Mohr Reinert, nevndarlimur. Føroya Undirhalds Tónleikarafelag (FUT) húsast nú í nýggjum skrivstovuhølum Yviri við Strond í Havn. FUT er eitt av feløgunum undir Føroya Tónleikarafelag (FT), ið er samansett [...] Mentunarstýri Landsstýrisins. Ætlandi kunnu limirnir í eitt nú FUT brenna sær demofløgur, gera heimasíður, plakatir til tiltøk og tílíkt. Limirnir kunnu koma í samband við FUT á tlf. 310954, fax 316110 ella [...] ella á niðanfyristandandi adressu: FUT Djóna í Geil gøta 1 100 Tórshavn ella FUT P.O. Boks 2142 165 Argir
bóltin í netið hjá Ragnari Mouritsen, sum heldur óvæntað fekk møguleikan í málinum hjá H71. Dysturin leygardagin var eitt sjónligt prógv um, at veikleikin í annars sterku H71-verjuni liggur úti í báðum [...] Mikukvøldið leiktu StíF og H71 fyrru hálvfinaluna í steypakappingini, og tá vunnu strandingar við heili sjey málum. Leygardagin leiktu liðini so aftur í endaspælinum í landskappingini, og tá gjørdist úrslitið eitt [...] við aftur í dystin, og tá ið spenningurin var í hæddini um miðjan seinna hálvleiki, megnaðu strandingar ikki at halda høvdið kalt, og tað dugdu hoyvíkingar at gera sær dælt av. Dómararnir í dystinum, Jákup
Johannesen av Tvøroyri. Hann hevur búð í Danmark seinastu árini og hevur bert verið heima í summarfrítíðini, har hann hevur spælt við barndómsfelagnum TB ? soleiðis eisini í ár, tá hann spældi heimadystin móti [...] útidystin móti GÍ í endanum av fyrru kappingarhálvu. Fyri tveimum mánaðum síðani kom Jón Johannesen so eitt stig longri, tá hann skrivaði sáttmála við Glostrup IF 32, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. [...] har Frank Skytte var venjari. Hesin Frank Skytte hevur eisini verið venjari hjá TB, fyrst í 1982 og so aftur í 1995, so hann kendi Jón frá fyrr av. Fyri ikki so langari tíð síðani bleiv Frank Skytte so
Sumba úr VB í kappingini í fjør. Thomas Birch verður ikki við aftur í ár, men í staðin kemur ein jugoslavi afturat. Hinvegin fer Oliver Abrahamsen, sum er ein av teimum ungu, úr Porkeri til VB í ár. ? Um [...] at fýra útlendingar kanska er í meira lagi, og at tríggir hevði verið meira hóskandi. Jacob Poulsen vísir á, at Sumba er tað minsta plássið í heiminum, sum hevur lið við í bestu fótbóltsdeildini. ? Her [...] ivaleyst høvdu roknað við, at teir fóru beint niður aftur í 2. deild. Sumba fær uttan iva eisini heitið sum niðurflytingarkandidatur í ár, og tað vita teir í Sumba eisini. Men um uppskotið vinnur frama, kann tað
ikki so nógv í fjør, tí teir vóru nógv skaddir. Og so er veteranurin Abraham Hansen eisini byrjaður at venja. NSÍ var í fjør sera nær við at spæla seg til europeiska luttøku í ár, men tapið í seinastu minuttunum [...] Jákup Mortensen úr NSÍ segði sunnukvøldið, at felagið enn ikki hevði viðgjørt spurningin, men at tað fór at verða tikið upp á nevndarfundi, sum skuldi vera í gjárkvøldið. Hann metir annars, at hetta er [...] standast av hesum, og vit vita ikki, hvussu tað kann ávirka teir yngru spælararnar, sigur Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, við Sosialin. Hann ber eisini ótta fyri, at um hetta gongur ov vítt, kann tað koppa
umsitingini í hesum málið. Fyribils hava tveir tingmenn, Jákup Sverri Kass úr sjálvstýrisflokkinum í samgongu og Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum í andstøðu, boðað frá, at teir fara at reisa málið í tinginum [...] fyrispurningi til Landsstýrismannin í fiskivinnumálum Jørgen Niclasen. Men nú ger eisini ein hin fremsti limurin í samgonguni í fiskivinnumálum, sjálvur formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen vart [...] ikki góðtaka mannagongdina. Sostatt er brennið lagt í komfýrin til eitt heitt politiskt vár. Er helst lógarbrot Heini O. Heinesen sigur at hann ivast ikki í, at fiskiloyvið til nýggja línubátin hjá vágamonnum
svartalista í Noregi, sømdir í Føroyum. Hann minnir á, at fyri ikki at traðka norðmenn á tærnar varð fyri nøkrum árum síðani forboð sett fyri, at bátar, sum høvdu fiskað í Smoguni, avreiddu í Føroyum. Aðrir [...] myndugleikum og er tí útihýstur frá øllum møguleikum at fiska í norskum sjógvi. Tað er løgtingsmaðurin Jákup Sverri Kass úr sjálvstýrisfokkinum í samgongu, sum letur hesar upplýsingarnar frá sær, nú hann og [...] Frøyanes í tinginum. Teir báðir løgtingsmenninir fara at seta landsstýrismanninum í fiskivinnumálum ein skrivligan fyrispurning um Frøyanes. Teir hava ikki tikið spurningin um svartalistan við í sjálvan
Tað verða ikki bara Vilhelm Johannesen og Jákup Sverri Kass, sum fara at reisa málið um Frøyanes í tinginum, sum vit hava greitt frá omanfyri. Beint áðrenn blaðið fór til prentingar, boðaði Útvarpið frá [...] fingið innflutningsloyvi og er koyrdur í bólk saman við útróðrarmonnum. Hann vil eisini hava at vita, um Frøyanes sleppur at fiska á grunnum vatni, nú hann er í bólki 4 B.
Niclas Johannesen Tað var í september 1997, at Farex sá dagsins ljós í gamla Saltsølubygninginum í Havn. Tveir ungir mans ? um enn gamlir kenningar í søluvinnuni ? fóru fyri seg sjálvar at keypa fisk frá [...] Og so fór hann jú eisini upp í politikk, kom sum eykamaður á ting fyri Sambandsflokkin, og nú situr hann í býráðnum eisini. Er formaður í mentamála nevndini og næstformaður í sosialu nevnd. Eg eri eg Sølumaður [...] mótspælinum, hann hevur fingið. Dystarmet í HB Mong seta teg helst í samband við fótbólt. Tú ert uppvaksin í HB ? hvussu týðandi er Havnar Bóltfelag fyri teg? ? Eg byrjaði í HB, tá eg var seks ára gamal, men bleiv
hvørt ár, og tað ætla vit so eisini í ár, sigur Jákup Mortensen, formaður í NSÍ. Hann sigur, at tvey ára avtalan, sum NSÍ hevði við sponsorin frammanundan, gekk út í fjør, og at Tryggingarfelagið Føroyar [...] Føroyar nakað, eisini í framtíðini, sigur hann. Sáttmálin millum Tryggingarfelagið Føroyar og NSÍ inniheldur í høvuðsheitum eina avtalu um ein fastan stuðul, og um NSÍ fær góð úrslit í framtíðini, fær felagið [...] eisini at skapa eitt umhvørvi, har okkara sponsorur sæst aftur, sigur Jákup Mortensen at enda. NSÍ endaði í fjør á fimta plássi í landskappingini.