Havisjúka contra solidariteti

Dramatiseraður spádómur um fíggjarligt omanlop

Tann 31. august 1928, var allarfyrsta framførslan í Berlin á Theater am Schiffbauerdamm* av tí beisku, men stuttligu samfelagssatiruni hjá Bertolt Brecht, Dreigroschenoper (Laser og pjalter), har hann lýsir tað borgarliga privatkapitalistiska samfelagið sum bart út sminkaðan kriminalitet og ger vart við tann týðuliga felagsnevnarin millum ta grádigu havisjúkuna í banka-heiminum og brotsmannaverðini, har mannalív ikki verða takseraði sum annað enn ein vøra ella ein aktia.

Gott eitt ár seinni fekk aktiu-børsurin í Wall-street so álvarsaman skaða av tí fulkomuliga amoralska hazard-spælinum við aktium, at meginparturin av tí bólgnaðu amerikonsku bløðru-økonomiini kollapsaði. Tann legendariska svarta hósdagin í oktober mánaði rakti finanskreppan meginpartin av bankaverðini, og sum tey flestu vita, fekk tað transatlantiskar fylgjur, sum sendu ein europeiskan banka fyri og annan eftir á húsagang. Úr eini ”lokalari” børskrisu fingu vit eina globala bankakrisu.

Um ársskiftið 1929/30 lógu meginparturin av teimum vesturlendsku bankunum í andaleypi, og fíggjarkrisan sendi milliónir av fólki út í arbeiðsloysi! - Teir klynkandi bankarnir og tann hálovaða kapitalisman máttu fáa kunstigan andadrátt frá tí almenna; annars buðu tey ikki bøtur.

Eftir at so nógvir bankar vórðu avdúkaðir sum hálvkriminellir og skuldu hava almannahjálp, hildu nógv fólk, at Brecht mátti hava profetiskar gávur, tí tað dramatiska aðal-temaið í sjónleikinum hjá honum er m.a. spurningurin um, hvør ið er tann størsti brotsmaðurin: Tann, sum rænir ein banka, ella tann, sum stovnar ein banka!

 

Brecht vendir samfelagnum á ranguna

Sambært Brecht er kapitaleigarin og yvirklassaborgarin, eitt nú bankastjórin reelt ein ránsmaður. Men strategiin hjá teimum er sjálvandi subtil og meira raffinerað enn hjá tí triviella tjóvinum. Tí hvat nyttar eitt kúbein afturímóti eini aktiu? Her er dygdarmunur á (brots)monnum!

Í samfelagsmálum er Brecht moralistur og heldur, at tá ið pengarnir sleppa at stýra øllum, og okkara egocentriska havisjúka verður tann einasta peilingin, ja, so hava vit jú beint út einki samfelag longur. Eitt samfelag kann ikki byggja á grádigheit, men á solidaritet.

Eftir hansara tykki er tað kapitalistiska borgarliga ”samfelagið” ein kynisk parodi, tí tað (for)brúkar fólk sum eina vøru, og ein vøra kann jú altíð blakast burtur! Solidaritetur er og verður tessvegna altíð ein moralskur spurningur! - - Hóast sjónleikurin Dreigroschenoper er um gangstarar, tjóvar, alfonsar og alskyns órudd, veit áskoðarin væl, at Brecht við samfelagsranguni vil vísa, at tann sociala darwinisman er minst líka fúl í erva sum í neðra. Metodurnar eru bara øðrvísi: At kvala spakuliga við mjúkum floyals-handskum er líka so brutalt sum at fletta við knívi ella skera á háls!

 

Støðan í dag

Í mínum studentadøgum t.e. umleið 1960 vóru sjónleikir hjá Brecht nógv vitjaðir, og hartil vælfagnaðir, sjálvt av tí borgaraskapinum, sum hann bøðilsflongdi á sjónleikarapallinum.

Nú privatkapitalisman um ársskiftið 2008/09 einaferð enn skal hava internationala almannahjálp, eisini í Føroyum, fyri ikki at nevna Ísland, hevði verið forvitnisligt at tikið Brecht framaftur undan væðingini, tí tann gløggi dramatikarin forstóð intuitivt kapitalismuna og varnaðist gjøllari enn tey flestu, hvussu farligt tað er, tá ið ein ótamd og illastýrd økonomi idealiserar ósolidariskan atburð og eggjar til egocentriska pengagrískheit og hedonistiska havisjúku!

