Vernar Olsen 60 ár

Sunnudagin 27. apríl verður Vernar Olsen á Toftum 60 ár. Vernar arbeiddi í 25 ár á Strandferðsluni, og inntil fyri ikki so langari tíð síðani starvaðist hann á Svangaskarði, har hann eitt nú var kokkur.

Vernar er toftamaður. Foreldrini vóru bæði av Toftum: Nanna fødd Olsen (1912-2007) og ættað oman av Regni og Vensel Fr. Olsen (1906-2004), nevndur Vensel í Køkinum. Tey bygdu undir Regninum og fingu átta børn: Julia Højgaard (1932-2000), Nicolina Højgaard (1934), Julius (1936), John (1938-1991), Emma Hansen (1940), Jastrid Jóhansen (1943), Vernar (1948) og Rúna Olsen (1955). Øll búsettust á Toftum uttan Jastrid, sum býr á Strondum.

14 ára gamal fór Vernar í norðaru havn í Ravnstóroy at rógva út saman við svágrinum Esmari Højgaard. Vernar var í seks ár í Grønlandi við Esmari, og so var hann eitt ár við Emil í Gerðinum.

Um vetrarnar var hann við línuskipum. Eitt nú við Brimnesi, Hans Olivuri Højgaard, Columbusi, Jógvani Norði og Stapanum.

Í eini tvey ár arbeiddi Vernar hjá Hanusi Lómstein í handlinum hjá Pidda. Handilin hevði Strandferðsluna, og tá ið Strandferðslan fór fyri seg sjálva, fór Vernar at arbeiða har, og har var hann í eina fjórðingsøld.

Síðani Tofta Ítróttarfelag fyrst í níti árunum bygdi húsini á Svangaskarði og fór at skipa fyri brúdleypum og øðrum veitslum, vóru boð ofta eftir Vernari, sum kokkaðist. Í 2001 fór Vernar at arbeiða á Svangaskarði, har hann eitt nú var kokkur í seks ár. Vernar hevur altíð havt lætt við at koma á tal við fólk, og ikki minst á Svangsakarði lærdi hann nógv fólk at kenna. Mamman var tiltikin at siga frá, og tað liggur væl fyri hjá Vernari at siga frá og at fortelja frá upplivingum og søgum.

Síðani hann fór av Svangaskarði fyri einum stórum ári síðani, hevur Vernar verið kokkur við Eysturoyingi, og nú arbeiðir hann á landi.

Í 1982 kom Vernar í bygdarráðið í Nes kommunu fyri Júst í Túni, sum var vorðin sjúkur. Vernar varð valdur á bygdarráðsvalinum í 1984 og sat fram til valið í 1988. Hann er limur í nevndini fyri Tofta Arbeiðsmannafelag og í nevndini fyri Landingarmiðstøðina.

10. mai í 1970 giftist Vernar Jancy fødd Hansen og ættað úr Skopun. Tey búgva uppi á Regni, og tey eiga fimm børn: Nanna (1971), Jacob Eli (1972), Jóhanna (1978),Venzel (1980) og Vanja (1990). Nanna býr niðri og Jacob Eli í Havn. Hini búgva á Toftum. Vernar eigur 10 abbabørn.

Vernar hevur altíð havt stóran áhuga fyri seyði og seyðahaldi. Saman við børnunum og nú abbabørnunum er hann um seyðin, og hesa tíðina fegnast hann og tey um lombini, sum koma. Í mong ár hevur Vernar gingið á fjall í Saksun.

Føðingardagurin verður hildin leygarkvøldið 26. apríl á Svangaskarði, har øll eru hjartaliga væl komin.