Einki er at ivast í, at HB fer at taka uppgávuna í størsta álvara, tá teir í morgin fara um Skopunarfjørð. Javnleikurin á heimavølli móti B68 pínir, og so skal tað ganga út yvir B71.
Sandoyingar ásanna, at uppgávan verður torfør, men, sum teir siga, dysturin skal spælast á vøllinum, og hagtølini hjá B71 móti HB fyrr í ár hava ikki verið so vánalig. Í bólkaumfarinum í steypakappingini vann HB 2-1 á Sandi og 2-1 í Gundadali, og í einum venjingardysti var úrslitið 2-1 til HB.
Hjá B71 hevur Valdemar Novisci vant í vikuni, og hann er kærkomin styrkur at fáa aftur millum stólparnar. Iulian Floresco fekk gult kort í Vági, og tað er stórur smeitur fyri B71 miðvøllin, at rumenin er leikbannaður.
Nýggj verja
Hjá HB eru bæði vongverjin í høgru, Jóhannis Joensen, og miðverjin, Hans á Lag, leikbannaðir. Nýtt fólk skal setast inn, men talan er um royndar spælarar. Jan Dam er komin úr Danmark, og Hans Fróði Hansen er tøkur aftur eftir leikbannið móti B68. Jákup Eli Olsen var í miðverjuni móti B68, og tað kann væl vera, at hann verður har í morgin eisini.
Spurningurin er so, um venjarin hesa ferð velur frá fyrsta bríksli at geva Bárður Mortansson møguleikan í høgru, har tað higartil hevur gingið eitt sindur striltið at fylla holið eftir Allan Mørkøre.