Ein av uppgávunum hjá Læknafelagnum er at síggja til, at læknar verða útvegaðir til landið, og at siga frá, um trot er á læknum. Og tað er júst í hesum ørindum formaðurin í Læknafelagnum, Sølvi Winther Olsen, varskógvar í hesum døgum.
- Tað hevur altíð verið trupult at útvega nóg mikið av læknum til Føroya. Í dag eru 27 kommunulæknar kring landið, men um bert fá ár fer stórur partur av teimum frá fyri aldur. Og greiðar ábendingar eru um, at tað verður sera trupult at fáa fatur á læknum, tí haðani vit rekruttera læknar, eru eisini stórir trupulleikar at útvega nóg mikið.
Áttanda kommunulæknastarvið í Havn verður sett 1. september, men hóast læknin, ið settur verður, fær best hóskandi umstøður at virka undir, var áhugin at søkja starvið rættiliga avmarkaður.
- Vit eru í kapping um læknarnar við onnur lond, og tí er umráðandi at skapa fortreytir soleiðis at vit kunnu lokka læknar at koma hendavegin. Læknafelagið roynir at arbeiða fyri, at eisini danskir læknar fáa áhuga og hug at arbeiða eina ávísa tíð í Føroyum hóast umstøðurnar ikki eru líka góðar, sum teir eru vanir við, sigur Sølvi Winther Olsen.
Uppgávur á láni
Formaðurin í Læknafelagnum ásannar, at tað er óheppið og óstøðugt at læknar bert steðga eitt stutt tíðarbil fyri síðani at fara avstað aftur, men at vit verða noydd at taka til takkar við tað um eini fimm ár, tá ið fleiri kommunulæknar fara frá.
- Tá ið læknar steðga í einum starvi í styttri tíð, koma nógvar uppgávur at liggja á láni. Tað gongur fyrst og fremst út yvir langsiktaða læknaarbeiðið og fyribyrgjandi arbeiðið.
- Ættarliðið av læknum, sum eru virknir nú, hevur ikki hug at arbeiða til teir verða 67 ár. Tá ið hesir læknarnir fara úr starvi, mugu vit hava eitt tilboð, sum læknar kunnu siga ja takk til. Vit mugu undir eina tilvitaða herferð, sum lokkar læknar hendavegin. At læknar hava tilboð um barnaansing er rættiliga umráðandi. Yngri læknar hava ikki hug at koma henda vegin um teir vita, at teir ikki fáa børnini ansað. Harafturat eiga vit at gera tað møguligt, at fleiri kommunulæknar eru saman um eina praksis. Fleiri yngri kvinnur eru læknar og tær hava ikki hug at verða so nógv bundnar sum kommunulæknar eru.
- Eftirútbúgvingarmøguleikarnir eiga at vera í lagi, og tað treytar, at skipanin ikki tømist hvørja ferð eitt ella tvey fólk eru burtur, men at møguleikar eru fyri at útvega vikarar so leingi. Sum er hópa uppgávurnar seg upp meðan ein eru burturi bert eitt stutt bil.
Fortreytir
At skapa góðar og tíðarhóskandi fortreytir fyri, at læknar hava hug at koma til Føroya at arbeiða sum kommunlæknar, er sera týdningarmikið.
- Góðar fortreytir eru eitt nú góð og tíðarhóskandi høli. Eftirútbúgvingarmøguleikar eru eisini umráðandi og at hildið verður fast við víðariútbúgvingarmøguleikarnar, ið eru í skipanini.
Men hóast hesar umstøður eru í lagi, sóu vit, tá ið áttanda kommunulæknastarvið í Havn varð lýst, at bara fýra søktu starvið. Og tað undrar okkum ikki sørt. Fyri stuttum søktu 10-15 og harímillum nógvir nýútbúnir læknar kommunulæknastørv. Orsøkin til, at færri læknar søkja, er, at færri læknar eru til. Vit eru partur av stóru norðurlendsku skipanini.
Sjúkrahúsverkið
Hóast sjúkrahúsverkið seinastu nógvu árini hevur verið nógv skert fíggjarliga, er arbeiðsbyrðan hjá læknunum ikki minkað tilsvarandi.
