Venjarin hjá Stjørnuni, Henrik Gerster, var sum vera man ein ovurfegin venjari eftir knúsandi sigurin ímóti Stjørnuni. Hann helt ein av mununum vera, at Stjørnan var betri fyri fysiskt.
- Tað er týðiligt í dystinum í dag, at vit eru betri fyri fysiskt enn tær. Harafturat tykjast vit meiri klárar enn tær, og tá er ikki lætt hjá teimum.
Sjálvandi var Henrik Gerster eisini sera væl nøgdur við innsatsin hjá leikarunum henda dagin.
- Tær góvu seg fult út allan dystin, og tað síggi vit eisini væl, tí í samfullar 60 minuttirnar av dystinum megna vit at leggja teirra verju undir eitt støðugt trýst, og at enda renna vit tær næstan út úr høllini.
Henrik Gerster helt eisini, at uppleggið riggaði so at siga til fulnar í hesum dystinum.
- Munurin á liðunum er ikki serliga stórur í fyrra hálvleiki, og her føra vit við 3 málum. Vit vistu tó, at Neistin fyrr ella seinni fór at fáa eina periodu, har einki fór at rigga, tí tað hava tær fingið í hinum dystunum. Henda periodan kom eisini, og hana vina vit 6-0. Vit revsa teirra felir, og eftir hetta var bara at dríva á.
At enda spurdu vit Henrik, um hálvfinalan var avgjørd.
- Ja, eg tori við vissu at siga, at sigurin er komin i hús, tí eingin megnar at vinna við 16 málum í Klaksvík.