eru eisini at síggja. So kann ein spyrja, hvat tað hevur við kirkjuna at gera. Jú, tað vóru menn, sum arbeiddu við hesari havnargerðini, sum lótu part av lønini til at geva kirkjuni eitt ur at seta í tornið [...] dansistovan í Skopun. Á framsýningini fer millum annað at bera til at síggja tann gamla prædikustólin, sum fylgdi við kirkjuni, tá hon fyri 100 árum síðan kom úr Vestmanna. Og ein av gomlu bríkunum, sum varð [...] verið hava og framvegis verða brúktar, eru við. Altardúkar og messuaklar eru eisini at síggja. Umframt teir elstu messuaklarnar, sum kirkjan eigur, verður eisini ein spildurnýggjur messuakul at síggja. Hetta
friðaður, og so hoyrir hann til festið í Kirkjubø. Fyrsta dagain fer Sámal Petur at skriva fornminnanevndini bræv og biðja um tilmæli viðvíkjandi hesum spurningi. Sámal Petur heldur spurningin vera sera á [...] fornminni, hava víst á, at Múrin ikki er ein ruin, við tað at Múrin er hildin við líka øll árini. Sámal Petur í Grund sigur, at í hansara verð er tað líka mikið, um Múrurin er eitt fornminni ella ikki. Er [...] heimild til at gera við Múrin, sum honum lystir. So má landsstýrið við lóg friða Múrin. Fornminnanevndin fær onga tíðarfreist at koma við sínum tilmæli. Hon verður bara biðin um sum skjótast at svara, sigur
undirgrundini, og hvar oljufeløgini tí møguliga eiga at leita um ikki so neyvt sum at seta borin í. Hon heldur eisini, at slíkir oljulekar kunnu siga nógv um møguleikarnar at finna olju, og eftir tí, sum hevur [...] Vágarnar. Tað er eitt flogfar av Navaho-slagnum við plássi til átta fólk. Tað er bretska fyritøkan ?Oilsearch?, sum eigur hetta og eitt flogfar aftrat, ið bæði verða brúkt í leitingini eftir olju og gassi [...] Seinnapartin í gjár varð so farið at seta upp elektroniska útgerð á flogvøllinum og at gera flogfarið klárt til fyrstu kanningarnar. Arbeitt verður á einum øki eystan fyri Føroyar. Tað nærmasta tey eru landi er
hon, at onkur fær keypt tað. Hon heldur at tað ringasta við at gerast arbeiðsleys er ikki at fáa tíðina at ganga. Tað ringasta er kenslan av at føla seg minni verdan av at ?ganga um ein ónytta³ og at onnur [...] sigur, at beint nú hevur hon onga hóming av, hvat hon fer at gera, missur hon arbeiðið á flakavirkinum. Eg eigi ein lítlan son og noyðist tí at vera í Vágum. Og her er ikki nógv at velja í At flyta [...] in kemur skjótt. Tað hevði gjørt tað munandi lættari, og bíligari at arbeitt aðrastaðni, uttan at verða noyddur at flyta. Hon sigur, at hon vónar, at útvegir verða funnar fyri, at flakavirkið verður
nevndini í at gera arbeiðið liðugt, sigur Helena Dam á Neystabø, at tað er hugsandi at onkur vil taka álitið á kanningarnevndina burtur. - Er vandi fyri, at kanningarnevndin verður forðað í at gera arbeiðið [...] hava verið á pallinum í bankamálinum, og nógvar gitingar hava verið gjørdar.Tað kann t.d. hava verið gjørt, fyri at seta annan partin í ávíst ljós. Tað byrjaði við at Anne Birgitte Lundholdt úr Konservativa [...] Konservativa flokkinum, í vár segði, at hon ikki væntaði at Fíggjareftirlitið og Vinnumálaráðið fóru at standa seg illa í kanningini. Næsta ábendingin í málinum var, at Peter Straarup, sum var ein av smiðunum
