pínir, og so skal tað ganga út yvir B71. Sandoyingar ásanna, at uppgávan verður torfør, men, sum teir siga, dysturin skal spælast á vøllinum, og hagtølini hjá B71 móti HB fyrr í ár hava ikki verið so vánalig [...] 2-1 til HB. Hjá B71 hevur Valdemar Novisci vant í vikuni, og hann er kærkomin styrkur at fáa aftur millum stólparnar. Iulian Floresco fekk gult kort í Vági, og tað er stórur smeitur fyri B71 miðvøllin, [...] at rumenin er leikbannaður. Nýggj verja Hjá HB eru bæði vongverjin í høgru, Jóhannis Joensen, og miðverjin, Hans á Lag, leikbannaðir. Nýtt fólk skal setast inn, men talan er um royndar spælarar. Jan Dam
at taka lut í EM undankapping, og í síðstu viku høvdu vit nøvnini á teimum átjan spælarunum, sum venjarin, Jógvan Martin Olsen, hevði úttikið til ferðina. Millum spælararnar var Jan Nónklett úr NSÍ, sum [...] tvíburðabeiggjanum, Ken, og hinum spælarunum til Finnlands. Í seinna semifinaludystinum, sum unglingarnir hjá NSÍ spældu móti HB í Gundadali mánakvøldið, var tað so óheppið, at Jan Nónklett var skaddur, og týsdagin [...] Dómurin er, at fóturin skal liggja í gipsi í fýra vikur, og tað vil siga tað sama sum, at fótbóltsárið hjá málsókna NSÍ spælaranum er liðugt. At talan er um dyggan smeit verður undirstrikað av, at Jan hevur
ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjararnar, Jákup Martin Joensen hjá EB/Streymi og Dan Brimsvík hjá B36. - Talan var um rættiliga javna uppgerð, sum tíbetur koppaði okkum til fyrimunar [...] vinna 3-2 á B36 við Margáir í Streymnesi. EB/Streymur - B36 3-2 (1-1) Hannes Agnarsson 0-1 (6.) Jóhann H. Joensen 1-1 (37.) Gutti Dahl-Olsen 2-1 (64.) Jacob G. Andersen 3-1 (74.) Martin Agnarsson 3-2 (82.) [...] fyrimyndarliga væl, og tað var høvuðsorsøkin til, at vit vunnu, sigur Jákup Martin Joensen venjari hjá EB/Streymi við FM1. Jákup Martin slær fast, at hetta er bert ein sigur og tí fara teir í EB/Streymi
Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen er sum vera man sera væl nøgdur við javnleikin ímóti Turkalandi, har EM-undankapping er á skránni, skrivar Fótbóltssambandið. – Vit vistu [...] So hetta var ein heilt framúr byrjan upp á kappingina. Tað sigur Pætur Smith Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum mikudagin megnaði at spæla javnleik 1-1 í fyrsta dystinum í EM-und [...] okkum til næsta dyst, tí tað er aftur ein stór uppgáva, sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF. Annar dysturin í EM-undankappingina verður leygardagin 6. apríl klokkan 14:00, tá føroyska liðið
flogbóltssambandi - BLÍ - saman við íslendskum myndugleikum gjørt av, at dystirnir hjá Ísrael verða uttan áskoðara. Næsta umfarið hjá føroysku monnunum veður í Føroyum 24. - 26. mai í høllini á Hálsi í Havn. Her [...] Fyrsti partur av føroysku luttøkuni hjá mannslandsliðnum í Silver League verður í vikuskiftinum í Íslandi. Her skulu føroysku mennirnir fyrst leika ímóti Íslandi. Hesin dystyurin verður fríggjakvøldið [...] Eysturríki og Ísrael. Tvey tey fremstu liðini í bólkinum leika síðani finalu hin 15. juni. Føroyski venjarin, Boban Ilic og hjálparvenjarin Oleksandr Dmytriiev hava úttikið hendan brutto hópin til øll trí
Venjarin hjá Stjørnuni, Henrik Gerster, var sum vera man ein ovurfegin venjari eftir knúsandi sigurin ímóti Stjørnuni. Hann helt ein av mununum vera, at Stjørnan var betri fyri fysiskt. - Tað er týðiligt [...] Harafturat tykjast vit meiri klárar enn tær, og tá er ikki lætt hjá teimum. Sjálvandi var Henrik Gerster eisini sera væl nøgdur við innsatsin hjá leikarunum henda dagin. - Tær góvu seg fult út allan dystin
síðunum, er tað longu greitt, at vælumtókti venjarin heldur fram næsta ár. Men á móttøkuni leygarkvøldið, upplýsti Bogi Mortensen, formaður í hondbóltsdeildini hjá VB, at í heyst er ætlanin at fara til Litava [...] Hondbóltur Leygarkvøldið komu hondbóltskvinnurnar hjáVB suður til Vágs við FM steypinum, sum tær høvdu vunnið í Klaksvík fyrr um dagin. Nú fara tær í eina væl uppiborna summarferiu. Men fyri tað er arbeiðið [...] av tilvild, at VB fer júst til Litava, tí tað er haðani, at bæði venjari og útlendsku spælararnir hjá VB eru frá. Sostatt hevur VB eittserligt tilknýti til Litava og tað skal nú brúkast til at fyrireika
hendan dystin á miðvøllinum hjá Hull, og sum skilst, stóð føroyski miðvallarin seg væl. Tá hetta samstundis var seinata fyrireiking undan kappingini, kann roknast við, at venjarin hevur sent tað liðið, sum [...] Fótbóltur Tað tykist sum um lagið hjá Julian Johnsson og nýggju liðfeløgunum í Hull er gott, nú tað av álvara stundar til kappingarbyrjan í Onglandi. Fyrsti dysturin í landskappingini verður leygardagin [...] Hull sjálvandi spælt hópin av venjingardystum. Ósigraðir Ikki kann sigast annað enn, at úrslitini hjá Hull hava verið góð í hesum venjingardystum. Talan hevur millum annað verið um dystir móti Sheffield
restaði ein lítil løta. Fyrra partin av fyrra umfarinum skinklaði verjan hjá FCK, sum hevði ilt við at temja stóru álopsspælararnar hjá eingilska liðnum. Sheffield Wednesday kom á odda, tá 20 minuttir vóru [...] spælt hann leysan. Todi Jónsson var ikki við í 17 manna hópinum hjá FCK. Hann hevði smávegis trupulleikar í øklunum, og tí valdi venjarin, Hans Backe, at lata Toda hvíla seg. Peter Møller sat eisini uttanfyri
Ábyrgdarmaður hjá LÍF er Harry Benjaminsen, og uttan mun til hvussu tað gongst í dag, so ætlar LÍF venjarin tey bæði seinastu árini ikki at vera venjari í Leirvík komandi ár: ? Nevndini hjá LÍF hevur fingið [...] fingið at vita, at eg haldi ikki, at eg havi meiri at geva liðnum, og at tað tí er skilagott hjá teimum at finna ein nýggjan venjara fyri at fáa nýggjan íblástur. Eg vóni, at tað fer at eydnast at avlevera