tá tað kemur til óheppin ítróttarfólk. Hetta hava bæði Glenn Hoddle, David Beckham og danski dómarin Kim Milton Nielsen, sum sendi Beckham av vøllinum í HM kappingini í fjør, kent sviðan av. Tað er í [...] í hesum døgum heldur ikki serliga stuttligt at vera Matthew Elliott, sum varð rikin av vøllinum á Svangaskarði leygardagin fyri at gera nakað, sum kanska var enn býttari enn tað, Beckham gjørdi móti Argentina [...] skotski spælarin nakrantíð, sum bleiv útvístur í altjóða týðandi dysti, eftir at hann hevði sligið Toda Jónsson í andlitið fá sekund fyri hálvleik«, skrivar Fraser Mackie, sum var millum skotsku tíðindafólkini
liggja í skúlalógini, krevja at ytru karmarnir verða dagførdir. Kunningartøknin (KT) verður í alt størri mun stýrandi í samfelagnum, og kemur hon eisini at merkja gerandisdagin í skúlunum alt meiri. Í nógvum [...] Í Føroyum verður í hesum døgum nógv tosað um at lækka skattin, og er tað nakað, ið vit øll vilja taka undir við. Tó mugu vit minnast til, at skulu vit varðveita eitt samfelag, ið kann geva eina nøktandi [...] teimum eru ikki troyttir nóg væl enn. Tað kann tykjast óskiljandi, at eitt samfelag sum okkara ikki hevur lagt størri orku í at skapa møguleikar fyri fjarundirvísing. Í fólkaskúlanum er hetta neyvan rætt
og Cameron Diaz, fingu heiðurslønirnar sum ársins bestu sjónleikarar, tá ið heiðurslønirnar herfyri vóru handaðar í Santa Monica í statinum Kalifornia. Carrey, sum í sambandi við handanina var ílatin hárkoll [...] fyri leiklut sín í filminum "The Truman Show", meðan Cameron Diaz fekk heiðurslønina fyri høvuðsleiklutin í filminum "Vild med Mary". Handanin av MTV-heiðurslønunum er ikki so hátíðarlig sum Oscar-handanin [...] sæst eisini aftur á summum av tí, sum heiðurslønir vera latnar fyri. Millum annað fingu Gwyneth Paltrow og Joseph Fiennes heiðursløn fyri besta filmskossin, sum var í filminum "Shakespeare in Love". Nýggjur
burtur. Um tað er tað seinna, so má tað sigast at vera sera óheppið. Tí er tað nakar, sum veit at siga um familjuna og hvat henni tørvar, so eru tað kvinnurnar. Og ikki minni í hesum døgum, nú kvinnurnar [...] minka um harðskapin í familjuni -hvussu sjónligar eru kvinnur og kvinnusjónarmið í samfelagnum og í søgu okkara. -hvussu ávirkar tað støðu kvinnurnar, at so fáar kvinnur eru í politikki Sum skilst alt ógvuliga [...] styrkja og stuðla familjuni? osv.. Hvørs støða er tað tá, sum skal styrkjast, má spyrjast. Ikki er vist, at tað sum er best fyri t.d. mannin, eisini er tað fyri kvinnuna og fyri børnini. Greiðari, sjónligari
hevur tað bara til parttíðarfiskiskap. Og hann avreiðir bara til felagið, sum eigur hann, sum brúka surimi í serligum framleiðslum. Annars verður meiri enn helvtin av øllum surimi, sum verður gjørt í heiminum [...] svartkjaftavinnu aftur í Føroyum, tá ið hugsað verður tann lúsingin, sum ævintýrið í sjeyti og áttatiárunum gav okkum. (Sí greinina omanfyri). Sjálvur hevur hann drúgvar royndir í svartkjaftinum. Hann var [...] er, at kvoturnar avpollack í Alaska, eru skerdar og tað loysir seg betur at skera hann til flak, heldur enn at mala hann til surimi. Annars er tað ongin annar í Evropa, sum gera surimi, uttan ein franskur
