Krossvegir á vegamóti

- Ætlanin við hesi verkætlanini er at skilja tað mentanarstríðið, sum fer fram í Føroyum, og sum § 266b var eitt tekin um. Tað snýr seg um at skilja ósemjuna um, hvønn leiklut átrúnaður skal hava í almenna og politiska rúminum í Føroyum, og henda bókin er so ein roynd at skapa eitt betri og meiri kvalifiserað kjak um hesa ósemjuna.

Hetta siga Páll Holm Johannesen og Heini í Skorini, ið saman við 13 øðrum hvøssum pennum hava kagað niður í dýpið, har dysturin um føroysku virðini fer fram. Úrslitið er bókin »Krossvegir«.

Finst nakað týdningarmiklari orðaskifti, enn kjakið um, hvørjar meginreglur okkara politiska skipan skal byggja á?

Við hesum spurninginum í huga hava teir báðir ungu havnarmenninir, Páll Holm Johannesen og Heini í Skorini, stjórnað nýggjari bók, sum kemur út í næstu viku.

Spurningurin um, hvønn leiklut átrúnaður skal hava í almenna og politiska rúminum í Føroyum, hevur seinastu árini rættiliga upptikið føroyingar.

Ikki minst tá eldur kom í tær politisku Føroyar orsakað av stríðnum um støðu teirra samkyndu í revsilógini. Í fleiri mánaðir kjakaðust føroyingar við lív og sál um fólkaræði og mannarættindi.

Um kristindóm, virðisgrundarlag, glíðibreytir, tolsemi, víðskygni, trongskygni og rættartrygd. Sum heild um átrúnað í politiskum høpi – og øvugt um politikk í átrúnaðarligum høpi, greiða Heini og Páll frá í fororðinum í bókini.

 

 

Inn í 21. øld

 

Í góðum vertskapi eitt vetrarkvøld fyrr í ár á einum kamari á Oyrasundskollegiinum í Keypmannahavn fóru Páll og Heini at tosa um hesi viðurskifti. Teir vóru báðir samdir um, at ein djúptøkin bók um, hvagar føroyingar fara í 21. øld, vantaði.

Eftir at húsafasadurnar aftur vóru vaknaðar á Oyrasundi, fóru teir til verka og fingu aðrar skribentar frá ymiskum sjónarhornum og sjónarmiðum at hugleiða um átrúnað, politikk og samfelagsligar avleiðingar. Frá fjølmiðlum til javnstøðu til kjakmentan til fólkakirkjuna til fríkirkjur til gudloysi.

Alt ískoyti í tann mentanardystin, sum fer fram í Føroyum. Heitið á bókini »Krossvegir« kom frá einum vinmanni, og tvítýdningurin kann bæði sipa til krossin og vegamótini, har avgerðir skulu takast, og fólk hittast.

Sprotin við Jonhardi Mikkelsen var fúsur at geva út, og teir hava fingið fríar teymar at ritstjórna bókina.

 

 

Skúlarnir sakna samtíðina

 

- Ein høvuðsmotivatión til bókina er, at vit sakna hetta slagið av bókum. Tað eru mest siðsøguligar bøkur, sum koma út í Føroyum. Alt gott um bøkur um skiparar, men hvussu nógvar debattbøkur koma út um Føroyar og okkara samtíð?

- Vit vóna eisini, at bókin fer at verða brúkt í undirvísingini í skúlunum. Tað er ein øgiligur mangul upp á tilfar um samtíðina, og tilfar sum viðger nútíðina. Og tað er frustrerandi, staðfestir Páll.

Heini og Páll, sum báðir lesa stjórnmálafrøði, hava báðir roynt seg sum tíðindamenn á m.a. Sosialinum. Umframt at hava skrivað journalistiskar greinir um átrúnað, hava teir eisini skrivað uppgávur um religión og politiskar flokkar, sum kalla seg kristiligar.

- Uttanlands er vanligt, at so skjótt okkurt fyribrigdi stingur seg upp, til dømis muhammedkreppan ella 11. september, so koma debattbøkur beinanvegin fram, m.a. fyri at royna at skilja evnið betur, greiðir Páll frá.

- Kanska ber til at siga, at §266b var okkara muhammedkreppa.

- Hendan bókin snýr seg ikki um §266b, men um viðurskiftini millum religión og politikk. Men §266b var kanska startskotið, sigur Heini.

- Eingir fjølmiðlar komu í dýpdina, hvat veruliga lá aftan fyri §266b. Hetta er ein roynd at fáa eina meira kvalifiseraða debatt, heldur Heini.

Hann nevnir í sama viðbragdi, at ofta er trupult hjá tíðindaredaktiónunum at fara aftur um eitt slíkt mál, av tí at umstøðurnar snøgt sagt ikki eru til tað.

