Verður verkfall, verður tað rís til egnu reyv.
Tí arbeiðarafeløgini fara onki at fáa burturúr.
Og fiskimenn fara ikki at missa eitt reytt oyra.
Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum heldur, at hóttaninar frá arbeiðarafeløgunum um at fara í verkfall, fáa fiskimenn serligan skattalætta, eru tað bera »bluff«.
Tí tað verður rís til egnu reyv, og onki annað, sigur hann.
Hann sigur, at verður tað verkfall, fer onki at henda, uttan tað, at alt arbeiði á landi verður lagt lamið.
Men hvør stertur, føroysku skipini fáa, verður avreiddur uttanlands.
Skal ikki telja uppí
Annars samtykti tingið herfyri, at skipini í mesta lagi kundu avreiða 25% uttanlands.
Og nettupp hetta kundi verðið ein trumfur hjá arbeiðarafeløgunum, fara tey í verkfall uppá skattalættan til fiskimenn.
Tí kunnu skipini ikki avreiða í Føroyum, og eru avreiðingarnar uttanlands avmarkaðar, hevði tað blivið verkfallinum ein stór styrki.
Men tað, Óli Jacobsen avdúkar í Sosialinum í dag, tekur í hvussu so er henda trumfin frá arbeiðarafeløgunum.
Tí formaðurin í Fiskimannafelagnum upplýsir nevniliga, at John Petersen og hann hava avtalað, at verður arbeiðið á landi lagt lamið við einum ólógligum verkfalli, verður lógin um 25% avmarkingina sett til viks, og skipini skulu sleppa at landa uttanlands púra ótarnað, uttan at missa fiskidagar.
John Petersen hevur váttað fyri mær, at ein fiskur, sum verður avreiddur uttanlands, takkað verið einum ólógligum verkfalli, skal ikki telja uppí tey 25%, sum skip í mesta lagi kunnu kunnu avreiða uttanlands, uttan at missa fiskidagar afturfyri, sigur Óli Jacobsen
Tað vil aftur siga, at tað einasta, arbeiðarafeløgini fáa burturúr einum verkfalli, er, at tey missa alt arbeiði á landi, meðan verkfallið er.
Og táið verkfallið er liðugt, kunnu skipini framvegis avreiða 25% uttanlands, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.
Óli Jacobsen sigur, at tí er hann púra sannførdur um, at arbeiðarafeløgini fáa onki burturúr at fara í verkfall uppá hetta málið.
Heldur enn at arbeiða so destruktivt, sum tey gera í hesum føri, og fara í verkfall uppá eitt mál, tey onki hava við at gera, áttu arbeiðarafeløgini roynt at bøtt um korini hjá sínum egnu limum heldur Óli Jacobsen.