japanskt fiskiskip í Kyrrahavinum í februar í fjør. Níggju japanskir fiskimenn doyðu í samanstoytinum, sum elvdi til stóra øsing í Japan. Skiparin á USS "Greenville" varð eisini koyrdur í land eftir tilburðin [...] at banna allari tubbaksreklamu í útvarpi, bløðum og á alnótini. Frammanundan er tað bannað at hava tubbaksreklamur í sjónvarpinum í ES-londunum. Heilsumálaráðharrarnir í ES-londunum viðgjørdu málið mánadagin [...] ætlar at royna seg í politikki. Karsten Madsen sigur, at hann hevur leingi umhugsað at fara upp í politikk, og nú hevur hann so gjørt av at royna at sleppa í ES-tingið. Hann er limur í flokkinum Vinstra
gamal fór hann í 1961 í læru á Tórshavnar Skipasmiðju sum maskinlærlingur. Seinni fór hann á maskinskúla og tók víðkað maskinmeistaraprógv í Danmark í 1972. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hann í góð trý ár [...] hevur siglt mest í Norðsjónum, men seinasta hálva árið í Egyptalandi. Umframt sína útbúgving innan maskinøki, tók Jógvan Páll eisini prógv á Emmaus Bible College í Chicago USA. Hann vaks upp í einum heimi, [...] Miðgerði í Kollafirði. Alex, pápi Jógvan Páll, andaðist í 1977, 69 ára gamal. Fía fylti 2. februar 94 ár og býr á sambýlinum Vesturstova í Fuglafirði. Fía og Alex fingu fýra børn: Regin, sum býr í Runavík
hevur verið í mong ár, er jólaguðstænastan hjá Færøerne Kommando. Nógv ár á baki Í ár var jólaguðstænastan hildin í Dómkirkjuni í Havn fríggjadagin tann 9. desembur. Hóast hernaðarliga styrkin í Føroyum ikki [...] starvsfólkini eru sjálvsagt í vanligum klæðum. Einki serligt á skránni jólaaftan Tað er altíð onkur á vakt í Mjørkadali jólaaftan, og árið í ár verður sjálvsagt einki undantak í so máta. - Fyrr vóru tað nógv [...] rættuliga fitt av fólki í kirkju henda fríggjadagin, og størsti parturin var í uniform. Eli Lyngvej Larsen frá Færøernes Kommando sigur, at talan er um eina siðvenju, sum hevur verið til í mong ár. - Eg veit
komu bjargingarlið fram á vrakpetti og lík uppi í teimum kavakløddu fjøllunum í Suðuriran. Amerikansk handilstiltøk ímóti Iran hava gjørt, at nógv av flogførunum í landinum eru gomul og slitin sovjetsk flogfør [...] hesum flogførunum dottin niður. Í februar í fjør doyðu 119 fólk, tá eitt Tupolev-flogfar datt niður tætt við Teheran, og í desember datt eitt Antonov-flogfar niður miðskeiðis í Iran. Øll tey 46 umborð doyðu [...] søgdu í gjár, at hermenninir vóru á veg til býin Keman, har teir skuldu taka lut í einum hátíðarhaldi í sambandi við, at Khaminei skuldi koma til býin at vitja. FAKTA Ein tann ringasta Flogvanlukkan í Iran
úrsliti í C-HM í Portugal í 1976. ÍSF tók øll á bóli, tá IHF-tingið í 1978 samtykti, at heimsmeistarakappingin í C-bólkinum í 1980 skuldi verða í Føroyum. So stórt tiltak hevði ikki áður verið í Føroyum [...] kring alt Norðuratlantshav og vitni til politiska upploysn á løgtingi og í landsstýri, sum í 1980 endaði við fyrsta heimastýrisvali í ótíð. Skipafelagið Føroyar keypti eitt heilt fylgi av trolarum á Kuba [...] frásøgumaður frá ítróttii og sum formaður í ìtrótta-sambandi Føroya. Har varð dentur lagdur á samstarv við útlond bæði heima og úti. ÍSF fekk limaskap í IHF í 1974. Beinanvegin vóru landsdystir móti dønum