- Sjúklingar verða skjótari útskrivaðir í dag í mun til fyrr. Alt gongur nógv skjótari fyri seg, og tað ger, at læknar hava trupult við at fara í dýpdina í hvørjum einstøkum sjúklingi. Samstundis sum tað er undirskot av yngri læknum og serlæknum, er fíggjarorkan hjá sjúkrahúsunum eisini ov lítil. Við hvørt verða deildir latnar aftur fyri at fáa roknistykkið at ganga upp, og tað er skilagott út frá einum fíggjarligum sjónarmiði, men út frá einum sjúklinga- og læknaligum sjónarmiði, er tað als ikki gott.
- Tá ið vit tosa um, hvat er forsvarligt og ikki, tosa vit um eitt lágmark. Í summum førum meti eg sum lækni, at tað er líka við ikki at vera forsvarligt, tá ið fólk verða útskrivað ov tíðliga. At tosa um avleiðingar er so álvarsamt, men tað stutta av tí langa er, at læknar mugu raðfesta nógv harðari og neyvari enn áður, og tí aldri fáa stundir til fyribyrgjandi arbeiði. Tað er kanska meiri spennandi hjá einum lækna bert at arbeiða við tí akutta, men sæð út frá einum heilsuligum sjónarmiði, er tann raðfestingin í longdini ikki forsvarlig.
Tað eru sergreinir, har eingir serlæknar eru í Føroyum. Ikki so sjáldan halda læknar, ið eru farnir frá fyri aldur, fram í starvinum, tí eingin er at taka yvir. Sergreinirnar eru so mikið týdningarmiklar í heildini, at serlæknarnir mugu halda fram í starvinum.
Helvtin farin
Er ringt at manna serlæknastørvini, er tað ikki lættari at fáa yngri læknar í starv. Innan stutta tíð er talið á yngri læknum á sjúkrahúsunum farið niður í helvt.
- At yngri læknar í so stórum tali ríma, er nakað av tí mest hóttandi, ið er, tí tað er har grundarlagið verður lagt. Hesir eru í sínum dagliga arbeiði á sjúkrahúsunum sera umráðandi, tí tað eru teir sum eru um sjúklingarnar, og tað er teir, sum seinni verða serlæknar og kommunulæknar. Fáa vit ikki yngri læknar at koma til Føroyar, hava vit stórar trupulleikar. Avleiðingarnar eru eisini tær, at teir sum eru í starvi fáa enn størri arbeiðsbyrðu og tá fáa teir eisini hug at leggja frá sær. Skipanin er púra fastløst.
Formaðurin í Læknafelagnum sigur, at tað er sera týdningarmikið at allir partar, læknafeløgini, og almennu og kommunalu myndugleikarnir, arbeiða fram ímóti at loysa trupulleikan, áðrenn landið tømist fyri læknar.
- Kommuna og land eiga skipanina í felag, og sum slík eiga tey at gera seg galdandi soleiðis at trupulleikin verður lýstur og loystur. Sum felag kunnu vit vísa á gongdar leiðir, men vit kunnu ikki tryggja, at vit finna persónarnar til eina og hvørja tíð. Tað krevur eitt tilboð sum svarar til tað læknar annars hava. Lønin í Føroyum er lægri hóast arbeiðs- og vaktbyrðan eru størri. Tað er ikki lokkandi at koma henda vegin, men hinvegin kunnu vit ikki lata standa til, tí annars tømist landið fyri læknum.
- Vit eiga øll at seta okkum niður at tosa um, hvat kann og eigur at verða gjørt. Tað verður rópt og skríggjað um stóra tørvin á stovnsplássum til børn. Yngri læknar koma ikki til Føroyar, tí tey fáa ikki børnini ansað. So einfalt er tað.
Vildi tú mælt Landssjúkrahúsinum sum eitt tað størsta arbeiðsplássið í landinum til at seta dagstovn á stovn?
- Tað hevði avgjørt verið ein gongd leið. Aðra staðni brúka sjúkrahús barnaansing, bústað og aðrar góðar umstøður til at lokka læknar til. Eg kenni dømi um, at fólk havt hug at koma henda vegin, men hava givið skarvin yvir, tá ið tey hava sæð stóra trotið á stovnsplássum. Sjálvt um tú ert føroyingur og hevur hug at koma heim aftur, kemur tú ikki, um tú ikki fært børnini ansað.
Í Læknafelagnum sita sjey fólk í nevndini. Tey umboða eitt nú Serlæknafelagið, har Jóhan Petur Davidsen er formaður, Felagið fyri Yngri læknar, har Jens Andreassen er formaður, og Kommunulæknafelagið, har Kaj Kallsberg er formaður.