Hóast bæði størri og smærri kreppur hava eyðkent kapitalismuna við ca. tretivu ára millumbili í meira enn 250 ár, so vilja finansdreingir og borgarligir politikarar aldri erkenna, at fíggjarligt kollaps er organiskt innbygt í sjálvari konstruktiónini. – Tí paradoksið er, at kapitalisman noyðist at hokna av síni egnu framgongd, so leingi sum tað er grádigheitin, sum stýrir henni! Í dag hevur staturin í teimum flestu londum nógv størri fíggjarmegi enn í 1929, men kortini hevur tað verið eitt tungt tak at koma aftur umaftur og skulla fíggja roulettuspælið hjá pengajassunum. Í 1929 vóru statskassarnir so veikir, at tað hevði slett ikki verið ráð til tær finansgávur, sum nú verða pakkaðar til bankarnar.

 

Blandingsøkonomiin - tann triðji vegurin

ber tað til at tálma og stýra kapitalismuni? - Ja, socialdemokratiskir flokkar hava dúgliga víst á tann triðja vegin millum kapitalismu og kommunismu, nevniliga ta sonevndu blandings-økonomiina, har tann tamda kapitalisman er undir strongum eftirliti av einum krútsterkum statsvaldi. Teir javnaðarmenn, sum serliga umboðaðu blandingsøkonomiina aftaná kríggið, vóru danskarin Viggo Kampmann, týskarin Willy Brandt og svenskarin Olof Palme fyri bara at nevna tríggjar. Teir vildu ikki beina fyri kapitalismuni, men teir vildu hava effektivt tamarhald á henni, soleiðis at hon bara slapp framat, har profitt-motivið ikki gjørdi skaða. Teir friðaðu nógv øki undan henni, t.d. heilsusektorin, transport og sjálvandi allan tann sociala sektorin! Tað var altavgerandi, at staturin kundi syrgja fyri at útjavna kreppusveiggini við miðvísum finanspolitikki.

Men so kom Friedmann og lokkaði menn at flyta tann økonomiska politikkin frá stjórnini yvir til tað gramma bankalagið og privatismuna! Síðani tá hava allir bankastjórar havt millionérskriða og kravt astronomiskt óforskammaða løn! Teir eru ikki í høgum kursi beint nú!

Í Onglandi missioneraðu konservativir Thatcher-dreingir í 70´unum fyri nýliberalismuni og fortaldu sentimentalar søgur um pengapolitikk og privatisering, og ein løgin javnaðarmaður í Onglandi, harra Tony Blair loftaði hesum møsninum í 80´ unum og gjørdi tað til eingilskan Labour-politikk. - Hetta sjuskuta mótafyribrigdið breiddi seg tíverri til fleiri javnaðarflokkar, eisini í Føroyum – og tað gjørdist ein katastrofa fyri rørsluna. Javnaðarmenn gloymdu sína solidarisku stevnu og fóru at smáfríggja við hvørvisjónum og hedonismu hjá mappudreingjum. Vaksnir menn settu seg í dagavís sum skikkiligir skúlanæmingar at gera gruppuarbeiði um eina Hvørvisjón 2015, sum skuldi gera okkum til fremsta(og ríkasta) land í verðini! Hetta var ikki sjónleikur, men føroyskur politikkur í 2006! Nógvir føroyskir javnaðarmenn mistu heilt orienteringina av privatiseringsrúsinum og fóru eisini uppí dansin um bankakálvin saman við ráum plutokratum og stupidum nationalistum. Teir blivu so garvillir av dansinum, at teir foreraðu bæði ein banka og eitt flogfelag burtur. Og harafturat premieraði man íslendskar dólgar við eini stórari pengagávu, sum akkurát svaraði til hallið á fíggjarlógini! - Endiliga er rúsurin av, og menn eru plágaðir av herviligum ideologiskum ”timburmonnum”.

 

Tað íslendska skuldareyvamodellið

Tað eru avgjørt ikki bara javnaðarmenn, sum hava grund til at vakna við kaldan dreym aftaná tað stóra almenna gávugildið, men fyrst og fremst allir teir fjølmiðladólgarnir, sum vælsignaðu festina og harafturat runnu um geilarnar og missioneraðu fyri tí íslendska túsundárs-ríkinum, har sum tann plutokratiska psykosan var nógvar ferðir fúlari enn í Føroyum.

