aftur, og tað sær stabilt út. Tað, sum er umráðandi hjá okkum er, at vit tryggja ein framhaldandi vøkstur, og tað kunnu vit bara gera við at skipa okkara fiskivinnu betri. Tí tað er har, tað stóra potentialið er, og nú hevur Búskaparráðið í hesari frágreiðingini víst á, hvussu hetta kann gerast, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.