- Eg royni at raka flogvøllin. Kanska verður veðrið betri....
Meiri fekk flogskiparin umborð á tí iranska hernaðarflogfarinum ikki sagt, áðrenn flogfarið við 302 fólkum umborð datt niður har suðuri í Iran.
Beint frammanundan hevði flogskiparin kært seg um, at veðrið var vánaligt har á leiðini við nógvum vindi. Sambært myndugleikunum kavaði tað eisini illa.
Umborð á flogfarinum vóru 284 servandir hermenn hjá Kollveltingar-hirðini og manningin, sum taldi 18. Gjáramorgunin komu bjargingarlið fram á vrakpetti og lík uppi í teimum kavakløddu fjøllunum í Suðuriran.
Amerikansk handilstiltøk ímóti Iran hava gjørt, at nógv av flogførunum í landinum eru gomul og slitin sovjetsk flogfør, og seinastu trý árini eru trý av hesum flogførunum dottin niður. Í februar í fjør doyðu 119 fólk, tá eitt Tupolev-flogfar datt niður tætt við Teheran, og í desember datt eitt Antonov-flogfar niður miðskeiðis í Iran. Øll tey 46 umborð doyðu. Ringasta flogvanlukkan í Iran undan hesari var í 1988, tá eitt flogfar við 290 fólkum umborð varð skotið niður yvir Persaflógvanum. Eitt amerikanskt herskip skjeyt flogfarið niður, tí manningin helt, at flogfarið var í ferð við at stoyta seg niður á skipið.
Prestaherurin
Flogfarið, sum datt niður fyrradagin, var eitt hjá Kollveltingarhirðini.
Kollveltingarhirðin varð skipað stutt eftir kollveltingina í 1979, og hon telur í dag 120.000 mans. Tað er prestastýrið, sum hevur eftirlitið við hirðini, og hon verður vanliga roknað sum trúgvasti stuðulin og verjan hjá prestasatýrinum við ayatollah Khaminei á odda.
Iranskar keldur søgdu í gjár, at hermenninir vóru á veg til býin Keman, har teir skuldu taka lut í einum hátíðarhaldi í sambandi við, at Khaminei skuldi koma til býin at vitja.
FAKTA
Ein tann ringasta
Flogvanlukkan í Iran er ein tann ringasta í søguni. Her nakrar av teimum ringastu vanlukkunum seinastu 20 árini:
23. juni 1985: Eitt flogfar hjá Japan Air Lines dettur niður í Japan. 520 fólk doyggja.
21. desember 1988: Eitt Pan Am-flogfar spreingist yvir Lockerbie í Skotlandi. 270 fólk doyggja.
17. juli 1996: Eitt flogfar hjá TWA dettur niður við Long Island. 230 fólk doyggja.
12. november 1996: Tvey flogfør stoyta saman í New Dehli í India. 349 fólk doyggja.
5. august 1997: Eitt flogfar hjá Korean Air dettur niður við oynna Guam. 228 fólk doyggja.
2. september 1998: Flogfar hjá Swissair dettur niður í Kanada. 229 fólk doyggja.
31. oktober 1999: Flogfar hjá Egypt Air dettur niður í Atlantshavið. 217 fólk doyggja.
12. november 2001: Eldur kemur í eitt flogfar hjá American Airlines. 225 fólk doyggja.
19. februar 2003: Iranskt hernaðarflogfar dettur niður. 302 fólk doyggja.