at hetta er hent í sosialu nevnd. Hon sigur, at hon hevur tosað við onkran av monnunum í nevndini, og hann segði bart út, at hann hevði gloymt fundin. ? Spurningurin er so: Hví gloymir ein býráðslimur ein [...] avboð til fundin, tí hann hevði ætlað sær at lukkast á tann fundin eisini, men tað miseydnaðist, tí hitt dróg út. Annars vísir hann á, at hann er ikki í meirilutanum í býráðnum. Og hann hevði fingið at vita [...] týsdagin. Men táið tær báðar, Katrin og hon, høvdu bíðað til fánýtis til klokkan fimm minuttir í fýra, mátti hon ásanna, at fleiri limir komu ikki, og tá sleit hon fundin . Tær bíðaðu kortini í fundarhølinum
á roknifjølini, og sipar til floksins lut í samgongusamstarvinum seinastu 3 árini. Ja, hann fer so langt, at hann metir ikki nakað nevnivert at vera komið burturúr hjá Sjálvstýrisflokkinum hetta tíðarskeiðið [...] Atli Hansen inná Skotlandssiglingina og samferðslupolitikkin sum heild hetta tíðarskeiði. Hann greiðir frá, at hann á samgongufundunum um hetta evnið ávaraði móti loysnini sum bleiv á Skotlandsleiðini og [...] s, Helena Dam á Neystabø, hevur ongantíð havt trupulleikar við at markera seg. Hon hevur í kraft av teim álitispostum hon hevur havt, fingið rættuliga stóra uppmerksamheit í fjølmiðlunum og hevur ongantíð
Hergerð Geyti og Edmund Debes, Hósvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3700 gr. 10. februar fingu Mariann og Pól Jákup Poulsen, Lamba, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3350 gr. 10. februar [...] Witt og Jens Brückner, Hellerup, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3750 gr. 10. februar fingu Mariann og Niels Pauli Winthereig, Møldrup, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850 gr.
Teirra millum plagdi hann at reisa rannsakandi og kritiskar spurningar í samfelagsmálum. Hann er cand.mag. í russiskum og týskum frá Universitetinum í Kjøpinhavn. Síðani tá hevur hann verið tolkur fyri almennar [...] hurðar upp og legði nýggjar árar út. Í dansktímanum las hann upp frá Holberg, Oehlenschläger og Ibsen. Eisini eftir skúlatíð fyri áhugaðum. Hann las livandi og hermdi hugtakandi eftir Erasmus Montanusi [...] himli sær, skuldi hon veg tín ei funnið. Hondin, ið leiðir tær?«. * Eftir lokið realprógv fekst André við fyrifallandi arbeiði. So sum at leggja sild og gera tunnur. Seinni fór hann á studentaskúla á VBV
tað nyttar lítið hjá einstøkum flokki at leggja eitt liðugt uppskot fram um eina sjálvstýrislóg, tí hon kann ikki gerast veruleiki, fyrr enn vit hava havt eitt drúgvt parlamentariskt arbeiði, sum allir flokkar [...] flestallir flokkar hava luttikið í.. Skal ein slík lóggáva hava møguleika fyri at vinna frama, so má hon verða eitt úrslit av tí, sum ein meiriluti á tingi vil. Hvussu ofta hevur ikki Tjóðveldisflokkurin [...] geva nakað. Tað er forrestin politikkur. So tað, sum Javnaðarflokkurin higartil hevur gjørt, er, at hann hevur latið upp fyri møguleikanum, at eitt drúgvt fyrireikingararbeiði kann byrja, sum síðan kann
er sandbotnur Hann sigur, at hendan avtalan hevur verið rímiliga væl hildin. Kilo ístaðin fyri krónur Terji Dalsgaard fýlist annars á, at inntøkutrygdin hjá útróðrarmonnum er skerd. Og hann fýlist eisini [...] Men tað hevði tað við sær, at felagið mátti leiga ovaru hædd í virkinum at arbeiða fiskin í, áðrenn hann fór víðari. Neyðugt varð eisini at hækka limagjaldið fyri at fáa fyri leiguna. Nú virkið er farið [...] heldur ikki flutningsstuðul at flyta fiskin. ? Men eg haldi, at vit vilja heldur hava virkið, leggur hann afturat. Avmarkaðu seg sjálvar Terji Dalsgaard sigur, at fyri einum ári síðani tók Sands útróðrarfelag
siga tær, at tað verða mangar heimskreppur loystar uppiyvir egningini, sigur Ólavur. Hann sigur at enda, at nú sær hann ljóst uppá framtíðina aftur. ? Tað er væl av fiski at fáa og nú eru tvey virki í Lorvík [...] pensjonistarnir og konufólkini, sum hertóku egningaskúrarnar frá fyrsta degi, sigur Ólavur Heinesen. Hann sigur, at í Lorvík hava tað altíð verið konufólkini, óvitarnir og pensonistarnir, sum hava verið álitini [...] Lorvík var ein lívlig og virkin bygd øll áttatiárini. ? Men so mikið harðari rakti kreppan okkum, táið hon kom fyrst í nítiárunum. ? Flakavirkið í Lorvík, har eini 80 fólk vunnu til dagligt breyð, hoyknaði
hevur verið frammarlaga hjá Eddie Vedder, er humor. Hann hevur sjálvur sagt, at hann tekur tað, hann ger, í fullum álvara ? kanska ov fullum ? men at hann samstundis er spentari, hvat framtíðini viðvíkur [...] Seattle. Í 1991 góvu teir sína fyrstu fløgu, »Ten«, út. At byrja við gjørdi hon ikki stórvegis um seg, men miðskeiðis í 1992 stormaði hon inn á alheims pallin og staðfesti Pearl Jam sum ein tann mest nýskapandi [...] Pearl Jam í alstóran mun var sangarin, Eddie Vedder. Hann hevði eina inniliga og djúpa rødd, sum samstundis var hørð, hvøss og rá alt í senn. Hann grundlegði við sínum stíli ein nýggjan skúla, at kalla
gevi í Føroyum er Birita Hansen. Hon er 26 ára gomul, er útbúgvin korrespondentur og starvast dagliga á ávísingareildini hjá Arbeiðsloysisskipanini. Aftusær hevur hon ein frítíðarleiðara, 25 ára gomlu [...] Ein ungur kollfirðingur, Poul Eli í Homrum, hevur ikki færri enn tríggjar ferðir verið nordjobbari. Hann greiðir soleiðis frá: »Tríggjar ferðir havi eg verið í øðrum londum sum Nordjobbari. Tvær ferðir í [...] Finlandi, Svøríki og Estlandi. Her kann eg til stuttleika nevna, at ein genta eg arbeiddi saman við, hon var úr Svøríki, møtti eg aftur í 1996, tá vit komu at ganga á sama landbúnaðarskúla í Skåne. Summarið
er Niels Sørensen. Hann er júst heimafturkomin av ferð í útlondum. Leiðin gekk til Bretlands, har ein fyribilsavtala varð undirskrivað við oljufelagið Dana Petroleum. Eisini nýtti hann høvi til at tosa við [...] vóru fleiri oljufeløg sett á stovn. Eg síggi hetta sum eina náttúrliga gongd og haldi heldur ikki hon skaðar umdømið hjá føroyingum mótvegis oljufeløgunum, tí tey kenna hesa somu gongd úr øðrum londum [...] Sum støðan er nú hava føroyingar so møguleika at spjaða risikoina út á tvey ístaðin fyri eitt felag. Hann heldur tað kann hugsast at vera skilagott at seta pengar í bæði feløgini heldur enn bert tað eina