heimahjálpirnar ikki lata sær lynda. Tær hugsaðu sum so, at um jólahaldið datt niðurfyri í ár, so fór tað ikki at verða tikið upp aftur. Tær brettu upp um armar, og fóru av sínum eintingum undir at samla pening [...] 100 fólk upp í KFUK. Tey sessaðust við búgvið døgurðaborð, við góðum mati. Um tað so var mandilgávan, so var eisini hugsað um tað. Aftaná var kaffi og køkur. Síðani var undirhald, har byrjað var við at [...] Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um at Heimarøktin hevur brúkt ov nógv av peningi í ár. Ein avleiðing av hesum varð, at Almannastovan ikki vildi játta pening til árliga jólahaldið, sum hevur verið
Olsen ikki er koyrd úr starvi, men at hon er sjúkrameldað fyribils. Heri Berg, yvirlækni, sigur við Sosialin, at tað er skeiv merking at kalla bústaðin hjá teimum 10 fólkunum Pensionatið. Hetta er í veruleiknaum [...] at flyta búfólkini, og at starvsfólkini skuldu flyta við teimum. Orsøkin til at hetta ikki er gjørt seinni, er at nú er eingin peningur til slíkt tiltak, sigur Heri Berg. [...] Olsen um fýra tíðina hósdagin, segði hon seg vilja seta starvið inn, fyri at búfólkið skuldu sleppa frá at flyta út. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Petry Olsen, leiðara á Pensionatinum, um gongdina
kkurin ikki longur er partur av samgonguni. Hetta sigur formaður floksins, Helena Dam á Neystabø. Hon sigur, at samstarvið í samgonguni hevur verið strivið frá byrjan, og at tað er ein sannroynd, at løgmaður [...] mun, tað er neyðugt, tá fleiri flokkar skulu arbeiða saman. ? Hóast samgongan bert hevur sitið í góð trý ár, so hava ikki færri enn 11 landsstýrismenn mannað landsstýrið í hesum skeiði. Heldur enn at viðgera [...] desember, at landsstýrismenn ikki skulu arbeiða við øðrum málum, enn við teimum, sum samgongan er fullsamd um. Soleiðis átti tað sjalvandi at verið. Men hesi krøv løgmans standa í alt ov stórari andsøgn til handfaring
landsstýrismonnum spurdu vit hann, um hann ikki er lopin framav! - Tað er løgmaður avgjørt ikki. Tað er vert at undirstrika, at tað er uppgávan hjá løgmanni at meta um, um ein landsstýrismaður hevur umsitið [...] at sambandið um Vestmannasund er alt ov vánaligt og vit hava ikki tíð at bíða eftir einum undirsjóartunnli fyri at bøta um hetta. -Hetta økið hevur verið alt ov lítið prioriterað, og tí er neyðugt nú at [...] vit hava og bøtt um tað. Hetta sama er galdandi fyri onnur øki í landinum. - Tað sær ikki mætari út enn, at tínir egnu tingmenn og landsstýrismenn vilja fara longur enn Sámal Petur og gera tunnilin til ein
- Hvat er tað, sum er so gott við at búgva í Føroyum? - Tað havi eg ofta hugsað um. Tað er ikki tað, at her bara búgva einglar, fólkið er ikki betri enn onnur fólk. Náttúran er vøkur, men tað er heldur [...] eru ofta nógv meira nøgd við tilveruna enn tey frísku. Tey hava ofta so nógv positivt at siga, t.d. um góða røkt, og tí er tað so lívgandi at vitja sjúk fólk. - Tað er ein serlig støða at vera í at liggja [...] landinum. Nógv fólk harmaðust hesi tíðindi, tí Henning Bøgesvang er era væl lýddur sum prestur, tí hann altíð er við tí góða orðinum og er so positivur. Men Henning Bøgesvang sigur ikki Føroyum farvæl fyri
