VÍF fór aftur av vølli sum vinnari og Ingi Olsen sum toppskjútti.
Í so máta vóru bæði spælandi venjarin hjá VÍF og liðið hjá honum til at kenna aftur, og tað var eisini í tøkum tími, hildu vestmenningar, sum eru vanir við, at teirra lið er við í stríðnum um meistaraheitið.
Eftir tveir ósigrar á rað, var fjáltur um at koma á viðhaldsfólki hjá VÍF, og leygardagin segði Ingi Olsen við Ítróttarosialin, at tað hevði stóran týdning fyri liðið, at teir vunnu dystin móti StÍF.
Og tað eydnaðist eisini, eftir at stórur partur av dystinum hevði gingið javnt á, og StÍF hevði verið á odda í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá heimaliðnum, og hóast munurin ongantíð gjørdist tað stórur, hevði VÍF tamarhald á.
Uppgávan hjá vestmenningum gjørdist nakað lættari, tá spælandi venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, fekk reytt kort 8 minuttir inn í seinna hálvleiki. Hetta fekk hann, tí hann var í so harðligur við Áka Olsen, og hóast áskoðararnir av Strondum hildu talan vera um harðan dóm, var eingin vegur aftur.
Jónleif hevði havt gott tak á Inga Olsen, og eftir at StÍF-arin noyddist út, kom rættiliga gongd í hjá Inga, sum seinasta partin av dystinum gjørdi eitt mál fyri og annað eftir. 12 mál gjørdist tað tilsamans og saman við teimum 11 hjá bróðrinum Áka, vóru hesi mál grundarlagið undir sigrinum.
Hjá StÍF var John Petersen aftur við á liðnum. Hetta var fyrsti dysturin hjá honum í hesum kappingarárinum, og tað sást, at frálíki spælarin ikki er toppformi. Men heldur John Petersen fram, og kemur í betri venjing, verður hann góður styrkur hjá einum StÍF-liðið, sum er væl fyri. Hesaferð var Arthur Johansen toppskjútti hjá StÍF, hann gjørdi 10 mál, og Alexander Johansen og John Petersen fýra í part.
Kyndil helt fast
Mikukvøldið snávaði H71 móti Neistanum, StÍF tapti fyri VÍF leygardagin, og tí eru tað nú VÍF og Kyndil, sum hava lagt seg á odda í kappingini. Kyndil spældi leygardagin í høllini á Skála, og har vunnu teir tryggan sigur móti aftasta liðnum í deildini, KÍF.
Í hálvleikinum stóð á jøvnum 10-10, men í seinna hálvleiki dróg Kyndil rættiliga frá heimaliðnum, og tá dysturin var av, var munurin átta mál. Hannis Wardum og Bárður Johannesen gjørdu sjey mál hvør fyri Kyndil, og Vagnur Johannesen og Jóan Petur Olsen skutu seks mál í part fyri KÍF.
Næsta vikuskiftið verður aftur oddadystur i mansdeildini, tí tá fara grannafeløgini Kyndil og H71 at dystast. VÍF fær tá vitjan av kollfirðingum.