Í mong ár hava danatrúgvir einavaldsmenn roynt at hildið uppi danskari lygn um, at Føroyar skulu vera partur av danska ríkinum, men teir hava ongantíð megnað at víst á, nær og hvussu Føroyar eru vorðnar partur av hesum ríki! Í 1946 valdu teir at bera fram danskt uppskot um innliming og heimastýri. Tíbetur eydnaðist táverandi frælsisrørslu at fella danska uppskotið. Bert 47% av teimum, ið vóru á vali 14. september 1946, tóku undir við heimastýri og innliming í danska ríkið, tað svaraði til góð 30% av teimum, ið høvdu valrætt í Føroyum tá!
Sagt verður at fólkaatkvøðan í 1946 endaði við heimastýrislógini í 1948, ja ódemokratiskt er tað so! Danatrúgvir einavaldsmenn, ið ikki vildu viðurkenna ósigurin, fingu tvírikjakong okkara og dana at senda løgtingið til hús í 1946 og um- ella endurskipa einavaldið við heimastýrislógini í 1948.
Føroyingar hava ongantíð viðurkent heimastýri ella innliming í danska ríkið og mugu tí halda seg til henda veruleika! Hvussu ofta danska lygnin verður endurtikin, so verður hon ongantíð til veruleika.
Nýskipanir Gorbatjovs vóru í veruleikanum byrjanin til fall sovjet-kommunismunnar. Eins og Gorbatjov boðaði frá nýggjum politikki í eystri, hava fleiri flokkar boðað frá nýggjum politikki í Føroyum, fólkið skal tala. Stjórnarskipanarlóg, ES-limaskapur og ríkjasamband við danska ríkið skulu eftir ætlan til fólkaatkvøðu komandi árini. Vónandi føra hesar ætlanir til fall einavaldsins í Føroyum.
Tað er løgið, at sonevndir fullveldismenn ongantíð megnaðu at seta seg veruliga inn í stjórnarstøðu Føroya. Teir fóru til Danmarkar í óðum verkum og ætlaðu at lima Føroyar úr danska ríkinum. Fulltrúi vesturnorska einavaldsins (danski forsætisráðharrin) kundi ikki annað enn vísa hesum óvitum durafjórðingin, ongin kann fara úr nøkrum, sum hann ikki er í ella partur av!
Vit hava nú fingið ein landsstýrismann í uttanríkjamálum, løgmaður tekur sær framvegis av sambandinum við Danmørk. Og enn hava vit ein uttanríkisráðharra, sum eisini er danskur uttanríkisráðharri. Tá hann fer út um ríkjafelagsskapin at umboða okkum og danir er tí rættast at nevna hann uttanríkjaráðharra Danmarkar og Føroya. Londini eru jú tvey ríki í ríkjafelagsskapi. Tað er óivað ringt at skilja hjá óvitum, ið eru aldir upp í donsku trúnni!
Danir stýra Føroyum í dag á sama hátt, sum teir stýrdu Noregi til 1814 og Íslandi til 1918, t.e. við norskum einavaldi! Alt vald í og yvir Føroyum byggir á einavaldssamtykt føroyinga í 1662, tíðin er komin at taka hana av og skipa Føroyar sum demokratiskt land við ella uttan ríkjasamband.
Gevið gætur: Eingin “ríkisfelagsskapur” er til, einki ríki kann vera í felagsskapi við sær sjálvum, men tvey ella fleiri ríki(r) kunnu vera í ríkjafelagsskapi!










