tíðarskeiði. Teir, sum løgdu uppskotið fram saman við John McCain, eru greiðir yvir, at allar súður eru ikki syftar enn. -Eingin eigur at halda, at vit við hesum hava rikið kapitalin burtur frá politikkinum. Hetta [...] ímóti lógarbroytingini. Hann heldur, at fólk, sum hava pengar, fara nú at missa rættin til at gera vart við síni sjónarmið. Teir, sum eru ímóti broytingini, hava framvegis møguleikan at leggja avgerðina fyri [...] stuðulin, sum nú verður ólógligur. At tað fer at fáa avleiðingar, er eingin í iva um. Til seinasta forsetavalið vóru umleið 40 prosent av stuðlinum til George W. Bush og Al Gore "soft money". Tað eru serliga
hetta veruliga er framtakshugur og nýhugsan við lít, sum okkara kosnu nú borðreiða við. Sum ikki eina ferð, er undirliggjandi tankin, at nú er aftur eitt høvi at fáa okkurt úr Havnini, sum trívist væl her. [...] landspolitikararnir skrúvað høvdið av og sett sær fyri, at nú skal nakað, sum virkar, verða sundurlagað. Hóast veruleikin er, at Føroyar í heimshøpi eru ein lítil útjaðari, ið støðugt missir fólk til restina [...] verður – enntá í fullum álvara – tosað um, at virksemið hjá Vinnuháskúlanum í Havn við 210 næmingum, sum nú eina ferð hevur heimstað í Havn, skal flytast til Klaksvíkar og leggjast undir Klaksvíkar Sjómansskúla
varð tikið fram undir venjingini. M.a. var frá sjúkrahúsins síðu gjørt vart við, at tað eru ávísir sjúklingar, sum vit ikki kunnu taka ímóti, her m.a. teir við brunasárum. Har tíðin hevur so nógv at siga [...] meira átrokandi, nú oljufeløgini skulu til at bora um minni enn eitt ár. Hinvegin hevur tilbúgvingin týdning fyri alt samfelagið sum heild, og bíðast kann ikki við henni longur, skulu vit vera tilreiðar [...] Hetland. Spurningurin er tí í hvønn mun tilbúgvingartiltøk kunnu setast í verk frá bretskari síðu eisini, nú teir hava drúgvar royndir og teirra tilbúgving umfatar leiðirnar nærhendis føroysku leitiøkjunum. Hilmar
einskiljingarnevndin er vitandi um, at fýra fyritøkur/feløg eru kontaktað, so vita embætismenninir hjá Bárði tað eisini. Tí kann landsstýrismaðurin ikki nú skjóta seg undir, at hann møguliga bant lissur ella var [...] bæði Nú veit eg ikki, um samrøðan um møguliga sakarmálið móti Torbirni skal skiljast sum ein endasaluttur frá Útvarpsins síðu í hesum máli. Um innslagið skal skiljast sum eitt tekin um, at teir nú sleppa [...] støði í hesi niðurstøðu, at málið eigur at verða viðgjørt. Um nakað víðari hendur, vita vit ikki, og hvat hendur, vita vit enn minni um. Inn til ta tíð stendur Føroya fólk spyrjandi, og tey spyrja: Er Bárður
Richard sær í fyrsta lagi at vitja konu Rúna og børnini, sum eru drongur og genta. - Annars hava vit ikki tosað nakað serligt um, hvat vit fara at gera á ferðini í Danmark. Richard og Rúni koma uppaftur [...] ferð í lívinum ber leiðin hjá honum út um landoddarnar í Føroyum. Hóast høga aldurin, er Richard, sum nú býr einsamallur í Kongsstovu í Nólsoy, frískur og lættur á fótum. Hann hevur heimahjálp ein tíma um [...] høvdu sonin, Sjúrða, sum doyði í bestu árum. Út at ferðast Spurdur, hvussu tað hongur saman, at hann nú fer til Danmarkar at halda jólafrí, tá ið hann ongantíð áður hevur verið uttanfyri landoddarnar. -
