fyri í fleiri ár og nú er tað veruleiki. Hvat er tekst tú við í frítíðina? Mítt allarfremsta frítíðarítriv er alt, sum hevur við seyð og jørð at gera. Tá ið eg fari á trøðina er tað sum at sleppa í himmiríkis [...] vit fingu 6% av atkvøðunum og tað er eitt tekin um, hvussu lítið, fólkatingsvalið sigur nógvum av okkara veljarum. - Tað er ólukkan hjá okkum, men eg haldi, at tað er ein høvuðsorsøk til, at valið var so [...] enda vit í Vestmanna, har vit eisini hava jørð. Tað er ein so stórur og ríkur partur í mínum lívi, at alt mítt arbeiðsár er innrættað eftir nær lembingin er, nær vit hoyggja og nær vit fletta og so framvegis
sum ikki halda, at nøkur grundgeving er fyri at kríggast. Tann næsti eru tey, sum halda, at hernaður er loyvdur um ein hóttan er mótvegis eins egnu, og triði bólkurin er uppbygdur av menniskjum, hvørs hugburður [...] byrjaði, men dámurin millum fólk er broyttur nú síðan kríggið er vorðið ein veruleiki. BBC hevur hópin av tíðindafólki í Irak og til ber at fylgja nágreinliga við, hvat ið gongur fyri seg í bardaganum. [...] hann hevur ein 28 ára langan sáttmála við bretska herin. Svágur hansara er longu innkallaður og er í Irak. Richard greiðir frá, at hann ikki sleppur undan at verða innkallaður, sjálvt um hann er lesandi.
Helenu Dam á Neystabø stórvegis. Hon er sannførd um, at tað fer at eydast at prógva fyri veljarunum, at Sjálvstýrisflokkurin er rætta loysnin. ? Sjálvstýrisflokkurin er ein realistiskur flokkur. Tað kemur ferð [...] Men Helena er nøgd við síni avrik sum landsstýriskvinna. Hon vísir á, at hetta helst hevur samband við, at ein miðflokkur, sum Sjálvstýrisflokkurin er vanur við at arbeiða semjusøkjandi. Ein slíkur flokkur [...] og hetta er nakað, sum eg eri ógvuliga fegin um, sigur Helena Dam á Neystabø. Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum vísir á, at Landssjúkrahúsið er størsta arbeiðsplássið í Føroyum og talan er um ein stovn,
mangt annað, sum ljóðar gott. Her er vandi á ferð! Tað er munur á atkvøðum Hetta meini eg í álvara. Ein fólkaatkvøða ella løgtingsatkvøða um Føroyar sum fullveldi, er ikki tad sama sum at viðtaka eina [...] sum kanska næstu fer, ið valt verður, er fordampaður og broyttur til ein minniluta. Allir flokkar vilja hava størri sjálvstýri Broytingar skulu gjøgnumførast, tað er greitt, og allir(!) flokkar eru til reiðar [...] uppfyri har gamla lógin ikki var nóg góð. Kalla hana hvat tú vilt: Sjálvstýrislóg, Heimastýrislóg nr. 2, Sjálvræðislóg ella Autonomilóg. Navnið spillir ongan. 50,1 procent er tað sama sum meiriluta-diktatur
rúsevnimisnýtslu og óskil í íslendskum politikki. At skriva er sunn passión Bubbi Morthens er enn ein virkin tónleikari. Hvørt mánakvøld er hann í íslendskum útvarpi við eini sending, har hann spælir eitt [...] hetta at skriva er ein av mínum sunnu passiónum, sigur Bubbi Morthens, sum peikar á, at tað ikki er so nógv øðrvísi enn at skriva sangir. Og hann skuldi vitað, hvat hann tosar um, tí hann hevur latið ikki [...] Íslendski tónleikarin, Bubbi Morthens, er ein av best umtóktu og mest elskaðu tónleikarum í Íslandi. Hann er í dag 52 ár, og hevur síðan 1980 verið virkin á íslendska tónleikapallinum. Hansara langi listi
Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er. Greið [...] segði dómarin var ein skandala. Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti [...] Serliga tá eg spældi í álopinum. Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja
formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip 1984-1994. Tað er tað góða við slíkum felagsarbeiði, at hóast ein er mótpartur, ber væl til at gerast væl. Tað er eisini hent í okkara føri. Okkara felags ættarrøtur [...] 11 ár, Magna 8 ár, og Olga, sum er 3 ár. Tað er óneyðugt at siga, at børnini eru eitt og alt hjá ommuni og abbanum. Sigast skal, at Malena eisini er sera fryntlig. Hon er útbúgvin sum læknaskrivari og arbeiddi [...] Hjarnar er sjálvsagt nógv annað enn olja, og hetta fara vit eisini at lýsa í hesi grein. Hann er sonur Hjørdis og Hákun Djurhuus. Hetta merkir, at hansara lív fyri ein stóran part hevur verið í politiskum
Toril Waag Olsen. Í herberginum er reint og fjálgt, tó at tað er ógvuliga spartanskt. Ein lítil skrivstova er, har eisini onkur kann gista um neyðugt, og í forstovuni er pláss fyri lítlum borði og fýra [...] men annars er als einki inni. Omanfyri høvdalagið á bróstinum við einari song hongur ein einsamøll mynd av einari mammu, sum ikki er til longur. Tað er einasta veggjaprýði inni. Herbergið er rúsdrekka og [...] Jóannes Danielsen er búfelagi hjá Finnboga. Hann er foreldraloysingur, og hevur mist heimið, tó at eitt kamar er til hansara í heim bygdini, men bert hættar hann sær ikki at fara hagar. Tað er so tómligt. Hann
a. um hvat hjúnarbandið inniber. Eg veit væl, at nógv halda brúdleyp í kirkju vera sum ein sjónleik, har brúðarparið eru høvuðsleikarar, meðan presturin er statistur í hesum leikinum. Tað er ikki mín [...] tulka ætlaninar hjá fólki, men prestsins uppgáva er á ein trúverdigan hátt at geva teimum Guds orð og signing við á leiðini frameftir. Sum lívið er háttað, er eingin ivi í, at tey fáa brúk fyri hesum. Guðs [...] Sonja Klein, og nevnir eina aðra uppgávu hjá presti, sum er sera hugalig. Tað at fáa eitt barn er størsta upplivingin í lívinum. Og tað er ein sera stór gleði fyri meg at verða tikin við inn í hesa u
hjá honum er m.a. spurningurin um, hvør ið er tann størsti brotsmaðurin: Tann, sum rænir ein banka, ella tann, sum stovnar ein banka! Brecht vendir samfelagnum á ranguna Sambært Brecht er kapitaleigarin [...] tykki er tað kapitalistiska borgarliga ”samfelagið” ein kynisk parodi, tí tað (for)brúkar fólk sum eina vøru, og ein vøra kann jú altíð blakast burtur! Solidaritetur er og verður tessvegna altíð ein moralskur [...] bankastjórin reelt ein ránsmaður. Men strategiin hjá teimum er sjálvandi subtil og meira raffinerað enn hjá tí triviella tjóvinum. Tí hvat nyttar eitt kúbein afturímóti eini aktiu? Her er dygdarmunur á (