- Ein eigur at takka Skaparanum fyri, at eingin mansskaði hendi, sigur Poul Mohr, stjóri á Tórhavnar Skipasmiðju, sum eigur Pressaran.
Hvørki Poul Mohr, ella føroyski umboðsmaðurin hjá Black Prince, Johan Mortensen, hava enn stórvegis viðmerkingar til hendingina, ið fór fram mánakvøldið, tá Pressarin hjá Skipasmiðjuni fór út á Nólsoyarfjørð til ferðamannaskipið Black Prince eftir loðsinum, eftir at skipið hevði verið á Havnini.
Poul Mohr vil ikki inn á smálutir, tí hann sigur seg ikki vita so nógv enn um málið, men hann heldur, at ein manøvra frá skipinum kann hava verið orsøk til óhappið.
Lars Krunderup, dómarafulltrúi, hevur heldur ikki annað at viðmerkja, enn at skiparin á Black Prince mánakvøldið gav sína frágreiðing. Sjóforhoyrið heldur fram leygardagin, tí tá kemur Black Prince aftur á Havnina. Heldur ikki Lars Krunderup vil inn á smálutir, tí enn er málið ikki avgreitt.
Tað gekk so skjótt
Petur Hans Poulsen og Per Andersen, vóru við Pressaranum mánakvøldið, tá óhappið hendi.
Per Andersen vísir aftur, at Pressarin skal hava rent á ferðamannaskipið.
- Eg veit ikki hvat hendi, tí tað gekk so øgiliga skjótt fyri seg. Vit rendu ikki á, vit lógu við síðuna av skipinum, tá báturin fór runt, sigur ein heldur skelkaður Per Andersen, sum sigur, at hann veit ikki, um báturin fór heilt runt, men báturin var so væl ávegis runt.
Menninir umborð á Presaranum fóru ikki í havið, tí norski báturin Boa Max kom til alla lukku framvið, og fekk sett fast á Pressaran og sleipaði hann til lands.
Per Andersen sigur, at hann veit ikki hvat hendi, men at hann nú fegin vil hava stundir sjálvur at fáa hendingina "upp á pláss", sum hann málber seg.
Sjófrágreiðingin heldur fram leygardagin klokkan 10:00 í C. Pløyensgøtu 1, og tá fara tey, sum enn ikki hava greitt frá, at koma við sínum frágreiðingum.