? Tað er ein stórur spurningur um hetta ikki er brot á lógina. Í øllum førum var hetta ikki ætlanin, tá ið vit samtyktu lógina.
Málið um fiskiloyvið til nýggja línubátin hjá vágamonnum hevur ikki bara vakt stóran ans millum fiski- og útróðrarmenn og.
? Eisini politikarar siga, at teir øtast yvir mannagongdina hjá fiskivinnu umsitingini í hesum málið.
Fyribils hava tveir tingmenn, Jákup Sverri Kass úr sjálvstýrisflokkinum í samgongu og Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum í andstøðu, boðað frá, at teir fara at reisa málið í tinginum við einum skrivligum fyrispurningi til Landsstýrismannin í fiskivinnumálum Jørgen Niclasen.
Men nú ger eisini ein hin fremsti limurin í samgonguni í fiskivinnumálum, sjálvur formaðurin í vinnunevndini, Heini O. Heinesen vart við seg og sigur, at hann kann yvirhøvur ikki góðtaka mannagongdina.
Sostatt er brennið lagt í komfýrin til eitt heitt politiskt vár.
Er helst lógarbrot
Heini O. Heinesen sigur at hann ivast ikki í, at fiskiloyvið til nýggja línubátin hjá vágamonnum er brot á lógina um vinnuligan fiskiskap.
?Vágamenn hava keypt og lagt tríggjar bátar fyri at fáa fiskiloyvi til henda eina.
?Men talan er kortini um eina heilt munandi øking í veiðitrýstinum.
?Og tað er heilt klárt brot á lógina at leggja loyvir saman um tað økir um veiðitrýstið.
? Tvørturímóti stendur í lógini, at veiðitrýstið skal verða tað sama ella helst minka.
? So kann tað gera tað sama, hvat aðrar greinir í lógini siga.
Hann vísir á, at Meginfelag Útrórðarmanna hevur biðið sakførara kanna málið við møguligum sakarmáli fyri eyga.
Formaðurin í vinnunevndini dylir tí ikki fyri, at hann bíðar við spenningi eftir úrslitinum.
Hann dugir heldur ikki at síggja, at vit hava brúk fyri fleiri línubátum av hesi støddini undir Føroyum.
?Hevði tað tí verið ein tilsvarandi línubátur, sum fór úr flotanum fyri Frøyanes, so kundi tað verið.
? Men at leggja tríggjar bátar, sum ikki hava verið serliga hart drivnir, fyri ein so effektivan línubát, er ikki eftir lógini. Í hvussu so er var tað ikki ætlanin við lógini.
? Heini O. Heinesen sigur, at nú vóru vit veruliga við at nærkast eini støðu, har flotin undir Føroyum var við at verða hóskandi.
? Men nú kemur ein slík ætlan og beinir fyri øllum.
? Tí ongur hetta, kunnu vit akkurát tað sama halda uppat við øllum stovnsrøktararbeiðnum og geva alt upp fyri heyk og ravn.
Útróðurin í søguna
Heini O. Heinesen sigur, at sleppur hendan gongdin at halda fram, at stórur stállínubátar, verða koyrdir í bólk saman við útróðrarbátum, fer tað fullkomiliga at máa støðið undan útróðrarflotanum, tí tað oyðileggur øll veiðihagtøl hjá teimum.
?Tí verða avleiðingarnar av hesum samanumtikð ræðuligar.
Hann sigur, at vónandi verður ein av spurningunum hjá teimum báðum løgtingsmonnunum til landsstýrismannin, hvat teir tríggir bátarnir hava fiskað, sum eru lagdir fyri at fáa fiskiloyvi til tann nýggja línubátin.
? Tí tá fer at ganga sjón fyr søgn, at talan er um eina munandi øking í veiðitrýstinum.
Heini O. Heinesen sigur, at nú er ein fyrispurningur fráboðaður um málið og tí hevur hann ikki gjørt tað sjálvur.
? Men so leingi málið er ein umsitingarligt mál, fær tingið lítið og onki gjørt.
? Men tað er heilt greitt, at eftir hetta er tað alneyðugt at lógin um vinnuligan fiskiskap verður løgd fyri tingið aftur, so at løgtingið sleppur at siga sína hugsan.
? Og eg kann ikki hugsa mær at løgtingið góðtekur, at lógin verður umsitin soleiðis, sum Landsstýrið ger tað í hesum føri og stendur modell til eina slíka øking í veiðitrýstinum.
? Eg rokni heldur ikki við, at tingið tekur undir við, at landsstýrið soleiðis skræðir grundarlagið undan fiskidaskipanini.
Mugu steðga tí
Heini O. Heinesen sigur, at hann tí fer at gera tað, hann kann, fyri at forða fyri, at hendan gongdin kann halda fram.
Fiskiloyvi hjá teimum trimum bátunum, sum eru lagdir, eru løgd saman fyri at geva fiskiloyvi til Frøyanes.
Teir tríggir bátarnir høvdu tilsamans 364 dagar. Men av tí at tann nýggi báturin er nógv effektivari, eru fiskidagarnir lækkaðir eftir eini umrokning, so at Frøyanes fær 156 fiskidagar dagar.
? Men av tí, at talan var um tríggjar bátar, sum ikki vóru serliga væl riknir, er talan um eina munandi øking í veiðitrýstinum.
Og Heini O. Heinesen sigur, at hann fer undir ongum umstøðum at góðtaka eina umrokning, uttan so, at hon er gjørd til lóg. Og tað er eisini greitt, at umrokningin skal ikki byggja á veiðina, sum er á pappírinum. Hon skal byggja á hagtøl yvir tann søguliga fiskiskapin, sigur Heini O. Heinesen.
Hann ger eisini púra greitt, at hann fer undir ongum umstøðum at góðtaka at fiskidagarnir lækka, um hetta skal verða mátin.
? Nú er ein fyrispurningur á veg.
? So fáa vit at síggja, hvat landsstýrismaðurin svarar. Fert tú so at krevja, at lógin kemur fyri tingið aftur?
? Tað er heilt greitt, at lógin má fyri tingið aftur, tí hon er so ógreið, at tingið má taka støðu, sigur Heini O. Heinesen.










