Landsstýrismaðurin svaraði nakað soleiðis: “Tað eru so fá, sum kenna nakað til fiskivinnulógina, sum er sera komplex, og tí kann hetta mál ikki verða skundað ígjøgnum”. Eg eri heilt samdur við landsst [...] fiskiloyvir: Síðani føroyingar byrjaðu rættiligan havfiskiskap seint í 1800talinum og til dagin í dag eru tað bert trinni tíðarskei, har fiskivinnan hevur givið munandi avkast til eigarar/útgerðarmenn. Fyrsta [...] uttan afturbering frá landinum. Tó seinasta árið er støðan broytt munandi við tað, at oljuprísirnir eru komnir á eitt so høgt støði, sum teir ongantíð hava verið í nánd av fyrr, og tyngir tað alvorliga nógv
Skúlarnir sakna samtíðina - Ein høvuðsmotivatión til bókina er, at vit sakna hetta slagið av bókum. Tað eru mest siðsøguligar bøkur, sum koma út í Føroyum. Alt gott um bøkur um skiparar, men hvussu nógvar d [...] trupult hjá tíðindaredaktiónunum at fara aftur um eitt slíkt mál, av tí at umstøðurnar snøgt sagt ikki eru til tað. - Høvuðsynski við bókini er umframt at skapa eitt betri kjak, at at skapa forstáilsi og tilfar [...] huga at skriva um ymisk evni. Teir løgdu seg eftir, at fáa fjølbroytni fram og heittu tí á bæði kvinnur og menn í ymiskum aldri og úr ymiskum samfelagsbólkum. Ella sum Heini so andbráður orðar tað: Frá
hjá Javnaðarflokkinum tímdi at lesa. Hví mundi tað nú ganga soleiðis? Tað finnast menniskju, sum eru avísnarkomanar. Eri eitt av teimum. Ættarbregði. Tað byrjaði í uppvøkstrinum. Bløðini vóru har. Umhvørvið [...] til tjak millum manna. Ítrótturin. Og ikki at forgloyma tær raffineraðu tekningarnar hjá Óla P., sum eru í heimsklassa. Tað einasta, ið at kalla er eftir av sosialdemokratiskum betongi, er oddagreinin. Sum [...] flytir Sosialurin inn í kjarnuna í høvuðsstaðnum og harvið miðdepilin í landinum. Skilji at ætlaninar eru mangar. Sagt verður at bara fantasiurin setir markið, men soleiðis er tað ikki hjá Sosialinum, soleingi
tað besta, og at eysturríkska liðið er tað veikasta. Hetta er fyrsta ferðin, at vit eru við, so vit kunnu siga, at vit eru við fyri at læra. Men vit fara at gera okkara besta, sigur Jón Harald Poulsen. Virðingin [...] skuldi taka av innbjóðingini frá UEFA um at taka lut í fyrstu Europa Cup kappingini nakrantíð fyri kvinnur, so hevði kvinnufótbólturin í Klaksvík neyvan stórtrivist, sum hann hevur gjørt tað í summar. Men [...] tikið lut í bestu deildini, hava spælararnir verið heilt ungir. Millum royndu spælararnar í Klaksvík eru nógvar, sum hava altjóða royndir. Rannvá Andreassen, Ragna Andreassen, Vivian Bjartalíð, Malena Josephsen
umboðar tilsamans um 15.000 virkin ítróttafólk í 120 feløgum og 23 ítróttagreinum kring oyggjarnar. Hesi eru savnaði í 10 sersambond og fýra deildarsambond undir ÍSF.? Lat meg siga beinan vegin, áðrenn eg fari [...] skerd játtan. Ikki bara tað ? av teimum pengum, sum ÍSF hevur fingið sáttmála um at fáa til landið eru skerdir við 20% til FUR og 20%, sum fara beint út aftur til landsstýrismannin at umsita. Sostatt kunnu [...] helst, at játtanin ongantíð verður hækkað aftur, eftir at veddingapengarnir frá Dansk Tipstjeneste eru lækkaðir til umleið helmingin av í dag verandi upphædd ? og lækkingin er væntandi í nærmastu framtíð
