Tunnilsøðin herjar aftur av nýggjum, tað mugu vit sum áskoðarar og áhoyrarar bara ásanna. Einki annað politiskt mál fær so nógva rúmd í politiska kjakinum og í miðlunum, sum málið um, hvussu vit fáa framskundað tunlarnar Norður um Fjall so nógv sum gjørligt. Tað er líkt til, at hetta er ein sjálvforsterkandi prosess, har flest allir politikkarar luttaka so ella so. Men álvaratos, hvat er tað, sum hevur slíkan skund, at politikkarar blaka alt fíggjarligt vit og skil fyri borð og renna undan gjørdum langtíðarætlanum? Ella eru hesir tunlarnir veruliga avgerandi fortreytin hjá tingfólkum fyri at verða afturvald?
Fyri nøkrum árum síðani hittust Anfinn Kallsberg og eg í einum kjaki í Sjónvarpinum. Kjakið snúði seg, sum í dag um, hvussu neyðugt tað var at fáa gjørt tunlar í Føroyum, og tað skjótt eisini. Tá segði eg, at um vit ikki byggja tunlar beint nú, tá búskapurin er yvirupphitaður, so kunnu vit gera tað seinni, tí fjøllini verða standandi.
Fyri ikki so langari tíð síðan, so vóru fíggjarligu viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum uppi at venda. Tá var talan næstan um eitt søguligt politiskt bragd, tí ein samd fíggjarnevnd gjørdi av, at heilar 7 mió. kr og ikki tær 10 mió. kr., sum søkt var um, skuldu játtast Landssjúkrahúsinum. Hesin stovnur, sum er okkara fremsta ímynd av sjálvum heilsuverkinum. Men so var tøgn um hetta málið, og tunnilskjakið tók aftur yvir. Almannaverkið hoyrist heldur ikki nógv til, men eg ivast onga løtu í, at eisini har verður arbeitt yvir evni fyri at fáa játtanirnar at halda. Somu søgu hoyrdu vit eisini um Fróðskaparsetrið nú henda dagin. Men meðan kjarnuøkini í okkara vælferð berjast hvønn dag fyri at halda øllum uppi, so er einki mark fyri, hvussu nógvar hundraðtals milliónir verða umrøddar í samband við tunnlar.
Sjálvt løgmaður hevur nú eisini blakað alt annað úr sínum hondum og hevur enntá sett embætisfólk til í skundi at ganda eina loysn fram, soleiðis at hasir tunlarnir Norður um Fjall kunnu gerast; heldur í dag enn í morgin. Eg veit ikki um øll skilja hetta, men eg skilji tað so ikki.
So um alt hetta ikki var nóg mikið, so er eisini dagliga at hoyra um kanningar av einum framtíðartunli til Suðuroyar, og nú henda dagin var alt, sum kundi krúpa, farið til Sandoyar at vera við, nú fyrsta skotið til Sandoyartunnilin var latið av; langt áðrenn hesin er komin í eygað. Hevur kjakið um tunlar hug at dovna eitt sindur, so byrjar eitt nýtt og gamalt kjak um innkoyringarvegir her og har.
Væl veit eg, at valið nærkast, men tað skal valdast. Øregaard plagdi at siga, at tað er altíð gott at kunnu egna við einum tunli upp undir eitt val, men nú er líkt til, at sjálv egningin ikki er nóg mikið.
Sjálvandi skulu gomlu tunlarnir í Norðoyggjum gerast av nýggjum, tað eru væl øll samd um, men hví skal málið skundast ígjøgnum í óðum verkum, nú meðan búskapurin er glóðheitur. Og hví skulu kreativir fíggingarhættir nú uppfinnast til hesar góðu tunlar?
Bergur Jacobsen hevði eina skilagóða viðmerking fyri stuttum um tunnlarnar Norður um Fjall. M.a. nevndi hann, at hann á veg inn til Keypmannahavnar brúkti umleið helvtina av koyritíðini til at bíða eftir grønum ljósi, og tað gjørdu allir hinir bilførararnir eisini. Hví setur ein so ikki ferðsluljós upp í tunlunum Norður um Fjall, tá trupulleikin er, tá bilar og størri akfør møtast. Lat so ferðsluna koyra norður í 10 min ella eitt korter, og so mótsatt teir næstu 10 min ella korterið. Tey lokalu høvdu skjótt vant seg við slíka skipan, og tey ferðandi kunnu so bíða eftir grøna ljósinum. Hetta kundi so verið ein loysn, til nýggju tunlarnir koma. Eg skilji heldur ikki, at hetta ikki er tikið upp í kjakið sum ein møguleiki. Hvar er fremsti tøkniligi ráðgevin hjá Landsstýrinum?
Einaferð var tað gott latín at siga, at politikkur snýr seg um at skapa vælferð fyri fólkið, her býr. Nú er líkt til, at hetta einans er farið at snúgva seg um at bora tunlar. Sjálvt flokkar, sum siga seg arbeiða fyri fólksins vælferð, eru farnir við upp í kórið.
Jóannes Eidesgaard