Har eru vit báðir púra ósamdir. Ovurfiskiskapurin ikki haldbarur Í nógv ár hevur tað millum strandarlondini kring Norðuratlantshav verið ósemja um býtið av uppsjóvarstovnunum makrel, sild og svartkjafti [...] grundarlag í stovnunum. Greitt er, at gongdin við framhaldandi ovurfiskiskapi ikki var haldbar, tí gjørdu vit í 2023 av at leggja á annan bógv. Arbeitt hevur síðani 2023 verið fram ímóti at fáa semjur í fyrsta [...] mest loyvdu veiðuni og atgongdin at fiska í bretskum og norskum sjógvi er góð. Uppsjóvarskipini kunnu nú fiska ein munandi part av makrelinum í bretskum og norskum sjógvi, tá hann er bestur til matna og fær
einsamallur gera av, hvørja leið, vit skulu fara, um vit skulu fara fólkafloksleiðina við at lata nøkrum ávísum reiðarum alt fiskiríkidømi, ella vit skulu gera sum Framsókn, Tjóðveldi [...] gera av, um vit vilja skapa eitt samfelag við nøkrum fáum fiskivinnubarónum, nøkrum fáum familjum, sum skul eiga alt tilfeingi í landinum og hava tilsvarndi vald, ella vit skulu hava eitt [...] útlutingin av fiskiríkidøminum var brot á altjóða mannarættindi, tí allir borgarar eru javnsettir mótvegis almennum ognum. – Lata føroyingar nøkrum fáum fiskiríkidømið, fara teir
sum eru kotnar í ár, eru skotnar á 118 veiðiferðum í 64 hagapørtum kring landið. Higartil hevur hann fingið at vita um haruskjóting í 11 oyggjum. Tað er á hesum støðum, at tær flestu harurnar eru skotnar [...] Borðoydni har 105 harur eru kotnar á sjey veiðiferðum. - Norðurtriðingur, Norðaripartur í Sørvágur, har 95 harur eru skotnar á sjey veiðiferðum. - Presthagi í Kvívík, har 79 harur eru skotnar á seks veiðiferðum [...] tí tað eru nógvir veiðimenn, hann einki veit um og tí vil hann fegðin, at haruskjúttar gera vart við seg, so at yvirlitið kann verða so fullfíggjað, sum gjørligt. Hann sigur, at sum er, vita vit ikki so
ommu-og abbabørnum. Tað eru djórini, sum eru í miðdeplinum hesar dagar. Her sært tú tey djór, sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór, sum tú ikki sært vanliga. Tað eru í fleiri førum tey [...] nógvum familjum er tað vorðin fastur táttur at leggja sær leiðina út í Havnardal, tá Djóradagar eru. Eru foreldrini upptikin av øðrum henda dagin, er vanligt at síggja bæði ommur og abbar á økinum. Vanligt [...] djórum út í Havnardal, men á hvørjum ári eru eisini onkur nýggj og forkunnug djór við, sum ikki hava verið at sæð áður. Tá slík tiltøk sum Djóradagar í Havnardali eru, hevur veðrið sjálvsagt sín týdning, men
mátti tað nú ganga so illa hjá Onglandi? ella er portugisiksi Figo besti spælarin í kappingini? ella er tað tann norska verjan sum er tann sterkasta? Spurningarnir eru nógvir, og svarini eru enn fleiri [...] hetta eisini feriutíð. Flestu skúlar eru um at vera lidnir, og á arbeiðsplássum kring landið eru fólk so smátt við at seta hol á summarfrítíðina hjá sær. Nógv eru tey sum leita sær út um landoddarnar, [...] Sjálvt um veðrið er av tí fægrasta í dag, so eru tað tó mong sum velja at halda seg innandura. Sofurnar kring landið, eru tætt fólkaðar í hesum døgum. Holland, er saman við Belgien, vertur fyri EM endaspælinum