Útferðarhugur
Í morgin, 18. desember, setir eitt av elstu fólkum í Nólsoy, Richard Jacobsen, seg fyri fyrstu ferð í eitt flogfar ? og fyri fyrstu ferð í lívinum ber leiðin hjá honum út um landoddarnar í Føroyum.
Hóast høga aldurin, er Richard, sum nú býr einsamallur í Kongsstovu í Nólsoy, frískur og lættur á fótum.
Hann hevur heimahjálp ein tíma um vikuna, men klárar annars alt tað dagliga sjálvur.
- Eg keypi inn, geri døgurða hvønn dag á middegi, og eg vaski mær klæðini sjálvur.
Í heyst hevur Richard hoyggjað, og hann hevur tikið eplir upp, sum hann setti niður í vár.
- Eg eri frískur og væl fyri. Heilsan hevur verið góð, sigur hann.
Kongsstova í Nólsoy var bóndahús, men fyri fáum árum síðan læt Richard jørðina frá sær.
- Eg var farin um tey nítí, tá eg framvegis sat og mjólkaði og passaði neytini, sigur hann.
Kona Richard, Marianna í Kongsstovu, sum var nøkur ár eldri enn maðurin, doyði í 1997, 92 ára gomul.
Tey høvdu sonin, Sjúrða, sum doyði í bestu árum.
Út at ferðast
Spurdur, hvussu tað hongur saman, at hann nú fer til Danmarkar at halda jólafrí, tá ið hann ongantíð áður hevur verið uttanfyri landoddarnar.
- Í fleiri ár hava Jens Fr. Poulsen og synirnir, Rúni og Báður, tikið hon í við mær. Tá ið Jens gjørdist sjúkur, tóku synirnir yvir. Teir hava verið okkum ein stór hjálp á garðinum.
Richard sigur, at Rúni og Bárður rógva út í Nólsoy, og kona Rúna, sum er úr Havn, lesir til sjúkrasystir í Danmark.
- Nú Rúni fer niður at vitja konuna og børnini á jólum, vilja tey hava meg at koma niður við ein túr ? og eg havi tikið av.
Spurdur, um hann stúrir fyri túrinum í flogfarinum, sigur Richard, at tað ger hann ikki.
- Eg havi ongantíð flogið áður. Eri ógvuliga spentur til ferðina, men eg eri slett ikki bangin fyri at royna hetta, sigur 93 ára gamli nólsoyingurin.
Í Danmark ætlar Richard sær í fyrsta lagi at vitja konu Rúna og børnini, sum eru drongur og genta.
- Annars hava vit ikki tosað nakað serligt um, hvat vit fara at gera á ferðini í Danmark.
Richard og Rúni koma uppaftur við flogfari, 3. januar.
ES-pass
Herfyri var Richard í Havn og fekk sær pass.
- Eg valdi mær eitt ES-pass, og hetta er fyrsta passið, eg nakrantíð havi átt.
Spurdur, um hann væntar, at passið fer at koma til brúks meira enn hesa einu ferðina, sigur hann:
- Nú eri eg vorðin so gamalur, og eg vænti tí ikki, at passið verður brúkt fleiri ferðir til uttanlandsferðir. Men verður heilsan framhaldandi góð nøkur ár aftrat, veit man jú ongantíð, hvussu verður, tá ið tú fyrst hevur verið av landinum einaferð, sigur hann.
Kona Richard, Marianna, var tvær ferðir í Danmark ? við 10 árum ímillum hvønn túrin.
Richard sigur, at fyrru ferðina var hon einsamøll, og seinnu ferðina var sonurin, Sjúrður, við henni.
Í Kongsstovu var nógv jørð, og tey høvdu neyt í mong Harrans ár. Kríatúrini krevja nógv, og tí man tað ikki hava verið so lætt hjá teimum trimum ? Richardi, Marionnu og Sjúrða ? at vera burtur av garðinum í senn.
- Jú, hetta verður ein spennandi ferð, sum eg gleði meg ómetaliga nógv til, sigur Richard.
Fylgir væl
Richard fylgir væl við tí, sum fer fram í samfelagnum ? og eisini í lítla bygdasamfelagnum í Nólsoy.
- Rúni og Báður vóru á útróðri í gjár. Teir settu í Álinum og fingu 2.800 pund á 14 stampum. Tað er óført, heldur hann fyri.
Eins og aðrir nólsoyingar, fegnast Richard um, at havnalagið í bygdini nú er vorðið tryggari og betri hjá teimum, sum reka útróður.
- Tað var tann tíð, tá ið menn noyddust at fara av bygdini við bátunum, tá ið hann øtlaði veðrið um vetrarnar. Hetta er ikki neyðugt longur, og tað er eitt stórt framstig, sigur 93 ára gamli nólsoyingurin, Richard Jacobsen í Kongsstovu.