fer at byggja á, eru mál, sum arbeiðsbólkurin fer at arbeiða við. Men frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum er greitt, at høvuðsdenturin verður føroyskt tilfeingi. - Tað er av alstórum týdningi at menna [...] hevur verið ætlað sum ein roynd at finna út av, um grundarlag er fyri at skipa hana í hesum líki. Ætlanin hevur ongantíð frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum verið at hildið fram við hesi undirvísing [...] ymiskum listagreinum, og tí eiga møguleikar at vera kannaðir um tað ber til at seta í verk eina skipaða undirvísing á økinum leysa av frítíðarundirvísingini. At seta lista- og handverksskúla á stovn er liður
sagt, at har komu tey ongantíð at ganga, segði ein klókur maður, at tað var lættari at koma upp á mánan enn at broyta heilan og hugan á fólki. Ein annar klókur maður, ja fleiri, hava bent á, at um eitt [...] við hesum »prógvum« er, at hesi fólkini so líðandi fara at arbeiða ímóti, at nakað kann bera til í Føroyum. Alt føroyskt verður vánaligt ella hálvvánaligt. Dittar onkur sær til at siga teimum ímóti. Gleðast [...] lastina á línubátunum, at tær blivu ongantíð fullar. Í allar flestu førum kom hetta at verða mótsatt. Tær blivu altíð fullar á grønlandstúrunum. Tað er okkum í kjøti borið at leingjast eftir onkrum
sostatt ikki longur nervaður av at eygleiða fløðilinjuna, og hann sleppur samstundis frá at rætta seg yvir bandið eftir flaki, eins og hann sleppur undan at leggja seg eftir at fáa hendur á tey størstu fløkini [...] virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna, verður mett at koma at hava avgerandi týdning fyri føroysku flakavinnuna framyvir. Hon er gjørd soleiðis, at hon kann betra um møguleikarnar fyri tilrættarlegging [...] Føroya Fiskavirking tók ímóti gávuni við teim orðum, at hon ikki skuldi sentraliserast til Havnar, men slapp at standa á virkinum í Vestmanna afturfyri, at arbeiðsfólkið hevði tikið so væl ímóti nýggju linjuni
feløgini, at: »Limir okkara hava sett seg í samband við okkum, og hava gjørt okkum greitt, at teir eru ikki sinnaðir, at arbeiða, sum viðurskiftini eru. Og út frá hesum vilja vit siga frá, at vit hava avgjørt [...] mugu minnast til, at sáttmálarnir eru farnir úr gildi og at okkara limir tí arbeiða uttan sáttmála, og tað vilja teir ikki góðtaka. Halda áfram har slept var Joan Ziskason sigur, at Sjúkrasystrafelag Føroya [...] uppskoti fyri limirnar og fingu at vita, at tað var ikki nóg gott, og hesum hava vit boðað Fíggjarmálastýrinum frá í skrivi, sigur Joan Ziskason. Sjúrður Norðbú sigur, at Pleygarafelagið hevið fund leygardagin
góður handil, og at tað sær út til, at komandi endaspælið, sum komandi summar verður í Hollandi og Belgia, fer at seta nýtt met, og tað glíður sjálvandi væl niður hjá teimum ymisku at frætta, sigur Ísak [...] umrøddur, var trupulleikin at fáa dagfestingarnar til landsdystir at ganga upp saman við øktu ynskjunum frá stórfeløgunum, sum greitt hava givið til kennar, at tey ikki vilja hava, at teirra spælarar eru so [...] havt við sær, at feløgini fingu spælararnar aftur sunnukvøld ella mánamorgun í staðin fyri at fáa teir aftur mikukvøld ella hósdag. Hetta hevði aftur havt við sær, at umstøðurnar í feløgunum at fyrireika seg
fimm møguleikar at velja ímillum. Til ber at svara, at tú ert sera nøgdur, nøgdur, hvørki ella, ónøgdur ella sera ónøgdur. Gerst betri ? Eg eri sannførdur um, at brúkarakanningin fer at gera okkum betri [...] leggur afturat, at eftir hansara tykki, eru føroyingar alt ov stirvnir, tá tað kemur til at spyrja brúkaran eftir. Føroyingum dáma væl sjálvir at sleppa at leggja til rættis, men tað eru jú brúkararnir [...] i fyri at vita, hvat tað er, tey kundu hugsað sær betur. Tískil hevur SL tikið avgerð um, at gera eina brúkarakanning. Í fyrstu atløgu umfatar hon bert Suðuroyarsiglingina, men hugsandi er, at slíkar
Longu nú sæst, at Skipafelagið er ikki ført fyri at røkja rutuna. Skal liviligt vera í Suðuroynni, eigur samferðslunetið at útbyggjast: nyggj skjóttgangandi ferja - ikki minni enn Smyril - at flyta ferðafólk [...] grør. Í staðin fyri at ganga sneisaørindi fyri sínar borgarligu samgongufelagar at niðurbróta grundprinsippið um fólkapensiónina skuldi landsstyrismaðurin heldur komið við møguleikum um at hækka hana ella [...] Úrslitið er, at kommunan er ein tann mest skuldabundna í Føroyum. Kommunuloysnin kundi tykjast ein loysn, men røkkur als ikki. Landið noyðist at koma upp í leikin onkursvegna. Tosað verður um, at kreppan er
hetta kemst av, at nógvir Likud-limir meta Netanyahu at vera ómetaliga ráðaríkan. Sum dømi nevna teir, at hann fleiri ferðir sjálvur hevur samráðst við útlendskar politikkarar heldur enn at lata uttanrík [...] Netanyahu fer at royna at fáa tað ígjøgnum, at hann forsetismálaráðharrin, skal avgera einsamallur, hvør skal stillast upp til val. Higartil hevur mannagongdin verið tann, sum vit kenna, at lokalar nevndir [...] tað; hesin ? David Levy ? heur eisini meira enn ferðhótt við at fara frá. Eisini var tað hann einsamallur, sum tók avgerðina um at royna at myrða tveir Hamas-limir í jordanska høvuðsstaðinum Amman, ein
Informatión: - Hann skal flenna so, at oyrini detta av, fyri at bøta um skaðan. Tí sjálvt um teir nú royna at endurreisa sambandi landanna millum, so hava vit eina kenslu av, at tað er ein frágreiðing uppá, hví [...] fyri at siga, at hann er keddur av at fjølmiðlarnir ferð eftir ferð seta kílar í sambandið millum Danmark og Føroyar. Tó skrivar Politikken: - Danska forsætismálaráðið hevur gjørt sítt til, at halda slatrinum [...] setast upp um henda blokkstuðul. Einki er at ivast í, sigur blaðið, at tann samlaði blokkstuðulin, til Grønland og Føroyar, er í milliardklassanum, uttan tó, at danir eru illir um tað. Tað er bara Fram
hjá mótstøðumonnunum, sum noyddust so at siga beinanvegin at lora eitt sindur í verjupartinum fyri at leggja trýst á í royndini at javna, og hetta hevði við sær, at tað var sera undirhaldandi við málmøguleikum [...] verið sagt, at gøtumenn eru so fáir, at teir tola ikki leikbann, og undan fráferðini til Sumbiar varð tosað ikki so lítið um, at tað fór at verða sera óheppið, um onkrir av lyklaspælarnum fóru at fáa gult [...] tað lætt hjá Baja at seta innaru síðuna á, og harvið var Sumba komið í eina støðu, sum var fín fyri teir, og í 2. hálvleiki dugdu teir væl at draga ferðina niður og harvið so at siga at taka lívið úr dystinum