Vinnarar av kappingini vóru:

Frank Poulsen, Fuglafjørður

Annika Jacobsen, Tórshavn

Mása Tróndheim, Klaksvík

Alis Jacobsen, Skálabotnur

Heðin Klakkstein, Klaksvík

Elisabeth Rubeksen, Tórshavn

Robert á Lakjuni, Saltangará

Bárður Áarstein, Tórshavn

Rakul og Jóna, Tórshavn

Maria Reynstind, Miðvágur

Sjálvt um veðrið er av tí fægrasta í dag, so eru tað tó mong sum velja at halda seg innandura. Sofurnar kring landið, eru tætt fólkaðar í hesum døgum. Holland, er saman við Belgien, vertur fyri EM endaspælinum í fótbólti. Tey sum ikki tíma at hyggja eftir fótbólti, hava ikki góðar dagar. Næstan frá morgni til myrkus er sjónvarpið um at spreingjast av fótbólti, allir dystirnir verða vístir, so tað krevur sín mann, um tú skalt síggja alt.

Á flestu skúlum og arbeiðsplássum gongur prátið av tí sama mest um fótbólt. Hví mátti tað nú ganga so illa hjá Onglandi? ella er portugisiksi Figo besti spælarin í kappingini? ella er tað tann norska verjan sum er tann sterkasta? Spurningarnir eru nógvir, og svarini eru enn fleiri. Tá tað kemur til fótbólt hava næstan øll eina meining.

Hjá teimum sum slett ongan áhuga hava fyri fótbólti, er lítið at ivast í, at hetta eru rættuliga troyttandi dagar. Fólk sum ikki hava áhuga í fótbólt, duga heldur ikki at skilja tey sum hava áhuga.

Alt verður ávirkað av EM endaspælinum, ikki eingong Dagur & Vika verður send til rætta tíð. Yngd er fyri ein part eisini ávirkað av øllum fótbóltininum, og fótbóltsprátinum. Vit hava tosað við ein fótbóltsáhugaðan, sum fyrsta dagin fer til Hollands at vera hjástaddur til nakrar av seinastu dystunum í kappingini.

Umframt at hetta er ein fótbóltstíð, so er hetta eisini feriutíð. Flestu skúlar eru um at vera lidnir, og á arbeiðsplássum kring landið eru fólk so smátt við at seta hol á summarfrítíðina hjá sær.

Nógv eru tey sum leita sær út um landoddarnar, og tað er eisini rættuliga skilligt. Pástandurin um at føroyska veðurlagið ikki er fyri fólk, verður ofta havdur á lofti, og eisini nýttur sum umbering fyri at tiltuska sær nakrar dagar á onkrari útlendskari sólstrond.

Yngd hevur hugt eitt sindur nærri eftir hvar og hvussu fólk ferðast, og kanska eru eisini onkur ráðini at heinta, um tú ert í iva.

Eftir er bara ynskja øllum góðan mikudag, og tað er hervið gjørt.;ka mikið hvar tú fert, og hvønn ferðahátt tú velur, so er tað bara tú sjálvur, sum avgerð hvussu ferðin skal hepnast. Tað ræður um at duga at fáa sum mest burturúr, og at møta teimum avbjóðingum tú møtir við opnum sinni. Upplivngarnar koma ikki eftir tær, tú mást sjálvur út at finna tær ? Góða ferð!