turrleggja eina á? Er tað føroyskt at eitra áir, vøtn og haga? Annars haldi eg, at SEV lættliga kundi latið vera við at brúkt Stórá og í staðin brúkt vindmyllur til at nøkta tann orkutørvin, sum missurin av Stórá [...] Grundgevingin var at smátturnar vóru óføroyskar! Eitt annað mál kemur mær eisini til hugs. Tað var eitt smoltbrúk í Suðuroynni, sum hevði fingið onkra laksasjúku. Teir hildu tað vera neyðugt at sterilisera alt [...] áir høvdu samband við økið og tær máttu eisini oyðast. Hetta hevði við sær, at alt fugla- og fiskalív varð oytt í økinum. Nógv mótmæltu hesi viðgerð. Sagt varð, at alt økið fór at verða steindeytt langt inn
skattaskipan. Fiskiskip og útróðrarbátar fáa íløgustuðul. Hetta vísir seg at vera neyðugt, um hesar vinnugreinar skulu yvirliva. Tað ber til at rokna út, hvussu stóran stuðul, tað er ráðiligt at lata til ymsu [...] litikkarar at enda tikið seg saman og hava fingið gongd á aftur virkini í Skopun og á Sandi. Tað bar til, tá viljin var til staðar. Hetta vísir eisini, at tað loysti seg hjá fólkinum har at seta seg upp [...] roynt at gera við hesa støðu, men tað tykist at vera sera torført. Tað eru Fiskavirking ella Føroya Banki, ið oftast liggja í buktini. Føroya fólk hevur goldið nógvan pening í Fiskavirking, men tað err ilt
november 1994 saman við mær og øðrum sett krav fram um, at bankamál eru ríkismál og harvið skulu tapini gjaldast av ríkinum. Oman á tað kemur at Javnaðarflokkurin, aftan á at vera vaknaður við kaldan dreym [...] Jóannes tíverri at siga nakað skeivt. Tað var ikki eg, sum bað gestirnar reisa seg og skála fyri ríkisfelagsskapinum. Tað var danski fólkatingsformaðurin. Tí hevur Jóannes púra rætt í, at tað var ikki sørt [...] Danska stjórnin svaraði klárt og greitt, at bankamál eru felagsmál. Ikki nóg mikið við tað. Bankamál eru felagsmál sum ikki kunnu yvirtakast. Tí er tað sólarklárt, at danir eiga at gjalda hendan partin av skuldini
hondunum, og var tað ikki av ongum, at hann varð nevndur Bugli-Jensen, greiðir Eivind av Reyni frá. Tá hesir menn nú høvdu tikið yvir umvælingararbeiðið av Morrisbilum, fór Sigird av Reyni aftur at arbeiða [...] Fluttu niðan í Hoyvíkar í 1978 Tað vóru framvegis Morris bilar, sum vórðu seldi hjá Reyni Service. Men tað gjørdist ov trongligt niðri í Rættará, og varð tí gjørt av at flyta niðan í Hoyvíkar, har verktaðið [...] goymslu - fyri at kundin skal hava nakað at velja í. Hátíðardagurin á Reyni Service verður hildin fríggjadagin. Frá klokkan 14 - 18 verður móttøka, og klokkan 15 kemur Sverri Djurhuus at hugleiða um tíðina
vart við, at hetta má Kristian Magnussen, landsstýrismaður, hava misskilt. Tey siga, at tey yvir fyri landsstýrismanninum júst greitt undirstrikaðu, at tað als ikki var neyðugt at gera alt tað upprunaliga [...] . Fólksins umboðsmenn- og kvinnur kunnu ikki fara at skaða henda stovn bert fyri at revsa starvsfólkini, ið hava kent tað sum sína skyldu at gera vart við hesi viðurskifti. Tað vildi verið heilt burturvið [...] annars, at tey, hóast hesa misskiljing, sum vónandi nú er rættað, eru sera fegin um, at Kristian Magnussen, landsstýrismaður, nú fer at leita eftir politiskum stuðli til at byggja nýtt í staðin fyri at umbyggja