Hondbóltur
Leygarkvøldið komu hondbóltskvinnurnar hjáVB suður til Vágs við FM steypinum, sum tær høvdu vunnið í Klaksvík fyrr um dagin.
Nú fara tær í eina væl uppiborna summarferiu. Men fyri tað er arbeiðið at fyrireika næsta kappingarár longu farið í gongd.
Sum tað sæst aðrastaðni her á síðunum, er tað longu greitt, at vælumtókti venjarin heldur fram næsta ár.
Men á móttøkuni leygarkvøldið, upplýsti Bogi Mortensen, formaður í hondbóltsdeildini hjá VB, at í heyst er ætlanin at fara til Litava á venjingarlegu.
Og tað er ikki av tilvild, at VB fer júst til Litava, tí tað er haðani, at bæði venjari og útlendsku spælararnir hjá VB eru frá.
Sostatt hevur VB eittserligt tilknýti til Litava og tað skal nú brúkast til at fyrireika eina venjingarlegu til komandi kappingarár.
Formaðurin í hondbóltsdeildini upplýsti eisini, at tær peningaligu gávur, sum VB fær í sambandi við FM heitið, eru markaðar til at fíggja hesa venjingarleguna við.
Annars tykist tað verða greitt, at VB varðveitir at at kalla allan spælarahópin til næsta ár.
Tó hevur Arnleyð Hjelm boðað frá, at hon gevst og somuleiðis er tað greitt, at ein av avgjørdu profilunum, Aukse Vysniaskaite, leingist so illa, at hon eisini gevst og hevur spælt sín seinasta dyst fyri VB.
Arbeitt verður nú við at finna ein annan útlendskan spælara í hennara stað