Farið aftur eftir bóltin

Finnur Helmsdal, tingmaður

Tað er fantastiskt, einki meira enn ótrúliga fantastiskt. At Útvarpið nú skal hjálpa Bárði Nielsen úr neyðini, hetta við at venda málinum á høvdið soleiðis, at Bárður skal umhugsa at leggja sak móti Torbjørn Jacobsen tingmanni.
Tórbjørn Jacobsen spurdi í tinginum mikudagin 11. apríl Bárð Nielsen, um hvørjar føroyskar fyritøkur og/ella feløg mann hevði verið í samband við, nú einskiljing av Føroya Banka verður fyrireikað. Bárður Nielsen, landsstýrismaður segði seg einki vita um hetta málið. Hann segði, at hann visti ikki hvørjar føroyskar fyritøkur og/ella feløg, mann hevði sett seg í samband við. Nakað framman undan var fundur í Fíggjarmálaráðnum, har nøvnini á fýra føroyskum fyritøkum/feløgum vórðu varpað upp á veggin. Úpplýst varð (líka mikið um tað var verbalt ella á skrift), at einskiljingarfyrireikararnir høvdu sett seg í samband við nevndu fyritøkur/feløg. Hetta við keypi/sølu fyri eyga. Á hesum fundinum var Bárður Nielsen og umboð fyri allar flokkar tingi. Umboðið fyri Tjóðveldisflokkin, Tórbjørn Jacobsen og umboðið fyri Miðflokkin, Bill Justinussen, sóu og løgdu sær hesar upplýsingar í geyma. Meðan Bárður Nielsen segði seg ikki hava sæð ella hoyrt nakað hesum viðvíkjandi á sama fundi. Og hann segði enn tá frá tingsins røðarapalli, at hann hevði spurt umboðini fyri allar tríggjar samgonguflokkarnar, um teir høvdu sæð ella hoyrt nakað. Tað høvdu teir ikki. Men formaðurin fyri einskiljingarnevndini segði seinni í Útvarpinum, at nøvnini vórðu varpað upp á veggin á umrødda fundi.
Tá einskiljingarnevndin er vitandi um, at fýra fyritøkur/feløg eru kontaktað, so vita embætismenninir hjá Bárði tað eisini. Tí kann landsstýrismaðurin ikki nú skjóta seg undir, at hann møguliga bant lissur ella var á WC, tá uppvarpanin fór fram. Tað, sum skipanin veit, tað veit landsstýrismaðurin vónandi eisini. Ella ganga teir uttan um ella aftur um bakið á Bárði í einskiljingarmálinum?

Kollektiva noktanin
Ístaðin fyri at fjasa um Bárður Nielsen skal fara í rættin við Torbirni, so skuldi Útvarpið heldur spurt Bárð, um hann ætlar at leggja frá sær. Útvarpið kundi eisini gravað eitt sindur í kollektivu noktanini av, at nøvnini vóru nevnd á fundinum. Her verður hugsað um, at Bárður segði frá tingsins palli, at Kaj Leo Johannesen, Kristian Magnussen og Anfinn Kallsberg allir høvdu sýtt fyri at hava sæð ella hoyrt nakrar fyritøkur ella feløg nevnd á fundinum. Er tað satt, at teir hava tosað við Bárð, og sagt honum, at teir einki hava sæð ella hoyrt? Og er tað satt, hvat kann so kanska fáast burtur úr tí? At teir fýra hava lagt saman ráð, um at fáa Torbjørn Jacobsen at standa eftir sum ein, ið sær yvir seg? Var kollektiva noktanin ein roynd at seta Torbjørn í ringt ljós og at villleiða tingið og Føroya fólk?

Bárður óerligur, óegnaður ella bæði
Nú veit eg ikki, um samrøðan um møguliga sakarmálið móti Torbirni skal skiljast sum ein endasaluttur frá Útvarpsins síðu í hesum máli. Um innslagið skal skiljast sum eitt tekin um, at teir nú sleppa landsstýrrismanninum úr aftur nótini. Tað gera teir kanska, og er kanska eisini onkur orsøk til tess. Men eftir stendur, at Útvarpið gavst á hálvum gekki. Tað er einki at ivast í, at niðurstøðan má vera, at Bárður Nielsen vildi ikki siga Torbirni og tinginum frá nøkrum, sum hann visti ella heilt víst átti at vitað. Tí má niðurstøðan eisini vera, at hann segði ósatt, og at hann duldi nakað fyri tinginum. Og tað er við støði í hesi niðurstøðu, at málið eigur at verða viðgjørt. Um nakað víðari hendur, vita vit ikki, og hvat hendur, vita vit enn minni um. Inn til ta tíð stendur Føroya fólk spyrjandi, og tey spyrja: Er Bárður Nielsen óerligur, óegnaður ella bæði?
Ein áheitan á tykkum í Útvarpinum, farið aftur eftir bóltinum.