Venjarin hjá EB/Streymi, Sigfríður Clementsen, var alt annað enn nøgdur um, at lið hansara tapti dystin á Svangaskarði, hóast teir tvær ferðir vóru á odda.
- Vit eru ikki nóg góðir í báðum endum. Vit lukka ikki av, og teir fáa trý mál upp á okkara feilir. Í hinum endanum skapa vit nógvar møguleikar, men vit fáa barar tvey mál, so alt í alt eru vit ikki nóg góðir í álopinum ella í verjuni.
Tit høvdu gjørt fleiri broytingar á liðnum í mun til seinasta dyst. Hvussu vart tú nøgdur við spælið?
- Vit spæla væl millum 16-metrarnar. Vit flyta bóltin væl og skapa møguleikar, men tað er for lætt, tá teir skapa sínar møguleikar við bara at sparka bóltin aftur um verjuna hjá okkum. Har eru vit langt í frá nóg góðir, og tað kann eg ikki vera nøgdur við.
Tit hava áður sagt, at FM-stríðið er farið fyri tykkara viðkomandi. Hvør er málsetningurin hjá tykkum nú?
- Ja, FM kunnu vit so gloyma alt um. Nú er okkara fokus á dystunum í Europa-Cup og steypafinaluni. Aftan á tað mugu vit so taka spurningin upp um, hvat vit vilja. Og um vit longu tá fara í holt við at hugsa um, hvussu liðið sær út næsta ár, segði Sigfríður Clementsen við Rás2.