Steintór Rasmussen er ikki bilsin av úrslitinum av atkvøðugreiðsluni hjá Vikublaðnum, har annarhvør helt, at Summar Festivalurin hevur mest spennandi skránna í ár Spurdur hvat hann heldur um úrslitið, sigur hann:
- Skal eg vera heilt erligur, so kemur tað ikki óvart á meg. Eg haldi, at vit í ár hava eina serliga góða skrá. Scorpions og Kim Wilde, sum bæði eru aktuell við nýggjari fløgu, eru sera sterk nøvn. Og umframt góð útlendsk nøvn, hava vit eisini nøkur, eftir okkara tykki, framúr føroysk nøvn. M.a Jógvan, Páll Finnur Páll, Týr og The Dreams.
Tó merkir tað als ikki, at hinir festivalarnir ikki hava eina góða skrá, tí tað hava teir. Men sum sagt; úrslitið kemur ikki óvart á meg, sigur Steintór, sum leggur aftrat:
- Og tá skal sigast, at vit enn ikki hava kunngjørt øll nøvnini. Longu nú týsdagin koma vit við einum nýggjum, útlendskum navni.