Undan jólum eru nógvar guðstænastur á skránni. Talan er ikki bert um vanligu guðstænasturnar sunnudag, tí serliga jólaguðstænastur eru eisini fyri eitt nú skúlum og øðrum. Ein afturvendandi siður, sum hevur verið í mong ár, er jólaguðstænastan hjá Færøerne Kommando.
Nógv ár á baki
Í ár var jólaguðstænastan hildin í Dómkirkjuni í Havn fríggjadagin tann 9. desembur. Hóast hernaðarliga styrkin í Føroyum ikki er serliga sjónlig, so var rættuliga fitt av fólki í kirkju henda fríggjadagin, og størsti parturin var í uniform.
Eli Lyngvej Larsen frá Færøernes Kommando sigur, at talan er um eina siðvenju, sum hevur verið til í mong ár.
- Eg veit ikki rættuliga at siga, hvussu gamal siðurin er. Sjálvur var eg fyrstu ferð her uppi í 1974, og tá var tað longu vorðin ein siður, so tað hevur nøkur ár á baki, sigur hann.
Í ár var tað Meinhard Bjartalíð, orlogsprestur, sum annað árið á rað hevði jólaguðstænastuna fyri starvsfólkunum hjá Færøernes Kommando.
Verjuskipið kemur inn til guðstænastuna
Tað er rættuliga fitt av fólki, sum til dagligt starvast hjá Færøernes Kommando, og tey eru ikki tey einastu, ið koma til jólaguðstænastuna.
- Í sambandi við árligu jólaguðstænastuna plagar tað verjuskip, sum í løtuni er við Føroyar, at koma til bryggju, so at teir eisini kunnu verða við til guðstænastuna. Í ár var tað so Triton, ið teir komu inn beint fyri jólaguðstænastuna. Øll manningin á skipinum tekur lut í jólaguðstænastuni, og tað er sjálvsagt, at teir eisini fylla væl upp í kirkjuni, sigur Eli Lyngvej Larsen.
Tað verður í sambandi við jólaguðstænastuna lagt upp til, at hernaðarliga starvsfólkið er í búna, tá ið tað kemur í kirkju, og tað gevur sjálvsagt løtuni sín heilt serliga hátíðarliga dám. Eli Lyngvej Larsen sigur, at tað ikki er nakað krav, at man er í búna til jólaguðstænastuna, men tað er væl dámt. Tey sivilu starvsfólkini eru sjálvsagt í vanligum klæðum.
Einki serligt á skránni jólaaftan
Tað er altíð onkur á vakt í Mjørkadali jólaaftan, og árið í ár verður sjálvsagt einki undantak í so máta.
- Fyrr vóru tað nógv fleiri fólk á vakt í senn, men nú er kravið ikki tað sama, sum tað hevur verið. Í ár vænti eg, at tað neyvan eru meiri enn eini trý ella fýra fólk, sum eru til arbeiðis sjálvan jólaaftan, og tí verður einki serligt gjørt burturúr, mær vitandi, sigur Eli Lyngvej Larsen.
Hann greiðir frá, at tað eisini ber til hjá teimum, sum eru á vakt, at hava familjan hjá sær, meðan tey eru á vakt jólaaftan, soleiðis at man ikki noyðist at verða burtur frá sínum kæru sjálvan jólaaftan.