sosialt, og tað hevur í sínum lagi við sær, at hann gert konservativur út um alt rímiligt mark. Einki má broytast, alt skal vera sum tað er ella allarhelst: sum tað var. Sum tann einasti í skaldsøguni [...] av systkjunum í Kvannhúsinum: Ívari, Livu og Magdalenu. Í fleiri førum brúkar frásøgnin filmmál. Í fyrstani verður panorerað út yvir Grýtuna, síðani verður tað zoomað inn á postboðið, sum lesarin fylgir [...] Undir einum flogálopi verður alt í fyrstani sæð úr erva, og síðani verður tað zoomað inn á hendingarnar, og undir jarðarferðini hjá Ívari verður Skæling blaðstjóri brúktur sum kameralinsa. Frásøguhátturin
leggja turr tøl á borðið í einum heitum ráðstevnuhøli í Venesia sum á einum tilvildarligum hotelli í Danmark. Tað var nú ikki heilt av tilvild, at leiðslan í Maersk Air valdi Venesia sum karm um tíðindafundin [...] teirri størstu brúnni í býnum stóðu brúðarpør í røð fyri at taka mynd. Veðurlagið í Venesia er sum vera man ógvuliga gott. Hesa fyrstu vikuna í juni lá hitin oman fyri 30 hitastig, sum er nakað óvanligt so [...] donsk songkvinna. Tað er eingin ivi um, at hesin kendi býurin í Italia er nakað heilt serligt. Venedig ella Venesia, sum hann eitur á føroyskum, er ein av teim fáu býunum í heiminum, sum kann rópast ein
læknum. Og tað er júst í hesum ørindum formaðurin í Læknafelagnum, Sølvi Winther Olsen, varskógvar í hesum døgum. - Tað hevur altíð verið trupult at útvega nóg mikið av læknum til Føroya. Í dag eru 27 [...] skjótari útskrivaðir í dag í mun til fyrr. Alt gongur nógv skjótari fyri seg, og tað ger, at læknar hava trupult við at fara í dýpdina í hvørjum einstøkum sjúklingi. Samstundis sum tað er undirskot av yngri [...] læknar í so stórum tali ríma, er nakað av tí mest hóttandi, ið er, tí tað er har grundarlagið verður lagt. Hesir eru í sínum dagliga arbeiði á sjúkrahúsunum sera umráðandi, tí tað eru teir sum eru um
Her er tað, nýggja flaggskipið í føroyska fiskiflotanum. Tað er sjálvandi nýggja, stásiliga nótaskipið, sum Ejler Jacobsen, reiðari í Havn, byggir í Noregi. Tá ið Krúnborg kemur til Føroyar í heyst verður [...] fiskiskipið í norðanlondum. Liðugur í oktober Nýggja Krúnborg verður liðig í Oktober, og tá kemur hon henda vegin. Skrokkurin verður bygdur í Póllandi, og har varð eisini nýggi motorurin settur Tá ið tað arbeiðið [...] mest nýmótans og effektivasta fiskiskip, sum nakrantíð hevur verið í føroyska flotanum. Og í stødd eru tað eisini fá, sum hava kunna lagt hana afturum, og nú á døgum er eingin størri. Men hon fer eisini at
ørkymla«. Og vit byrja í 3. flokki!?! Haraftrat kann eg vísa á sendingina »Skúli og uppaling« í Útvarpi Føroya 1997, har Thorben Johannesen greiðir frá kanningum í Føroyum, sum benda á tað sama. Annars taka [...] eg í donskum í 5. flokki í ár. Eg kundi satt at siga hugsað mær handan eina dansktíman aftur, til dømis til skrivligt danskt. Sum ensklærari fari eg tískil at mæla til heldur at byrja við enskum í 6. flokki [...] aftrat í 6. til 10. flokk, um so er, at enskt í 5. flokki forðar fyri at flyta danskt úr 3. upp í 4. flokk. Lat okkum nú ikki gloyma, at enskt er annað fremmandamál í Føroyum, men fyrsta fremmandamál í Danmørk