Her er tað, nýggja flaggskipið í føroyska fiskiflotanum.
Tað er sjálvandi nýggja, stásiliga nótaskipið, sum Ejler Jacobsen, reiðari í Havn, byggir í Noregi.
Tá ið Krúnborg kemur til Føroyar í heyst verður hon uttan samanbering stásiligasta, mest nýmótans og effektivasta fiskiskip, sum nakrantíð hevur verið í føroyska flotanum.
Og í stødd eru tað eisini fá, sum hava kunna lagt hana afturum, og nú á døgum er eingin størri.
Men hon fer eisini at teljast ímillum mest nýmótans fiskiskipið í norðanlondum.
Liðugur í oktober
Nýggja Krúnborg verður liðig í Oktober, og tá kemur hon henda vegin.
Skrokkurin verður bygdur í Póllandi, og har varð eisini nýggi motorurin settur
Tá ið tað arbeiðið var liðugt í mai, varð hann sleipaður til Noregs, har hann nú verður gjørdur liðugur.
At síggja til líkist hon nógv nýggja nótabátinum hjá klaksvíkingum, Christiani í Grótinum. Men nýggja Krúnborg er væl breiðari enn klaksvíksbáturin og tekur tí munandi meir.
Krúnborg lastar 2.500 tons. Hann er 74, 25 metrar langur og tað er nakrar sentimetrar longri enn Christian í Grótinum.
Men hann er 14 metrar breiður og tað er 1,4 metur breiðari enn Christian, sum er 12,6 metrar breiður.
Motorkraftin í Krúnborg er øgiligi. Hon hevur motor uppá 7. 500 hestar og tað gevur henni eina ferð uppá 18 míl.
Ejler Jacobsen hevur fyrr sagt, at tað hevur sera stóran týdning at nótabátarnir sigla skjótt, tí tað gongur skjott at fylla teir og tað ræður um at brúka so stutta tíð sum gjørlt at sigla.
Umframt at fiska við nót, er Krúnborg útgjørd til at fiska við flótitroli.
Sostatt verður hon eitt avbera effektivt fiskifar.
Men tað krevst eisini, skal Ejler Jacobsen megna at svara hvørsum sítt við henni.
Tí nýggja Krúnborg kostar heilar 118 norskar milliónir. Tað eru knappar 110 milliónir føroyskar krónur.
? Skipið var upprunaliga fíggjað í Noreg. Men síðani ymisk lógfrøðilig viðurskifti fingust í rættlag í Føroyum, hevur Realurin her heima yvirtikið fíggingina.
Tað verða einir 14-16 mans við nýggju Krúnborg.
Eitt skip sum nýggja Krúnborg kann leggja øgiligar nøgdir uppá land.
Roknast kann við, at eitt skip sum nýggja Krúnborg kann fiska eini 60.000 tons um árið, um tað gongur sum ætlað.
Ejler Jacobsen byggir bátin saman við Norðmonnum, sum eiga 30% í honum.