hann á landi. Í 1982 kom Vernar í bygdarráðið í Nes kommunu fyri Júst í Túni, sum var vorðin sjúkur. Vernar varð valdur á bygdarráðsvalinum í 1984 og sat fram til valið í 1988. Hann er limur í nevndini fyri [...] 14 ára gamal fór Vernar í norðaru havn í Ravnstóroy at rógva út saman við svágrinum Esmari Højgaard. Vernar var í seks ár í Grønlandi við Esmari, og so var hann eitt ár við Emil í Gerðinum. Um vetrarnar [...] hann í eina fjórðingsøld. Síðani Tofta Ítróttarfelag fyrst í níti árunum bygdi húsini á Svangaskarði og fór at skipa fyri brúdleypum og øðrum veitslum, vóru boð ofta eftir Vernari, sum kokkaðist. Í 2001
og Mascott. Í 1984 leyk Símin stýrimansprógv, so sigldi hann eitt ár við Mercandia reiðarínum, áðrenn hann fór aftur í skúla og leyk skipsføraraprógv í 1986. Eftir at hava verið ísfiskatúr í Barentshavinum [...] knøttin, men mest vóru teir í Fjareystri. Tá ið Símin í 2000 gavst við siglingini á fjarleiðum, fór hann at sigla við brunnbátinum Víkingi. Á kommunuvalinum í 2000 varð Símin valdur í bygdarráðið fyri Nes kommunu [...] fimleik í Støkk, og hann var ikki meiri enn 16 ára gamalur, tá ið hann kom á besta B68 liðið. Hann var við til at flyta upp í bestu deildina í 1980, og hann var stinnur miðverji, tá ið B68 í 1984 og 1985
við heimastýri og innliming í danska ríkið, tað svaraði til góð 30% av teimum, ið høvdu valrætt í Føroyum tá! Sagt verður at fólkaatkvøðan í 1946 endaði við heimastýrislógini í 1948, ja ódemokratiskt er [...] og dana at senda løgtingið til hús í 1946 og um- ella endurskipa einavaldið við heimastýrislógini í 1948. Føroyingar hava ongantíð viðurkent heimastýri ella innliming í danska ríkið og mugu tí halda seg [...] Nýskipanir Gorbatjovs vóru í veruleikanum byrjanin til fall sovjet-kommunismunnar. Eins og Gorbatjov boðaði frá nýggjum politikki í eystri, hava fleiri flokkar boðað frá nýggjum politikki í Føroyum, fólkið skal
síður í litum. Hon er gjørd úr evni, sum ikki er skaðiligt, so barnið fær ikki mein, hóast tað bítur í hana. Og verður hon skitin, ber til at vaska hana í flógvum vatni. Bókin kostar kr. 90 í bókabúðunum [...] fyrsta kom út í Svøríki í 1945, eru bøkurnar týddar til næstan 50 ymisk tungumál. Annars eru bøkurnar hjá Astrid Lindgren týddar til 76 ymisk tungumál og seldar í stívliga 80 milliónum eintøkum! Í hesari m [...] Barnabókina Í vøggustovu við Helenu eftir Maud Heinesen. Annika Lávík myndprýddi. Helena býr í Danmørk. Omman var eitt summarið og vitjaði hana, og tá slapp hon við henni í vøggustovuna at síggja stovurnar
Í gjárkvøldið samtykti Tvøroyrar Býráð at játta tveimum ítróttargreinum í býnum tilsamans næstan eina millión krónur í stuðuli. Kappróðrarfelagið fær 500.000 krónur í stuðuli til at byggja nýtt kappróðrarneyst [...] endaliga samtykti at játta í gjárkvøldið. Tað verður felagið sjálvt, sum skal standa fyri byggingini. Somuleiðis játtaði býráðið at lata Tvøroyrar Bóltfelag, TB, 480.000 krónur í stuðuli í ár. Hetta er eitt mál [...] fram ímillum ymsar nevndir í býráðnum, men í gjárkvøldið varð tað endaliga játtað at lata stuðulin. Annars vórðu 300.000 krónur settar av á fíggjarætlanini til TB, men minnilutin í býráðnum mælti til at hækka