frá, hvussu tað ávirkar okkara arbeiði, er støðan tann sama. - Tí er bert eitt at siga, og tað er, at hetta er tað besta vit kunnu gera fyri tann pening, sum er tøkur, sigur Vilgerð Astridardóttir. [...] sigur yvirsjúkrasystirin. - Hvat er at spara í peningi at lata hesa deildina aftur? - Leystliga hava vit roknað okkum til, at vit spara einar 40.000 - 50.000 krónur. Tað er peningur, sum telur hjá okkum [...] við. - Er tað ikki óforsvarligt og eisini ómenniskjansligt at koyra hesi fólkini á dyr á jólum? - Vit kunnu saktast forsvara tað út frá einum fíggjarligum spurningi. Um tað er ómenniskjansligt? Er tað meira
Tað er nýggjársaftan, og tað stóra brakið er mest sum liðugt. Kokkan er farin væl av midnátt og nærkast nú 00.30. Fólk, sum búgva á Heimasta Horni í Havn og hava verið úti og skotið fýrverk, eru so smátt [...] gamla, Anna Petra Petersen, er saman við mammu síni Mary og systkjum á Heimasta Horni og vitjar ommu og abba, og her halda tey nýggjár. Familjan býr annars á Sandi, men nú pápin er burtur, hava tey valt at [...] barnapakka, flutti hon seg rímiliga langt burtur. Júst hetta fýrverkið hevur bara eitt skot, og tá tað er farið væl upp í luftina, brestir tað sum ein rakett. - Eg hevði hundin hjá okkum hjá mær. Hann verður
n, tí tá kemur Black Prince aftur á Havnina. Heldur ikki Lars Krunderup vil inn á smálutir, tí enn er málið ikki avgreitt. Tað gekk so skjótt Petur Hans Poulsen og Per Andersen, vóru við Pressaranum m [...] óhappið hendi. Per Andersen vísir aftur, at Pressarin skal hava rent á ferðamannaskipið. - Eg veit ikki hvat hendi, tí tað gekk so øgiliga skjótt fyri seg. Vit rendu ikki á, vit lógu við síðuna av skipinum, [...] framvið, og fekk sett fast á Pressaran og sleipaði hann til lands. Per Andersen sigur, at hann veit ikki hvat hendi, men at hann nú fegin vil hava stundir sjálvur at fáa hendingina "upp á pláss", sum hann málber
dugað betur…” Men tá alt kemur til alt, so er tað mangan eg, sum fekk og lærdi meiri enn tað, ið eg gav á ferðini sum foreldur og uppalari av børnum okkara. Tað er mangan ígjøgnum signingarnar og avbjóðingarnar [...] vegleiðing. Tí er tað gott at hava vinir og vegleiðarar, sum eru komin longur, eru vísari og hava fleiri royndir enn vit. Vinir, sum kunnu peika okkum á leið og geva góð ráð, uttan at siga júst, hvat vit skulu [...] sum uppliva heima við hús, at tey hava týdning, fara at kenna at tey hoyra til, hoyra heima, og tað er ein grundleggjandi kensla, ið fylgir børnunum alt lívið.” “Eg hevði viljað givið teimum meiri av tíð
Sambandsflokkinum, og hon dylur ikki fyri, at okkurt av tilfarinum í bókini er úr ritgerðini. Hon leggur tó dent á, at sjálv er hon ikki limur í nøkrum politiskum flokki, og tað ætlar hon sær heldur ikki [...] ikki at verða. Anja Andreassen greiðir frá, at søgan um Sambandsflokkin er eitt evni, sum ikki er so nógv umrøtt í føroyskari søguskriving, og tí var tað kanska eitt sindur tilvildarligt, at júst hetta varð [...] søgulesandi. - Eg og maður mín sótu og prátaðu eitt kvøldið, hvat eg skuldi skriva um, sigur Anja Andreassen, og heldur fram, at av tí at so lítið er skrivað um Sambandsflokkin millum ár og dag, helt hon hetta
hon hvørja ferð er líka nervøs, meðan hon bíðar eftir avgerðini. Vígdis er 3 ferðir komin beint víðari. - Tað kennist, sum ein lætti. Tú veitst, at tú sleppur í næstu sending, og tað er gott. Men samstundis [...] av pardansi verður roknað sum nakað av tí, ið Vígdis er veikast í. Hetta var eisini hennara fyrsta roynd við pardansi í kappingini. - Jitterbug er ein øgiliga glaður dansur. Tí gleðina kundi eg brúka í [...] áskoðarum og fyri nógvum, nógvum túsund sjónvarpshyggjarum? - Tað er ordiliga skeg, tú ert pumpað og spent eftir at sleppa at vísa, hvat tú dugir. Men samstundis so veitst tú, at fólk, sum tú kennir, hyggur
Steintór Rasmussen er ikki bilsin av úrslitinum av atkvøðugreiðsluni hjá Vikublaðnum, har annarhvør helt, at Summar Festivalurin hevur mest spennandi skránna í ár Spurdur hvat hann heldur um úrslitið,
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015? - Árið 2015 hevur verið eitt spennandi ár við nógvum avbjóðingum. Í kommunusamanhangi er nógv sett í gongd, sum vit nú øll fara [...] Henda tíðin kundi lært okkum nakað. Fyrsta árið kemur at vísa, um rætt er gjørt fyri allar borgarar. Hetta trygvi eg uppá, men alt er ikki komið upp á pláss enn. Heðin Mortensen letur annars væl at. Alt [...] komandi ættalið. Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015? - Eg royni ikki at hava nakað ella minnast nakað keðligt. Eg eri postivur av lyndi og síggi alt tað góða hvønn dag. Tí er einki keðiligt
ongastaðni hevur at fara, er tað eitt sindur sum at vera fangi í egnum heimi Orðini eigur Richa Beinta Richardsdóttir, sum er ein av nógvu sjálvbodnu vaktunum í Kvinnuhúsinum. Vakttelefonin er til bráðneyðugar [...] ikki siga, at hetta er eitt stuttligt starv. Men mann ger eina góða gerð fyri nøkur fólk, sum hava brúk fyri hjálp, og tað kostar einum at kalla einki. Tað kann kosta tað, at mann er til taks sættu hvørja [...] áheitanir í fjør Í Vikuskiftis Sosialinum er tema um Kvinnuhúsið og harðskap í parløgum. Har kanst tú lesa longri samrøðu við Richu, sum greiðir nærri frá, hvat hon upplivir sum vakt í Kvinnuhúsinum.
borðið. Men Leif Erik er ikki í starvi hjá tí almenna - hann hevur av sínum eintingum koyrt mat út við vørubili sínum púra sjálvboðið undir navninum "Hjálpin". Hann greiðir víðari frá, hvat hann meinar við, [...] halda, at maturin er rotin, men eg fari ikki at geva nøkrum rotnan mat, sigur Leif Erik Niclasen. Hjá fíggjarliga sperdum familjum loysir tað seg ikki at vera kræsin, heldur Leif Erik, sum er vælvitandi um [...] brúkast Leif Erik Niclasen veit um nakar, at tað saktans ber til at eta mat, sum sambært dagfestingini er “ov gamal”. - Eg havi etið hvíta, sum var 21 dagar yvir síðsta søludag. Tað smakkaði fínt, sigur hann