nakrantíð fekk ræðið í landinum. Rópini hjá teimum innføddu eru samb. Danielson: “Nær hava teir hvítu gummiinnnsavnararnir fingið nóg mikið av gummi? Nær eru teir nøgdir? Nær fara teir av landinum og lata okkum [...] spurningum? Má hetta land, sum Gud hevur gjørt so stórt, hjálpa hesum innføddu, sum eru so illa fyri. Fólkasløgini í Congo eru frálík fólk, men tey verða skerd og oyðiløgd. -------------------------------------- [...] frágreiðingin kemur fram um tey ræðuligu viðurskifti, sum her eru. Her er grovasta trælahald, sum í heila tikið er til í dag. Beint nú eru varrarnar á teimum, sum hava sæð hesi viðurskifti læstar, men
hjá Dawkins eru skeiv, tí hann er “ateistur”, sum harvið hevur fornerma ávís kristin, meðan sjónarmið hjá C. S. Lewis eru røtt, tí hann er “trúgvandi” og góðtekur trúarjáttanina. Hetta eru bara ikki g [...] “hetjum”, meðan hann kennir nakrar “vísindamenn”, sum eru nógv klókari og viðurkendari enn teir, sum eg prýði meg við. Hvørjir hesir vísindamenn eru, ella hvat teir vísindaliga sæð standa fyri, fáa vit [...] d. tykist SA halda, at Dawkins og Harris, sum annars ikki eru grundarlagið undir míni bók, ikki hava nakað íkast at geva til kjakið, tí teir eru “víðgongdir gudloysingar”. Fær man ikki bóltin, so fer man
Í felagnum fara vit at gera meira vart við okkum, soleiðis at fólk veit, at vit eru til - at vit eru á lívi, og at øll eru vælkomin at vera við í felagnum og tí vit havast at, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen [...] tað í ríkiligt mát. ? Frá at hava verið einans 40 limir annan veturin eru í dag fleiri enn 1000 limir í felagnum, og av teimum eru gott og væl 200 lagstir afturat seinasta árið, sigur Elin Heðinsdóttir [...] lívið í felagnum Hóast umstøðurnar í høvuðsstaðnum at íðka ítrótt av ymsum slag ikki eru av teimum ringastu, so eru tær kortini langt frá nøktandi tá hugsað verður um talið á feløgum og íðkandi. Eins og
12 ár og eldri eru vælkomin. Rhema á Hálsi Leygardagin kl. 15.30-17.30: Atap kids (barnaklubbi). Leygarkvøldið kl. 19: Ungdómsmøti. Sunnudagin kl. 17: Møti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. Frelsu [...] Frelsunarherurin, Tórshavn Í kvøld kl. 20: Heimaforbundið. Allar kvinnur kunnu vera við. Fríggjakvøldið kl. 20: Ungdómsmøti. Tjørnuvík Missiónsvikan byrjar í kvøld kl. 20. Teir fýra úr Havn hava møtið. Fríg [...] Tórsdagin: Ungdómsfundur kl. 20. Gamli skúli, Hvalba Evangeliskt møti verður mánakvøldið kl. 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Inger J. Hildirshavn og Priscilla Jennings Foreldrafelagið Hoyrnin Fundur verður
Tað eru pengarnir hjá okkum øllum. Hjá felagsskapinum. Og tað eru pengarnir, sum vit hava bygt vegir og tunlar fyri. Tað, sum vit hava bygt fólkaskúlar og barnagarðar fyri. Útbúgvingarnar eru til [...] har serliga kvinnur starvast, hava í áratíggju verið undirlønt. Søguliga grundgevingin er, at menn vóru uppihaldarar, og tað vóru kvinnur ikki. Tí fingu menn pengar, meðan kvinnur fingu lummapengar [...] at seta øll tey neyðugu revsitiltøkini ímóti Russlandi í verk. Tí veðurlagsbroytingarnar eru her, tær eru mannaskaptar og fara at ávirka allar partar av heiminum. Tað hevur stóran týdning fyri okkum