við norðmonnum. Bjørn á Heygum er fyri uppskotinum hjá John Petersen, landsstýrismanni um minstavinnig til útróðrarmenn. Bjørn á Heygum sigur, at sum skipanin er í dag, er hon heilt óhaldbar og ómoralsk [...] at snýta. Tað er rættiliga lætt at skaffa sær tær nøgdir, sum krevjast, fyri at koma undir skipanina. »Hetta er ein sjúk og avskeplað skipan,« sigur hann. Ætlanin við nýggja uppskotinum er at koma teimum [...] viðgerð av uppskotinum um minstavinning til útróðrarmenn, at menn, sum ikki kundu liva av útróðri uttan studning, máttu finna sær annað arbeiði. Men nú er tað soleiðis, at hetta »annað arbeiði« finst ikki
Fiskimannafelagnum. Óli Jacobsen sigur, at tí er hann púra sannførdur um, at arbeiðarafeløgini fáa onki burturúr at fara í verkfall uppá hetta málið. Heldur enn at arbeiða so destruktivt, sum tey gera í [...] tað einasta, arbeiðarafeløgini fáa burturúr einum verkfalli, er, at tey missa alt arbeiði á landi, meðan verkfallið er. Og táið verkfallið er liðugt, kunnu skipini framvegis avreiða 25% uttanlands, sigur [...] reytt oyra. Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum heldur, at hóttaninar frá arbeiðarafeløgunum um at fara í verkfall, fáa fiskimenn serligan skattalætta, eru tað bera »bluff«. Tí tað verður rís til
tøkum tími, hildu vestmenningar, sum eru vanir við, at teirra lið er við í stríðnum um meistaraheitið. Eftir tveir ósigrar á rað, var fjáltur um at koma á viðhaldsfólki hjá VÍF, og leygardagin segði Ingi Olsen [...] reytt kort 8 minuttir inn í seinna hálvleiki. Hetta fekk hann, tí hann var í so harðligur við Áka Olsen, og hóast áskoðararnir av Strondum hildu talan vera um harðan dóm, var eingin vegur aftur. Jónleif [...] sigrinum. Hjá StÍF var John Petersen aftur við á liðnum. Hetta var fyrsti dysturin hjá honum í hesum kappingarárinum, og tað sást, at frálíki spælarin ikki er toppformi. Men heldur John Petersen fram, og kemur
sigur Ingeborg Vinther Ingebrog Vinther leggur dent á, at hetta er ikki vent ímóti fiskimonnum. At siga, at hetta er vent ímóti fiskomonnum, er at venda málið á høvdið. Vit unna saktans fiskimonnum skattalætta [...] sum eru líka illa, og verri fyri, enn fiskimenn eru. Og tað vit gera, er einans at verja teirra rætt til at at fáa skattalætta eisini. Hetta er eitt tiltak, sum er vent ímóti landsstýrinum, tí vit vilja [...] okkum um eitt so stórt álvarsmál fyri alla arbeiðarastættina. Hon heldur, at hetta vísir, hvussu lítla virðing, politisku flokkarnir hava fyri verkafeløgunum. Vit eru øll feløg samd um, at tað er ein
í málinum um ætlaða skattalættan. Tí hetta er vent ímóti fiskimonnum, hvat ið so verður sagt. Óli Jacobsen sigur, at hetta er eitt mál, hini feløgini einki hava við at gera. Og heldur enn at hótta við [...] sjálv besta prógvið um, hvussu lítið fæst burturúr at hótta við verkfalli í tíð og úrtið. Óli Jacobsen er púra sannførdur um, at verkfallshóttanin er tað bera ³bluff3. Tað fer bara at skaða teirra áhugamál [...] Skattalætti verður bara latin av fiskipartinum. Hetta varð orðað soleiðis fyri at gera tað lættari at fáa tað fram. Men tað er greitt, at hetta er ein av teimum spurningum, sum verða tiknir upp undir