Hóast skandinaviskir analytikarar í fleiri ár høvdu víst á, at íslendsk økonomi var ein katastrofa, so blivu føroyskir journalistar og nationalistiskir politikarar við at trútta, at vit skuldu kopiera Ísland, har flestøll kundu liva av permanentum bankalikviditeti, heitum vatni og lýggjari luft. M.a. ýldu teir um tað sonevnda íslendska modellið, sum bæði skuldi vera nýtt og genialt. Men tað sonevnda modellið var steinaldargamalt og sjáldsama óbegávað.

Tað var tann klassiska leiðin til armóð og fordervilsi, nevniliga tað at amortisera gamla skuld við nýggjari (ofta útlendskari) skuld. Henda konvertering gongur bara so leingi, sum bankarnir tora og vilja, men hon ber fyrst og fremst til har, sum man hevur púra ódugiligar ella passivar politikarar, og teimum hevði man nógvar av í Íslandi. Teir sótu og fnisaðu hendur í favn og gjørdu einki fyri at steðga ørskapinum – tvørturímóti, teir góvu bankunum somikið blátt stempul, at teir kundu senda vælklæddar pengadreingir út um alt Europa at ”ræna”. – Hvør minnist ikki tann hjálparleysa statsministaran Davið Oddson, sum bleiv sparkaður uppeftir til seðlabankastjóra. Tað var verri enn at seta ein rev til at goyma at gásum! Undir honum fór íslendski nationalbankin at minna um spælibankan í Monte Carlo.

 

Er nakað, sum hjálpir móti ideologiskum timburmonnum? Føroyingar skullu í dag vera takksamir fyri, at teir ikki lótu seg lokka av vitloysinum í Íslandi. Íslendingar høvdu annars fingið nógvar at renna skitin ørindi fyri seg. Tíbetri vóru fleiri føroyskir politikarar, sum høvdu so mikið av realitetssansi, at teir ongantíð fóru heilt uppí dansin um Gullfoss, men tann politiski bindiklubburin, sum í dag kallar seg tjóðveldi, føldi seg kortini sera freistaðan av tí íslendska galskapinum.

Nú teir fíggjarligu timburmenninir herja um landið, mugu vit tó ikki gloyma tann sonevnda Íslandssáttmálan, sum var ein ólukkulig farca. Vit eru eisini noydd til at minnast aftur á eitt løgið skald**, sum í tí pubertila organinum Fregnir í álvara skjeyt upp, at vit sum sjálvbodnir trælir áttu at leggja okkum undir Ísland og íslendskan valuta í eini 50 ár. Soleiðis sum íslendska krónan hevur tað beint nú, hevði verið fátæksligt hjá tí uppfinnsama skaldinum!

Tað er uppá tíðina, at vit sleppa okkum av við Íslandssjúkuna, og geva íslendskum sambands-monnum durafjórðingin.

Tað tykist næstan, sum um íslendingar hava instruerað sín samfelagsliga harmaleik eftir manuskriptinum til Dreigroschenoper! Brecht meinar jú, at har fyrst grádigheitin sleppur at seta dagsskránna, verður landsins stjórn líka amoralsk sum undirverðin við sínum gangstarum. Alt tað privatkapitalistiska samfelagið verður stutt sagt gjøgnumsúrgað úr erva av økonomiskum ábyrgdarloysi og primitivari havisjúku. - Visti tann ironiski Bertolt Brecht um Ísland í dag, hevði hann flent leingi og konstaterað, at Mack mit Messer er ein kriminellur amatørur í mun til teir ráðandi íslendsku mappudreingirnar, sum hava svansað seg fram á teimum bonaðu gólvunum í øllum Europa. Visti Brecht um Føroyar, hevði hann bara gemytliga brosað og sagt, at tað er ótrúliga farligt at lata seg tøla av plutokratiskari megalomani, og teir, sum vilja eta kirsuber við teimum stóru, fáa ofta steinarnar í eyguni!

Men hvussu lofta javnaðarmenn sær, rakna við og finna aftur á beint ? Hvussu sleppa vit av við teir herviligu timburmenninar, nú penga-rúsurin er av? Ja, tað finst ein gamal og hollur eleksirur – hann eitur solidaritetur. Tað er tann einasta verndin móti tí gríska og misantropiska egocentrisiteti, sum kapitalisman byggir á.

* Aftaná kríggið fekk tað navnið ”Berliner Ensemble”

** Tað sigur sjálvt, at tað er Føroya størsta skald.