- Høvuðsynski við bókini er umframt at skapa eitt betri kjak, at at skapa forstáilsi og tilfar um okkara samtíð, heldur Páll.

- Vit skulu jú øll vera her, leggur hann afturat.

 

 

Margfeldar meiningar

 

 

- Ofta hevur verið fokuserað upp á tað negativa, men hetta kann eisini vera ein mennandi prosess, um vit læra at kjakast um hetta. Tað var tað tó ikki við 266b, staðfestir Heini, og sipar til, um vit yvirhøvur lærdu at kjakast.

Heini og Páll undirstrika tó báðir, at endamálið als ikki er at reinsa føroyska kjakið fyri tað heita blóðið, ið viðhvørt kann koma í kók, tá kjakið hitnar. Men aðalmálið er at hækkastøðið, staðfesta teir.

Tá Páll og Heini settu seg niður at stjórna bókini, skrivaðu teir fyrst eina sokallaða problemformulering til tey, teir høvdu í huga at skriva um ymisk evni. Teir løgdu seg eftir, at fáa fjølbroytni fram og heittu tí á bæði kvinnur og menn í ymiskum aldri og úr ymiskum samfelagsbólkum.

Ella sum Heini so andbráður orðar tað: Frá tí mest harðkókaða ateistinum til tað etableraða fríkirkjufólkið!

- Vit royndu at heita á fólk, sum vistu hava ein góðan penn, og sum hava fingist við evnið, staðfesta teir báðir ungu ritstjórarnir. Teir siga, at hóast talan er um kend andlit, so er eingin beinleiðis etableraður rithøvundar millum essayistarnir í »Krossvegir«.

Páll og Heini greiða frá, at talan er um skrivandi fólk við ymiskum stíli. Summi hava skrivað eitt slag av polemiskum manifesti, onnur eru meira litterer og hóvlig, meðan ískoytini hjá øðrum meira kunnu bólkast sum kronikkir.

 

 

Klassiskt kjak

 

Men er nakað broytt í Føroyum, nú bókin kemur út í november 2007 í mun til somu tíð í fjør, tá kjakið var upp á tað harðasta?

- Nei, tað haldi eg ikki, sigur Heini, men minnir samtíðis á, at evnið í bókini »Krossvegir« er tíðarleyst, og kjakið um viðurskiftini millum átrúnað og stat er klassiskt, sum hann málber seg.

Spurdir, um bókin kann metast sum eitt ískoyti til løgtingsvalið, sum stundar til, siga Páll og Heini við ein munn, at tað er tað ikki.

- Løgtingsvalið kundi verið útskrivað áðrenn bókin kom út, sigur Páll, men leggur afturat, at flokkar sum t.d. Tjóðveldi og Miðflokkurin neyvan hava nakað ímóti at taka slík evni upp.

- Hetta er ikki eitt valinnlegg, men eitt ískoyti til samfelagskjakið, og til tað, sum redaktiónirnar ikki hava orku til at viðgera, sigur Heini.

 

 

-- -- -- -- -- -- --

 

FAKTA:

 

 

UM KROSSVEGIR:

 

HESI HAVA SKRIVAÐ:

 

Sjúrður Skaale

Rúni Rasmussen

Bjørt Samuelsen

Frants Jensen

Firouz Gaini

Símun Absalonsen

Kristianna Winther Poulsen

Meinhard Jensen

Katrin Petersen

Armgarð Arge

Tórður Jóansson

Inga Poulsen Dam

Flóvin S. Olsen

Páll Holm Johannesen

Heini í Skorini

 

 

Forlagið Sprotin gevur bókina út, sum fæst til keyps fyri 260 krónur

 

 

 

 

-- -- -- -- -- -- -- --

-- -- -- -- -- -- -- --

-- -- -- -- -- -- -- --

 

 

 

»Tá ið kreppan leikaði harðast á fyrst í nítiárunum,

vóru vit “Nordatlantens bananrepublik”. Hesa ferð luktaði myndin ikki sørt av “Nordatlantens

talebanrepublik”«

Bjørt Samuelsen - brot úr »Krossvegir«

 

-- -- --

 

»Miðfloksins stevnuskrá er púra greið. Frælsi hins einstaka skal skerjast. Trúarfrælsið skal skerjast. Talufrælsið skal skerjast. Sum heild - vælkomin til Iran!«

Sjúrður Skaale - brot úr »Krossvegir«

-- -- --

 

»Bondini millum stat og kirkju, har tann evangeliskt-lutherska fólkakirkjan hevur eina serstøðu, skulu varðveitast«

Inga Poulsen Dam - brot úr »Krossvegir«